familju, deila upplýsingar frá telefonini ella keypa ein pakka úr Kina, spælir KT ein týðandi leiklut. Kunningar- og samskiftistøkni er allastaðni og er ein inngrógvin partur av okkara lívi og gerandisdegi [...] krevur lítið og onki náttúrutilfeingi og hevur ein altjóða marknað. Møguleikarnir eru tískil at kalla óavmarkaðir. Og førleikarnar hava vit longu. Tað er ein rúgva av dugnaligum fólkum í Føroyum, sum arbeiða [...] vit í Framsókn, at vit skulu gera. Vit hava sæð góð dømi um verkætlanir, ið skulu stimbra áhugan í KT-vinnuni og skulu menna hana í Føroyum. GameJam er ein Workshop, sum mennir telduspøl, og almenna verkætlanin
krevst ein verulig nýskipan á økinum, um vit skulu loysa tær avbjóðingarnar, sum eru. Eitt, sum er sera ógreitt er, hvør hevur ábyrgdina av kommunulæknaskipanini! Hevur nakar ábyrgdina – ella er hon býtt [...] somu trupulleikar sum nú. Álitið varð gjørt saman við kommunulæknum. Í álitinum vóru nógv góð uppskot um hvat kundi gerast við tær avbjóðingar, sum vóru. Tíverri vísti tað seg, at politikararnir, sum komu [...] læknavaktini aftan á arbeiðstíð, so hendan hevur verið ovbyrjað og nú hevur gjørt nakrar broytingar, so tað er torførari at fáa læknahjálp aftan á arbeiðstíð enn tað annars hevur verið. Kommunulæknaskipanin virkar
spurningurin er, um tað er egnað til føroysk viðurskifti, tá vindstyrkin er so nógv. Kundu runnar kanska verið eins góð loysn? Tari dregur eisini nógv Co.2 úr luftini og umskapar tað til oxygen. Er tað kanska [...] Eisini verður tosað um at skifta bilin út við ein el-bil, og so eisini, at mann skal skilja ruskið betur ella skifta oljufýringina út við jarðhita. Alt hetta er miðvíst rættað eftir, at Pól og Anna skulu [...] dálkingina og verja umhvørvið. Ella er tað so? Hetta eru viðurskifti, sum landið má kanna nærri og gera nakað við. Tí tað, sum virkar í USA og Norra, merkir ikki, at tað er tann mest effektiva loysnin í Føroyum
spyrja, um 10 ár er ein long starvstíð í sama stað? Jú, tað er tað, tí kappingin um góð starvsfólk er sera hørð og tilboðini í dag eru mong, og fólk flyta regluliga úr starvi í annað starv. - Og 10 ár í hørðum [...] eitt gott innlit í, hvat ein heimahjálp arbeiðir við. Øll hava verið sera glað fyri Suzannu. Hon er arbeiðssom, álítandi, umsorganarfull og altíð klár at hjálpa. Hon møtir væl upp, hon er altíð glað og hon [...] Heimarustovu á Lágargarði. Joan er fakliga væl fyri og er altíð klár at taka eina eyka uppgávu ella eina eyka vakt. Hon er kollegial og dugir væl at læra frá sær. Joan er friðarlig, men hevur tó sínar fakligu
til arbeiðis, tí hann er enn nógv merktur av vanlukkuni, og møguliga kemur hann bert at arbeiða aftur, har tað ikki er óljóð ella likamliga krevjandi. Trupulleikin er, at maðurin er í Føroyum upp á fami [...] stovnarnar og privatu fyritøkurnar at gera sína egnu meting av, hvat “góð integratión” er. Hetta er sjálvandi ógvuliga ørkymlandi bæði fyri útlendingin og fyri arbeiðsgevaran. Vit mugu minnast til, at ú [...] Útlendingastovan er í dag ein partur av Vinnustovninum, sum liggur undir Vinnumálaráðnum. Signalið er næstan ikki til at taka feil av: Útlendingar eru fyrst og fremst arbeiðsmegi. Vit gloyma tó, at útlendingar
