brúkti sín frídag í Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum. Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá [...] liðfelagar. Úr Vestmanna verður sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni. - Sum tøkk fyri túrin fingu bátaeigararnir, Jákup [...] Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður, og fiskiskapurin var nøkunlunda. Lagt verður aftrat, at á túrinum varð eisini siglt fram við landi og inn í nakrar holur við hondbóltsliðnum. - Føroyingurin
um. Kristján Loftsson heldur, at møguleikin at gera jarnískoyti úr hvalakjøti kann broyta kjakið um hvalaveiðu. Hann væntar, at lond við stórum hvalastovnum kunnu fara at síggja hval sum eina keldu til [...] hvalaveiðufelagið Hvalur hf. ætlar at framleiða kostískoyti úr kjøti av sløttibøku. Talan verður um pulvur, sum verður selt í hylkjum undir heitinum „Reyðarjárn“. Endamálið er at fyribyrgja og viðgera jarnmangul [...] jarnmangul hjá fólki. Kristján Loftsson, stjóri í Hvali hf., sigur við Morgunblaðið, at blóðtrot verður mett at raka umleið ein triðing av heimsins íbúgvum. Um helvtin av tilburðunum stendst sambært honum av
bretsku frálandsvirkseminum hjá Equinor og Shell, stendur fyri verkætlanini. Felagið metir, at útbyggingin fer at kosta 8,7 milliardir pund. Sambært Adura kann verkætlanin skapa umleið 3.500 arbeiðspláss [...] í hæddini. Tá framleiðslan er komin í gongd, væntar felagið, at Rosebank fer at tryggja 880 arbeiðspláss og 125 lærlingapláss. Ætlanin er at framleiða umleið 69.000 tunnur av olju um dagin, tá framleiðslan [...] arbeiddi hjá Equinor, sigur, at málið ikki verður avgjørt av skotsku stjórnini. Hon heldur, at bæði arbeiðspláss, innkeyp í heimliga vinnulívinum, útlát og onnur viðurskifti eiga at verða tikin við í metingina
Tórshavnar kommunu vísti í viðmerkingunum á, at av tí at nógv virksemi longu er runt Vesturvarða, er ósannlíkt at súkklu- og gongugøtur fara at lýta náttúruøkið, og at gøturnar í størst møguligan mun verða gjørdar [...] frástøða og 2 mió. kr. Tórshavnar kommuna hevur samtykt at geva Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon tilsøgn um stuðul upp á 2 mió. kr. og loyvi at fara undir eina oyggjaleikabreyt, sum er 3 km til longdar [...] flest borgarum í kommununi. Fund við viðkomandi partar Fyri at lata brúkarar og borgarar sleppa til orðanna, hevur Tórshavnar Kommuna skipað fyri tveimum fundum við partar í rossaumhvørvinum í Havnardali
Klokkan 17 fara skótarnir at skipa fyri undirhaldi fyri børnum, og millum klokkan 16 og 21 verður høvi at vitja Báta-og Listasavnið ókeypis. Tá seglskipini eru komin, verur farið at grilla sneisabreyå, og [...] dansin, har til ber at keypa sær okkurt leskandi, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat. Í Eysturkommunu hava tey gjørt eina skrá fyri seglskipavitjanina, og her verður sagt, at skipini leggja [...] Lávusarhús verður opið frá klokkan 18-22, og her verður høvi at keypa sær kaffi og ymiskt annað. Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, fer at halda røðu klokkan 21, og síðan verður felagssangur á
Sement er fyri teg, sum tekur tónleikin í álvara og vil taka næsta stigið. Tað er onki aldursmark, og tú kanst vera bæði roynd/ur og óroynd/ur. Tað týdningarmesta er, at tú hevur okkurt, tú vilt vísa fram [...] royndum fólki í tónleikavinnuni og møguleika at spæla teg víðari til størri pallar. Vinningarnir eru 30.000, 20.000 og 10.000 kr., og tú kann eisini vinna eitt pláss á G!, SPOT Festival og øðrum pallum [...] pallum. Um tú situr við einum lagi, einum bólki ella einari ætlan, sum tú hevur hug at gera nakað meira við, so er ikki at bíða ikki til næsta ár. Freistin er 1. september. Melda teg til á: www.torsgota.fo/sement
var ikki lukkuligt at missa nakað, ið hendi har. Tá tú fyri stuttum fanst útav, at tú ikki var sloppin við til Havnar at syngja við teimum, vart tú ikki blíður. Mann sigur, at ein skal grulva, áðrenn [...] har, mundu skrædnað. Eisini á hendan hátt vísti tú, at framdriftin altíð kemur fyrst, tað er hon, viljin til at gera mun, til at vera nakað fyri onnur, ið lá tær fremst í huga. Tú spardi teg ikki. [...] fari altíð at minnast títt ljósa smíl, tín vilja, framdriftina, kreativitetin og musikalitetin. Tú ert fyrimynd og inspiratión í mínum lívi og virki. Ikki øll vita, at tú byrjaði at spæla klaver
inn á nøkur aktuell mál og viðurskifti hjá fólkakirkjuni. Biskupurin fegnaðist um, at nógv er fingið av skafti, og at samstarvið millum fólkakirkjuna og Mentamálaráðið er so gott. Millum annað fegnaðist [...] Mentamálaráðið: Á fundinum vóru eisini prósturin, Ovi Brim, og umboð fyri Stiftsumsitingina. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupurin er ráðgevi hansara í k [...] 2027. Biskupurin vísti landsstýrismanninum runt á Biskupsgarðinum. Landsstýrismaðurin gleðir seg til at halda fram við tí góða samstarvinum. ##med2##
andstøðupolitikarin, Lev Shlosberg, er dømdur í fongsul í 11 ár og ein mánað. Sagt verður, at dómurin er fyri at niðurgera og spreiða lygnir - ella "fake news" - um russiska herin. Tíðindini ber russiska [...] inum, Jabloko. Í síðstu viku varð flokkurin dømdur í russiska hægstarætti, og flokkinum er sýtt fyri at stilla upp til tjóðartingsvalið um nakrar vikur. Flokkurin hevur kært dómin, og sum skilst verður
borgarafundunum er, at allir borgarar skulu hava møguleikan at sleppa til orðanna og føra síni sjónarmið fram. - Ætlanin er, at hetta skal síggjast aftur í raðfestingunum hjá býráðnum, siga tey í Sunda kommunu [...] Sunda kommunu vísa tey á, at kommunan í fjør skipaði fyri væl vitjaðum borgarafundum runt í ymisku bygdunum í kommununi. Fundirnir vórðu væl móttiknir, og kommunan fekk bæði rís og rós. Endamálið við bor [...] Sunda kommuna byrjaði í fjør at hava árligar borgarafundir runt í ymisku bygdunum. - Nú eru dagfestingar settar á borgarafundirnar í 2026, og byrjað verður í Hósvík komandi mikukvøld klokkan 20. Í Sunda