fóru undir at gera Vesturtunnilin, varð skipanin tann, at vit áløgdu teimum, sum skulu nýta hann, eitt ávíst nýtslugjald. Hetta er ein tápulig skipan, tí hon ger, at nøkur aftra seg við at nýta tunnilin [...] Einki er at ivast í, at tá vóru mong mistøk gjørd, men hetta hevur eisini í ein ávísan mun skuggað fyri teimum røttu avgerðum, sum tiknar vóru í hesum árum. Tað var rætt at satsa upp á útbygging av un [...] undirstøðukervinum, so at vit fingu vegir millum bygdir og tunlar. Somuleiðis var tað rætt at fara undir at gera Vesturtunnilin uttan tunnilsgjald. Tíverri støðgaði danska stjórnin hesum skilagóða tiltaki
fólk um, at melduródnin var á veg, og tí teir vóru ov seinir at senda hermenn at hjálpa neyðstøddum, tá ódnarveðrið hasaði av. Sky News sigur, at í høvuðsstaðnum Yangon standa fólk í bíðirøðum at keypa sær [...] almenna kringvarpið at siga, at bara í býnum Bogalay við Irrawaddy-ánna viðskeiðis í landinum hava umleið 10.000 fólk latið lív. Teilendsku myndugleikarnir siga seg hava fingið at vita, at minst 30.000 fólk [...] Noppadol Pattama, uttanríkisráðharri, við Sky News. Nyan Win sigur við Xinhua, at tað er lítið at ivast í, at talið á deyðum fer at veksa, so hvørt sum bjargingarliðini fáa samband við tey ringast raktu økini
var niðurstøðan, at við altjóða semju eigur tað at bera til at taka stig, sum kunnu beina rúmdarsteinar burtur frá jørðini. Frágreiðingin hjá ASE minnir á, at tað er ikki óhugsandi, at stórir rúmdarsteinar [...] februar fer ein arbeiðsbólkur hjá ST at umrøða, hvat heimssamfelagið skal gera, um vandi er fyri, at ein rúmdarsteinur og jørðin kunnu bresta saman. Granskarar halda, at ein tílík vandastøða kann koma innan [...] hesin eldurin so stórur, at hann hevði lagt ein stórbý sum New York í øsku. Kjarnorkubumbu Granskararnir siga, at teir flestu rúmdarsteinarnir, sum kunnu raka jørðina, eru smáir, og at teir flestu kolast upp
í valstríðnum um, at hon ikki ynskti nakran Sandoyartunnil. - Hon er eisini komin í landsstýrissessin frá gøtuni, so at siga. Tí er tað kanska ikki so løgið, at hon ikki hevur dugað at takla samstarvið [...] Magnussen vænta, at Gerhard Lognberg verður blakaður úr flokkinum. - Skal man eksludera fólk fyri at berjast fyri einum veikum útjaðara, spyr Kristian Magnussen. - Eg dugi slett ikki at síggja, at vit yvirhøvur [...] heldur eisini, at málið um Sandoyartunnilin kundi verið betri handfarið. - Trupulleikin liggur sjálvandi ikki bara á einum stað. Og vit kunnu bara staðfesta, at ósemjan hevur fingið loyv at fara ov langt
risikera at generalisera trúarbólkar og samkomustøð út frá anonymum innleggum í kjakinum, og at gera hetta til partapolitiskt kjak. Og tað var heilt skeivt at seta hetta í samband við, at eg eri politiskt valevni [...] Tjóðveldi, og at tað er sett fram undir eini "politikara-kasjett". Tað var ikki ætlanin at hetta skuldi vera ein valgrein. (Eg sendi eisini greinina til Dimmu, men tá tey boðaðu mær frá, at hon fór at standa [...] aftur). Eg eri sjálvandi greiður yvir, at Tjóðveldi hevur sum grundvirði at gera greiðan skilnað millum politikk og átrúnað, og at tryggja trúarfrælsið og rættin at virka í og eftir síni trúgv uttan nakra