eisini fólk sum arbeiða við at útflyta okkara tónleik, so tað er ein vinna sum er væl skipa – tað kann allarhelst eisini blíva enn betri, men tað er ikki tað eg ætlaði at viðgera her. So hava vit tann bólkin [...] Tað er stór synd fyri tónleikararnar og tað er eisini stór synd, at vit ikki sleppa at hoyra allan hendan tónleikin beinleiðis á einum spælistaðið. Orsøkin til at splistøðini ikki hava konsertir er ikki [...] vilja hýsa konsertum javnan, so vit hava eina avbjóðing sum gott kann loysast, tí tað er ein avbjóðing sum bert er fíggjarlig. Um vit gera eina skipan, har øll spælistøð í Føroyum kunnu søkja eftir peningi
lívinum, er okkara tilvera innan skúlagátt. Summi stórtrívast. Summi av og á, og uppaftur onnur als ikki. Eins góð kenslan er tá tú mennist, kveikist menniskjaliga og sodnar bæði líkt og ólíkt, eins forpestandi [...] barnaflokkinum, er so kravmikil, at vit mugu hugsa skúlan, sum eina tvørfakliga menningarleið hjá barninum, heldur enn ein frálærandi skúla. Hvussu vit flyta okkum hagar, er fyrst og fremst ein spurningur um [...] sum stríðast við dagliga. Tað skal ikki serliga nógv hugflog til at skilja, hvat hesi ungu fólk berjast við dagliga, og hvat viðføri tey bera við sær framá leið í lívinum. Uppgávuna at lofta truplu støðunum
ár. Hví tey ungu millum 18 og 21 ár, spyr onkur. Hvat við teimum, sum ikki hava ráð at fara til tannlækna og eru eldri? Tað er ein púra rættvísur kritikkur. Men vit mugu byrja onkrastaðni, og ung fólk [...] Kostnaðurin at víðka skipanina frá 16 ár til 18 ár í 2014 var á leið 3-4 milliónir. Eg haldi, at hetta er ein góð og neyðug íløga, tí fyri tann einstaka kann tað vera øgiliga dýrt at fara til tannlækna. Men lyfta [...] ár, so skalt tú í egnan lumma at gjalda. Tað er ikki rætt. Og eg haldi, at vit skulu víðka um skipanina at rinda tannrøkt gjøgnum felagskassan. Eitt uppskot er, at aldursmarkið hækkar úr 18 ár upp í 21 ár
ungdómurin hevði verið og hvat hann hevði gjørt, um tað ikki vóru góð og mennandi ítróttartilboð kring alt landið dag og dagliga, har vaksin eru um tey! Ímyndið tykkum, hvat tað hevði kostað? Og hugsið [...] árliga. Tað er mangan prógvað, hvussu nógv ítrótturin sparir okkum innan heilsuverkið. Eru vit kropsliga virkin í góðum felagsskapum, fyribyrgir tað bæði sálarligari og kropsligari sjúku. Tað er eisini prógvað [...] úrslitini seinastu árini hava samansjóðað tjóðina betur enn nakað annað. Men játtanin til ítróttin er stórt sæð ikki hækkað seinastu nógvu árini. Nú sansar at. Vit mugu lurta eftir teimum, sum varða av
fær tað fulla løn undir sjúku, uttan at skula lyfta ein fingur. Góð og virðilig kor til ein modernaðan arbeiðsmarknað. Tímalønt og sjálvstøðug starvsfólk hava hinvegin ikki rætt til løn, um tey gerast [...] freistin at søkja er farin, og vónandi er tann sjúki nóg fræg/ur til at fáa hetta avgreitt. Megnar tann sjúki at hanga í allan túrin gjøgnum karusellina, fær hann/hon endurgjald. Men tá er tað í mesta lagi [...] til tín – um tú megnaði allan túrin. Nøkur tímalønt fáa hægri løn enn ásett í sáttmála. Nøkur tímalønt arbeiða eisini yvirtíð, tá nógv er at gera. Fleiri tímalønt arbeiða tær skeivu vaktirnar, sum ongin