undir umbygging, og tí verður fimleikurin í Vestmanna komandi árið ikki bert í ítróttarhøllini. Nakrir av yngru og eldru fimleikabólkunum skulu nevniliga venja í missiónshúsinum. Tað sæst í kunningini frá [...] komandi árið. Felagið skrivar, at tillagingar eru gjørdar, tí skúlin er undir umbygging. Gentur, sum eru fýra til seks ára gamlar, skulu venja í missiónshúsinum týsdagar klokkan 17.30. Gentur í 4. og
flotin skuldi fiska so effektivt sum gjørligt. – Mestsum allir nýggir trolbátar eru útgjørdir til at fiska við tveimum trolum. Sum er, verður møguleikin at vera so effektivur sum gjørligt ikki nýttur í fiskiskapi [...] Hon vil millum annað hava at vita, hvørja ávirkan tað hevði havt á búskapin og effektiviseringina av fiskiskapinum, um tað varð loyvt føroyskum skipum at fiska við tveimum trolum. Løgtingskvinnan spyr [...] landsstýrismannin at greiða frá møguligari ávirkan á djúpvatnsfiskiskapin á ytru leið og á nøgdina av hjáveiðu. At enda spyr hon, um landsstýrið ætlar at gera nakað við møguleikan hjá føroyskum skipum
enn mangla, um Føroyar skulu gerast partur av skipanini í 2028. Hon vil eisini hava at vita, um nóg mikið av fíggjarligari og starvsfólkaligari orku er sett av til fyrireikingarnar, og um føroysku útbú [...] skipanina sum londini, ið eru partur av henni. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Bjørg Brynhildardóttir Egholm á, at Føroyar tvær ferðir hava boðað ES frá, at vit vilja gerast partur av Erasmus+ [...] útlendskum lesandi og starvsfólki og at senda føroysk lesandi og starvsfólk av landinum gjøgnum Erasmus+. Erasmus+ er ein týðandi partur av evropeiska samstarvinum um útbúgving. Skipanin gevur lesandi, starvsfólki
Karlamagnusarbreyt enn í 98 av teimum 119 bygdunum og býunum í hagtalsskipanini hjá Hagstovuni. Við øðrum orðum hevði henda eina gøtan í Hoyvík fleiri íbúgvar enn góð 82 prosent av føroysku bygdunum. Karl [...] ella sløk 18 prosent eftir einum ári. Fólkaríkasta gøtan í Føroyum hevur sostatt á leið sama fólkatal sum ein miðalstór føroysk bygd. Tá bygdartølini frá januar 2025 verða samanborin við tey 550 fólkini á [...] Karlamagnusarbreyt, vóru bert 21 bygdir og býir størri enn gøtan. Hinar 98 vóru minni. Millum støðini, sum tá høvdu færri íbúgvar enn Karlamagnusarbreyt, vóru millum annað Trongisvágur, Syðrugøta, Sandur, Skopun
verður øll hækkingin løgd oman á lønina. Í øðrum førum verður ein partur av karminum brúktur til umflokkingar. Tey 12 fakfeløgini, sum frammanundan høvdu gjørt semju, eru Starvsfelagið, Heilsurøktarafelagið [...] og føðslufelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Føroya Tekniska Lærarafelag og Pharma Danmark. Flestu av hinum fakfeløgunum eru eisini farin til sáttmálasamráðingar, upplýsir Jan Sjóstein, stjóri á lønardeildini
fólkatal sum árið fyri, meðan Húsavík fór úr 64 niður í 63. Á Skarvanesi búðu framvegis níggju fólk. Gongdin kemur eftir, at Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023 og gjørdi Sandoynna part av fasta v
sløkkiliðsstøðini í Klaksvík. - Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt síðst í september. Tað er Býli, sum skal gera arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu. Í sambandi við arbeiðið at skifta tekjuna verður koyrileiðin [...] millum sløkkiliðsstøðina og FK stongd í byggitíðini. - Somuleiðis verða parkeringsplássini á suðursíðuni av sløkkiliðsstøðini ikki tøk. Í Klaksvíkara kommunu verður sagt, at prísurin fyri verkætlanina verður
greiðir hann frá avgerðini, framtíðarmøguleikunum hjá handlinum og tí, sum krevst av einum nýggjum eigara. Les alla samrøðuna í Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga [...] Simme Musikkhús hevur verið partur av føroyska tónleikaumhvørvinum síðan 1959. Men nú kann handilin lata aftur, um eingin nýggjur eigari verður funnin. Terje B. Vestergaard keypti handilin í 2024. Hann
er sostatt meira enn tvífaldað síðan 2017, tá Donald Trump á fyrsta sinni tók við sum forseti. Umleið ein triðingur av vøkstrinum kom undir koronufarsóttini, tá amerikanski staturin tók stór lán fyri at [...] Samlaða ríkisskuldin hjá USA er nú farin upp um 40 billiónir dollarar. Tað vísa nýggj tøl, sum amerikanska fíggjarmálaráðið almannakunngjørdi mikudagin. Ráðið dagførir skuldina hvønn gerandisdag í dátusavninum [...] i. Amerikanska fíggjarmálaráðið boðaði mikudagin frá, at tað fór at meira enn tvífalda afturkeypið av langtíðar ríkislánsbrøvum fyri at stuðla marknaðinum. Tað fekk renturnar at lækka aftur fyribils.
tyrluvanlukkuni í Kenya mikudagin. Tað hevur forsetaembætið í Ekvador váttað. Sensi-Contugi var í Kenya sum ferðafólk saman við konuni. Tyrlan hevði seks ferðafólk og ein flogskipara umborð. Hon datt niður klokkan [...] doyðu. Lesið eisini: Sjey deyð í tyrluvanlukku í Kenya Amerikanska uttanríkisráðið upplýsir, at fimm av teimum deyðu vóru amerikanskir ríkisborgarar. Stephany Hollihan hevði bæði amerikanskan og ekvadorianskan [...] væl umtókt millum gongufólk. Fleiri ferðavinnufeløg bjóða eisini tyrlutúrar yvir fjallið. Tyrlan var av slagnum Eurocopter EC130 B4 og var á veg úr Loisaba Conservancy til Ewaso Nyiro-økið, tá hon datt niður