borðreiðir við í morgun. Álitismaðurin á miðvøllinum bæði í fjør og í ár hevur verið Noah Mnenéy, men hann verður ikki á HB liðnum næstu vikurnar. HB skrivar soleiðis: Noah brotið beinið Í dystinum ímóti [...] undir knænum. Hann skal binda frið komandi vikurnar, áðrenn endurvenjingin fer í gongd. Noah var stuðlaður av vøllinum av liðfeløgum og hjálparfólkum eftir nærdyst, sum kostaði Sebastian Lau Nielsen hjá [...] fótliðin. Noah Mnenéy hevur seinastu tíðina verið fastur maður í landsliðshópinum. Nú verður hann ikki tøkur, tá ið Eyðun Klakstein seinni í hesum mánaðinum fer at úttaka landsliðshópin.
frá børnum í arbeiðinum hjá Barnabata er, at vantandi pengar ikki eiga at forða teimum í at luttaka í frítíðarítrivi, føðingardøgum, skúlatiltøkum og øðrum felagsskapi við javnaldrar. Tøl frá Í Menniskjum [...] men ikki fingið stuðul, kann tí vera hægri. Í 2024 fingu 486 húski orkuískoyti og 285 noktandi svar. Í 2025 vóru 427 játtanir og 185 noktandi svar. Úr 5.000 upp í 12.000 krónur Tjóðveldi og Sjálvstýri hava [...] hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka orkuískoytið í 2026 úr 5.000 upp í 12.000 krónur. Samstundis skal inntøkumarkið hækkast úr 300.000 upp í 350.000 krónur. Ognarmarkið hjá húskjum við einum ella
sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini, løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing. - Umrøðan, sum fólk kunnu senda inn, má verða sýslumanninum í hendi í seinasta lagi á fundardagin, verður [...] august klokkan 9, sum er mikumorgunin komandi, verður ástaðarfundur í Náttúrufriðingarnevndini, og møtt verður við bústaðin á Heygum 9 í Kvívík. Tað er sýslumaðurin, Kristjan Martin Joensen, sum hevur kallað [...] Martin Joensen, sigur í fráboðanini um ástaðarfundin, at tey, sum hava fingið fundarboð, men sum ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum. Hetta er sambært
listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Jan Eriksen er útbúgvin á Fyns Kunstskole og hevur haft nógvar ymiskar framsýningar í listafeløgum og á listasøvnum í Danmark, millum annað í ART í Herning. Hann er [...] hugflogið, og tað sæst aftur í nógvum av málningum hansara. Málningarnir eru marglittir og litfagrir, við einum broddi av skemti, sum serliga sæst í eyðkendu málningunum av lundum í ymsum meira og minni abstraktum [...] seld í útlondum. Jan Eriksen hevur fleiri ferðir áður havt framsýning í Føroyum, seinast í 2022. Jan Eriksen hevur stóran tokka til Føroyar. Hann hevur verið fleiri studietúrar í Føroyum, serliga í Mykinesi
stóran part í menningini av tí framkomna samfelagnum, sum vit eru í dag, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Sum 32 ára gamal tók Leif við sum stjóri á Gjaldstovuni í 1991. Talan [...] landsstýrismaður vil eg takka Leif fyri gott samstarv í míni tíð sum bæði landsstýrismaður og løgmaður. Tað eru fáir almennir stjórar, sum sita í sama sessi í fleiri áratíggju, og ber tað boð um tað álit, sum [...] hava arbeitt saman. Við hansara drúgvu royndum hevur hann altíð verið í hollur í ráðum, sigur Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. Leif Abrahamsen hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið
Føroyar sum lestrarland er at gerast partur av Erasmus+ nú. Og at ætlanin er, at tey, sum í dag byrja at lesa á Setrinum, kunnu fáa gagn av skiftislestri úti í heimi gjøgnum ta skipanina, og at útlendsk [...] sannlíkindi eru fyri, at nøkur teirra fara at fáa gagn av tí nýggja felagsbygninginum, sum er í umbúna, og sum vónandi verður samtyktur av løgtinginum seinni í heyst. Innleiðslan hjá teimum nýggju Setursspírunum [...] Umleið 200 av teimum, sum byrjaðu í morgun, eru innskrivað til bachelor, 50 til master og 20 á hjánámi ella parttíðarlestri. Í talu síni til tey lesandi segði Martin Tvede Zachariasen, rektari m.a., at
koma til rætta netsamband. § 4 í uppskotinum sigur í stuttum, at fjarskiftisveitarin skal goyma upplýsingar um, hvør kundi hevði eina ávísa IP-adressu ella eitt telefonnummar í einum ávísum tíðarbili. Soleiðis [...] rættargangslógin setur. Tá ið talan er um inntriv í loyniliga partin av samskiftinum, skal rætturin taka støðu til, um inntrivið er neyðugt og hóskar til álvaran í málinum. Tað eru sostatt tvey ymisk stig: Fyrst [...] sporini mugu varðveitast, um tey seinni skulu kunna brúkast í einari kanning. Sama meginregla eigur at galda á netinum. Ein IP-upplýsing er heldur ikki í sjálvum sær prógv um skuld. Fleiri fólk kunnu hava brúkt
Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum var í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm [...] Vestmanna kommunu. - Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður, og fiskiskapurin var nøkunlunda. Lagt verður aftrat, at á túrinum varð eisini siglt fram við landi og inn í nakrar holur við hondbóltsliðnum [...] sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni. - Sum tøkk fyri túrin fingu bátaeigararnir, Jákup Martin Andreassen, Rógvi Nielsen
umleið ein triðing av heimsins íbúgvum. Um helvtin av tilburðunum stendst sambært honum av jarnmangli. Serliga børn undir fimm ár, kvinnur við barn og kvinnur í burðarførum aldri eru í vandabólkinum. Kristján [...] úr kjøti av sløttibøku. Talan verður um pulvur, sum verður selt í hylkjum undir heitinum „Reyðarjárn“. Endamálið er at fyribyrgja og viðgera jarnmangul hjá fólki. Kristján Loftsson, stjóri í Hvali hf. [...] lond sunnan fyri Sahara í Afrika sum dømi. Har er jarnmangul útbreiddur, samstundis sum stórir hvalastovnar eru út fyri vesturstrondini. Hvalur hf. leggur sostatt fyribils søluna av hvalakjøti til Japans
kilometrar í ein útnyrðing úr Hetlandi og er størsta oljufeltið í økinum, sum enn ikki er útbygt. Samlaða nøgdin av olju og gassi verður mett at svara til meira enn 350 milliónir tunnur av olju. Økið liggur [...] avgjørt av skotsku stjórnini. Hon heldur, at bæði arbeiðspláss, innkeyp í heimliga vinnulívinum, útlát og onnur viðurskifti eiga at verða tikin við í metingina. Verður verkætlanin endaliga góðkend av bretsku [...] byggingin er í hæddini. Tá framleiðslan er komin í gongd, væntar felagið, at Rosebank fer at tryggja 880 arbeiðspláss og 125 lærlingapláss. Ætlanin er at framleiða umleið 69.000 tunnur av olju um dagin