skaddur, og síðani tá hevur hann ikki verið førur fyri at venja við fullari ferð. Mikukvøldið var venjingarstøðan hjá Erlingi nóg góð at skjóta tvey mál. Tað fyrra fekk hann, tá ið ein tími var farin, og tað [...] kortið og harvið sá reytt. 2-0 hevði verið fín útgangsstøða í Gundadali hjá KÍ, men í evstu løtu - 2. hálvleikur var 46.30 gamal! - fekk B36 málið, sum kann fara at vísa seg at vera munurin á 2. og 3. deild [...] sjálvir, eftir at B36 hevði sent fríspark í KÍ brotsteigin. KÍ-B36 2-1 (0-0) Dómari: Petur Reinert 1-0: Erling Fles 60. 2-0: Erling Fles 82. 2-1: sjálvmál 90. Reytt kort: Frank Joensen (tvey gul) í 75.
niðurflytingarvanda. KR vann 1-0. Málið fingu teir tveir minuttir eftir steðgin. Tað skoraði miðvallarin Dalibor Pauletic. Hetta var fjórði dysturin hjá honum á KR liðnum, og hetta var fyrsta ferðin, at [...] at hann taldist millum málskjúttarnar. Málverjin hálvbjargaði, og miðvallarin var fyrstur á returbóltinum. Rógvi Jacobsen hevur tær seinastu ferðirnar ikki verið millum teir fyrstu ellivu á KR liðnum. Tað [...] Eftir tríggjar sigrar á rað er KR ikki longur í vanda fyri at flyta niður. Teir eru nú nummar fýra, og tað ber møguleika við sær fyri at spæla Intertoto næsta ár. Meistararnir av Hafnafirði taptu fyri fyrstu
var ikki til at svimja av Strondum yvir á Toftir, og ístaðin var svomið longri inni á Skálafjørðinum. Lagt var til brots klokkan gott og væl tvey, og fyrsti svimjarin kom í landi í Saltnesi góðan hálvan [...] var annars hetta: hjá kvinnum... - nr 1: Marjun Eysturoy, Tórshavn (0:31:53) - nr 2: Nina Davidsen og Nelly Poulsen, Toftir (0:44:34) - nr 4: Alisa Hentze, Toftir (0:55:40) - nr 5: Jenny Poulsen, Toftir [...] (0:29:13) - nr 8: Jóhan F. Danielsen, Lamba (0:35:13) - nr 9: Janus Knudsen, Saltangará (0:53:45) - nr 10: Johnleif Gerðisá, Nes (0:54:14)
skipan har fiskiloyvini hava nógv størri ávirkan enn áhugin fyri at varðveita góð og gevandi arbeiðspláss, er ein sjúk og skaðilig skipan. Vit síggja í dag, at vinnan fegin vil geva nógv fyri eitt fiskiloyvi [...] so send fólkið til hús, og bjóða skipini til sølu. Trygvi F. Guttesen Nakað soleiðis sigur verandi skipan til tey vinnulívsfólk, sum hava fingið ókeypis fiskiloyvir. Hví ikki hava eina skipan sum sigur [...] aftur, sum tú hevur lánt? Hvat sigur fólkaflokkurin til, at verandi skipan gevur ávísum partaeigarum 10 - 100 tals milliónir fyri, at eitt gott arbeiðspláss verður nærum heilt niðurlagt ? Eg eri samdur við
Leirvík og Hans í Kálvalíð Hansen, Miðvágur. Veitslan verður fyri innboðin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Leygardagin 26. august kl. 11.00 giftast í Herlev Magle kirkju, Nancy Hansen, Tórshavn og Jan [...] Sandavágur og Dánjal Petersen, Tórshavn. Veitslan verður hildin í Bilfríðkan á Hjalla kl. 18.00 fyri innboðin. Leygardagin 26. august giftast í Højslev Kirke, Monica Olsen úr Klaksvík og Tommy Nielsen [...] august verður Jógvan Gerðalíð, Klaksvík, 90 ár. Dagurin verður hildin við hús, Heygavegur 21, frá kl. 10.00 til kl. 16.00. Øll eru vælkomin. 95 ár Mánadagin 28. august verður Petrina Berg, Nes í Hvalba, 95