so stórum nøgdum, at sjúklingarnir fóru at bløða. Tað kom eisini fram, at hann hevði givið sjúklingunum evnið uttan at tosa við nakran lækna fyrst. Í rættinum viðgekk Peter Zelenka, at hann hevði givið [...] hevur dømt ein sjúkrarøktarfrøðing lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava beint fyri sjey sjúklingum og fyri at hava roynt at beina fyri tíggju øðrum sjúklingum. Sambært dóminum gav Peter Zelenka [...] men hann dugdi ikki at siga, hví hann hevði givið teimum ov nógv, og hann bað um umbering fyri gerðir sínar. Hann bað um at sleppa undan lívlongum fongsli, tí heilsan er farin at bila, men tað hjálpti
tveir mánaðir síðani, at nýggja útlendingalógin kom í gildið, sum ger tað munandi lættari hjá arbeiðsgevarum at fáa ES-borgarar til Føroyar at arbeiða. Men enn sær ikki út til at tað stóra er hent á økinum [...] økinum. Á nýstovnaðu útlendingastovuni siga tey, at skipanin er so nýggj, at enn má hon sigast at verða undir uppbygging. Tí hava tey enn ongi tøl fyri, hvussu nógvir útlendingar eru komnir higar eftir [...] mesta lagi loyvi at vera her í eitt ár ísenn. Treytin er, at útlendingarnir arbeiða eftir føroyskum sáttmálum og teir skulu hava trygd fyri minst 30 tíma arbeiðsviku. Hetta er fyri at gera tað nógv skjótari
landsstýrið lyfti um, at eisini politisk stig fóru at verða tikin at fáa ferð á shippingvinnuna, m.a. við at gera FAS-skipanina kappingarføra. Vinnumálaráðið hevur nú boðað frá, at nýggjur stjóri er settur [...] og fyrilestrarhaldarar samd um, at nógv hevur farnu mongu árini verið tosað um at skapa vøkstur í shippingvinnuni, men lítið er hent. Eitt nú varð víst á, at neyðugt er at gera Føroysku Altjóða Skipaskr [...] umboð úr shippingvinnuni arbeitt við at fyrireika eitt maritimt forum, ið skal virka fyri at skapa vøkstur í shippingvinnuni. Fyrireikingarnar eru komnar so væl áleiðis, at stovnandi aðalfundur verður í heyst
kemur í gildi. - Vanligt er, at man tekur ein fund aftan á fyri at viðgera tey punktini, sum eru at finnast at. Ein slíkur fundur kom ongantíð í lag, tí russarnir søgdu, at teir bara savnaðu upplýsingar [...] ikki ósamdur við russum í, at ikki øll viðurskifti hava verið í lagi, tá russisku kanningarfólkini vitjaðu í mei. Tað sum hinvegin ger hann bilsnan, at vinnan ikki fær møguleika at fáa rætta skeivleikarnar [...] seta nøkur krøv, sum ikki ber til at ganga á møti. Til dømis, at sláturvirkini skulu vera innihegnaði. - Slík krøv ber ikki til at lúka, tí vit mugu hava fría atgongd til kaikantin. Hettqa er heldur ikki
hevur hitt ikki so nógv at siga. Og so endar tað við, at hetta verður ein umbering fyri at vera dovin, og so blívur tað fesjut og keðiligt. Tað eigur ikki at vera í lagi at hugsa, at alt hitt er ikki so farligt [...] Heldur eigur kristni boðskapurin at eggja okkum at gera okkum so nógvan ómak sum gjørligt við tí, sum vit skapa. Sum Guds børn eiga vit at geva tað besta vit kunna og at gera tað so gott sum gjørligt. Fólk [...] má hava so mikið av virðing fyri, at tey vita, um tað, sum verður lagt fram er gjørt ordiligt ella ikki, sigur Martin í Grund. Martin ynskir, at tað, sum hann hevur at siga í tekstunum, kemur væl fram.