20. februar. Eucharias, deyður á 788. Biskupur í Orleans, sum fyri fleiri undurgerðir varð skírdur halgimenni. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
29. mai. Maximinus, deyður í 352. Biskupur í Trier í Fraklandi. Á ferð til Miklagarðs at royna semju í kirkjuligum stríði doyði hann.
8. mai. Stanislaus, deyður í 1079. Biskupur í Karkow. Hann varð tikin av døgum, tí hann hevði at konginum Boleslav. Tjóðarhalgimenni hjá póllendingum.
23. juni. Paulinus, deyður ár 431. Franskur munkur, sum gjørdist biskupur í Nola í Italiu, har hann doyði úti við 80 ára gamal
29. mars. Jónas, deyður umleið ár 326. Tikin av døgum í Persiu. Navnið merkir dúgva ella er kanska ein stuttur formur av Jóannes.
23. februar. Papias, deyður umleið ár 150. Var biskupur í Hierapolis í Frýgiu í Lítluásiu. Sigst at hava havt samband við ápostulin Filippus.
1. mars. Albinus, deyður ár 550. Abbati og biskupur í Angers í Fraklandi. Varð stutt eftir deyða sín skírdur halgimenni. Navnið merkir hvítur.
6. juni. Norbertus, deyður í 1134. Týskur aðalsmaður, sum stovnaði eina nýggja munkaskipan í Premontre í Fraklandi og seinni gjørdist biskupur í Magdeburg.
15. mars. Sakarias, deyður ár 752. Hann var grikki, ið var valdur til páva í 741. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
23. juni. Paulinus, deyður ár 431. Franskur munkur, sum gjørdist biskupur í Nola í Italiu, har hann doyði úti við 80 ára gamal