varðveittur gjøgnum allan róðurin, og svaraðu manningarnar væl aftur til hvørja aðra, tá hinar spentu meira í. Hóast Spógvin gjørdi ein vørr í endaspurtinum, var tað ov seint, og máttu teir tí taka til takka [...] Við teirra fjórða sigri á rað hevur Blikur av Argjum av sonnum lagt kós móti føroyameistaraheitinum. Og hóast kappingin er hørð millum manningarnar, so letur tað til at vera serstakliga torført hjá hinum [...] fýra teir seinastu róðrarnar. Róðurin á Fjarðastevnu var annars rættuliga spennandi, tí bæði Spógvin og Havfrúgvin góvu Bliki ein skarpan gang. Spógvin, sum ikki hevur vunnið síðani á Norðoyastevnu, var
royndu teir bert í einar 10 dagar tilsamans. - Umframt tíðina, vit mistu, tá ið vit fóru inn í Íslandi at umvæla okkurt brek, hava vit siglt nógvar fjórðingar ? yvir á Flemmish Kap og heimaftur. Hann sigur [...] Alternativ Línubáturin Ekliptika hjá brøðrunum, Christiani og Karsteni Mathisen í Klaksvík, er komin aftur av sínum fyrsta túri. Ekliptika er fyrrverandi norski línubáturin, Øyliner, sum fleiri føroyingar [...] skipið hevur ikki fiskiloyvi á føroyska landgrunninum. Skipið, sum er ein frystilínubátur, er keypt og sett í stand til fiskiskap í altjóða sjógvi. Hesin fyrsti túrurin gekst ikki nakað at reypa av, men
sum hesin leikur viðførir 18...g6 19.Fh6 e5 20.Bg5 f6 21.Bd5+ Kh8 Rie6 verður svarað við Rh4 og hóttanini Bxe6 og Fxh7 Støðumynd 22.Fxh7+! Sera vakurt 22...Kxh7 (22...Fxh7?? 23.Bxf6+ Fg7 24.Rh4#) 23.Rh4+ [...] variantur John Arni mangan leikar 4...c5 5.Rif3 cxd4 6.Rixd4 Rie4 7.Fd3 Bxc3+ 8.bxc3 Ric5 9.Ff3 d6 10.Bg2 Bd7 11.0-0 0-0 12.Rb1 Bc6 13.Rixc6 Rixc6 14.Bf4 Hvítur hevur vandamikla bispaparið, men hevur hinvegin [...] riddararnir eru sterkir 14...Fe7 15.Rfd1 Rfd8 16.Fh5 Rac8 17.Rd2 Ria5! Hvussu skal hvítur verja finnuna og samstundis halda aktiva spælinum í gongd? 18.Rd4! Sera væl umhugsin leikur. John Arni nýtti nógva tíð
nógv at gera við hann, áðrenn hann verður góðkendur og klárur at fara til fiskiskap. Jákup Pauli Hammer væntar, at trolarin fer at standa teimum í 10 milliónum, tá ið hann verður klárur at fara til fiskiskap [...] reiðari, sigur teir hava leingi leitað eftir einum hóskandi trolara, bæði í Íslandi, Onglandi, Týsklandi og í Noregi. Tá ið vit tosaðu við hann sunnukvøldið, var keypið ikki endaliga avgreitt, men tað varð tað [...] Steintór fiskiloyvið hjá djúpvatnstrolaranum, Beintu, av Tvøroyri, tá ið hon varð seld av landinum og nú hava teir so fingið ein trolara at brúka tað fiskiloyvi. Dala- Rafn er ein djúpvatnstrolari, sum
alt fyri eitt aftur, og brádliga vóru teir frammanfyri, tá Arsenal leikarin, Inamoto, fór sjálvur ígjøgnum belgisku verjuna. Reyðu devlarnir fingu tó bjargað sær annað stigið, og halda tí framvegis fast [...] vinna seg víðari úr bólkaspælinum. Russland er væl fyri Framman undan hesum dystinum høvdu Russlan og Tunis sett hol á bólkin. Hóast teir máttu bíða fram til seinna hálvleik, so er neyvan nakar, sum av [...] um maskinfótbólt av besta slag, har afrikanarnar runnu runt í russisku kombinatiónunum. Yegor Titov og Valeri Karpin, sum báðir hava verið millum málskjúttarnir móti Føroyum skutu russisku málini. Úrslit: