ið sostatt átti at stillað kommuna frítt. Føroya Lærarafelag virð-ir, at annað fakfelag hevur dagstovnaøkið undir sær, og Føroya Lærarafelag hevur ongar ætlanir at troka sær veg fram at nýggjum øki. Men [...] kommunan í tíðaravmarkað skeið víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Tað er ógvuliga áhugavert at geva sær far um, at dagstovnalógin nevnir ikki við einum orði frítíðarskúl-ar [...] og broytt. Tað eigur undir ongum umstøðum at verða gjørt til ein part í einum máli um starvssetan. Úrslitið er, at umsøkjararnir verða gíslar og brúktir til at fremja broytingina. Føroya Lærarafelag krevur
verða borgararnir í kommununi noyddir at savna sær ruskið saman til leygardag, um teir ikki skulu gjalda fyri at sleppa av við tað. Hugsast kann, at hetta fer at økja um bíðirøðina á Sandvíkahjalla og [...] og harvið minka um áhugan fyri hesum tilboði, soleiðis at fólk aftur fara at freistast at velja ta lættastu loysnina: at blaka ruskið frá sær bara onkunstaðni - til miklan ampa bæði fyri umhvørvi og náttúru [...] hjá bæði ungum og eldri í ymsu býlingunum at brúka ein dag í felag at hjúkla um umhvørvi og náttúru umframt at njóta eina góða løtu saman. Skerdu møguleikarnir at sleppa av við húsarhalsburturkast og avtøkan
aðrir hava roynt at leggja seg upp á síðuna av honum. Roknaðu tit ikki við, at hetta fór at endurtaka seg? - Eg sigi fyri meg, at eg roknaði við, at mótstøðan fór at verða ógvuliga stór í endaspurtinum [...] skilti eg tað soleiðis, at vit høvdu hug at leggja okkum fram um, og tað megnaðu vit so at halda, greiðir Svein Rógvi Nielsen, bátsformaður á Klaksvíkingi, frá. Eysturoyingur plagar at smekka til, tá ið aðrir [...] jú kendur fyri at hava sera góðan endaspurt, men hesa ferð megnaðu vit at halda teimum. Vit fóru eitt sindur frá teimum í síðstu tøkunum, og vit vóru so mikið fremstir, at vit tordu at reisa okkum beinanvegin
og skoytir uppí, at tað er eingin loyna, at tað er tyngjandi og trupult at verða avvarðandi: - Eingin hevur biðið um at verða avvarðandi, og hetta noyðist ein at læra. Tað er umráðandi at deila lívið hjá [...] hjálp fyri at gerast vitandi um sína egnu støðu og at skapa sær nýggjar møguleikar. - Nógv avvarðandi brúka alla orkuna á at nøkta tørvin hjá tí sjúka. Tað er sjálvandi natúrligt og rætt at hjálpa teimum [...] sær við øðrum. - At skapa trúnað og eina oasu, har ein kann verða fríur og fortelja um sítt lív og sína støðu. Tað er mín uppgáva at skapa rúmið, har tað ber til at vera tann, ein er, og at kenna sorgina
lyklastørv. Tí er tað kærkomið at hoyra, at fyristøðufelagið Statoil í komandi boring á landgrunninum leggur seg eftir at seta føroyingar í lyklastørv. Eitt nú síggja vit, at leiðandi boriverkfrøðingurin [...] fólk sleppa at royna seg fáa avbjóðingar og kunnu gera sínar egnu royndir. At føroyingar, sum Statoilstjórin so rámandi segði við Vinnusíðurnar herfyri, koma at sita báðumegin borðið fer at vera ein fyrimunur [...] . Tí skal tað vera okkara vón, at bæði feløg og myndugleikar gera sítt til at ávirka gongdina henda vegin, og tað er so í fyrsta lagi at útbúgva okkara egnu fólk til at manna eisini tey týðandi størvini
neyðugt at koma út um landoddarnar. Hetta er ein sera týðandi partur av hugmyndini við AME. Vit vilja sjálvsagt vóna, at tiltakið í so máta virkar eftir endamálinum. Tað er lítið at ivast í, at allir føroyingar [...] og soleiðis eigur tað at vera.Tó eigur at viðmerkjast, at eisini millum teirra, sum ikki vunnu heiðursløn hetta kvøldið eru framúrskarandi tónleikarar og tónasmiðir. Vit eiga at virðismeta okkara listafólk [...] hugskot at gera Prix Føroyar til annað og meira enn eina kapping millum rútmiskar bólkar. Við at víðka hetta hugtak til eitt Atlantic Music Event gjørdu fyrireikararnir tað møguligt veruliga at vísa, hvat
bara staðfesta, at kappingin er harðnað nógv, og vit noyðast at stríðast fyri at verja okkara marknaðarpart, sigur Jóhan Páll Joensen. Røddir vilja verða við, at ein av orsøkunum til, at bankin hevur mist [...] seg einki kenna til. Jóhan Páll Joensen sigur tó, at um so er, at bankin er við at missa fleiri stórar kundar, so er tað nakað, ið nevndin í bankanum fer at viðgerða í næstum. [...] álvara er farin at merkja kappingina frá íslendska íløgufelagnum. Ongar alarmklokkur Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður í Føroya Banka, hevur ikki hug til at gera stórvegis viðmerkingar til, at bankin nú hevur
sum øll hini. So kann man siga, at tað eru bara nøkur, sum eru serliga vandamikil í ferðsluni. Hertil er at siga, at betur er at binda um heilan fingur. Settar eiga tí at verða serligar treytir ? strangar [...] bæriligt mál at seta sær, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Men hetta er aðaltátturin í null-hugsjónini, ið leggur upp til, at vit laga umstøðurnar soleiðis, at endmálið við [...] eini ferðsluvanlukku á Varmakeldueiði í 1928, seks ár eftir, at fyrsti bilur kom til Føroya. Seinni árini er tað sum um at vit hava góðtikið, at eini eini 5-6 fólk skulu doyggja í ferðsluni á hvørjum ári
oljumálaráðharra at kunna boða tykkum frá, at hesar broytingar á ongan hátt merkja, at vit raðfesta oljuleiting minni. Tvørturímóti ynskja vit við eini nýggjari útbjóðing at vísa umheiminum, at vit raðfestina [...] koma longur við seismikki og øðrum kanningum fyri at fáa betri forstáilsi av tí, sum er undir basaltinum, soleiðis at tað seinni ber til at fara undir at bora her. Bjarni Djurholm vísti eisini á broytingarnar [...] in helt fyri, at føroyska undirgrundin er ein stór avbjóðing og nevndi her serstakliga basaltið. Nærum alt økið er dekkað við basalti, men kortini hevur leitingin víst, at tað ber til at gera kanningar
reiðari skal sleppa at fylgja egináhugamálum út í odd og egg við at selja til hvønn sum helst, bara prísurin er bestur, so eigur sami reiðari eisini at fylgja marknaðartreytum, tá talan er um at sleppa framat [...] enn í dag fer beinleiðis av landinum. Tað verður spennandi at síggja, um hetta er enn eitt dømi um, at partar av fiskivinnuni ynskja at sleppa at fáa marknaðartreytir, tá seljast skal, men vilja framhaldandi [...] eitt kjak, um skip skulu sleppa at landa, har tey vilja, og nú fyriliggur so ein ætlan um at hava eina internetuppboðssølu, har allar bindingar skulu burtur. Hetta eigur at vera søtur musikkur í oyrunum