kommuna skrivar, at Seinsummardagurin byrjar longu í dag, fríggjadagin 21. august, við súkklukapping fyri børn. Í hesum sambandi verður vegurin inni í Sandavági, frá Nullinum til Bartalsstovuhandilin, stongdur [...] midnátt. Dagurin byrjar við dipping og morgunmati, har Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, bjóðar vælkomin. Restina av degnum verður millum annað sølutorg, spælipláss, barnaundirhald, Húsafellsrenning [...] ing, pilgrímsferð, kirkjukonsert og matsøla. Um kvøldið verða konsertir og dansur í tjaldinum. Við skránni er lagt upp til ein fjølbroyttan dag, har børn, ung og vaksin kunnu hugna sær og vera saman um
dagførda við teimum broytingum, sum eru gjørdar í donsku rættargangslógini frá 1. januar 2023 til 30. juni 2025, og sum verða mettar viðkomandi fyri Føroyar. Í hoyringarskrivinum verður upplýst, at uppskotið [...] uppskotið fevnir um fleiri ymiskar broytingar í rættarganginum. Talan er bæði um dagføringar og aðrar tillagingar av galdandi reglum. Ummælisfreistin er 19. august, og møgulig hoyringssvar skulu sendast á donskum [...] øki innan rættargang, har føroyska lóggávan verður samanhildin við tær broytingar, sum eru framdar í Danmark seinastu tvey og eitt hálvt árini. Lógaruppskotið er nú sent til hoyringar hjá myndugleikum
Agnarsson var á vøllinum í 63 minuttir, og Áki D. Samuelsen var ikki við í hópinum, tá lið teirra, Mjällby var fyri einum skrædli í bestu svensku fótbóltsdeildini. Á 3 Arena leikvøllinum í Stokkhólmi tapti Mjällby [...] seg á odda 3-0. Mjällby hevði bert bóltin 32 prosent av tíðini, og teir høvdu sambært hagtølunum ongan stóran málmøguleika. Mjällby er nummar 12 í deildini við 20 stigum. Teir eru bert seks stig omanfyri [...] hevur 14 stig. Longu hóskvøldið klokkan 18 fær Mjällby høvið at hevna tapið í kvøld, tá teir møta Djurgården á heimavølli í Hällevik.
Estlandi vitjar í Føroyum næstu dagarnar og fer at halda konsertir í Føroyum. Fríggjakvøldið 7. august klokkan 20 verður konsert í Vesturkirkjuni, og sunnukvøldið 9. august klokkan 19 verður konsert í Gøtu kirkju [...] Kamarkórfestivalinum í Estlandi og 1. pláss í Bad Ischl í Eysturríki. - Kórið hevur givið út fløgur, og eitt nú var fløga teirra frá 2011 kosin at vera "Ársins kórfløga 2011" av estiska kórsambandinum [...] Ehala. Í tíðindaskrivi verður sagt, at Pärnu Kammerkoor eisini hevur framført á ymiskum støðum - alt frá smáum kirkjum til stórar konserthallir. - Kórið hevur eisini luttikið í Song Battle-kappingini í estiskum
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til skrivligan fyrispurning frá Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmanni. Í august byrja tilsamans 20 hold í føroyskum sum annaðmál, FSA, fyri vaksin [...] neyðugt við størri játtan til fleiri skeið. 298 lærdu føroyskt í vár Á várskeiðunum í 2026 vóru 298 næmingar. Í juni stóðu 175 teirra roynd á einum av teimum fýra málstigunum. 57 stóðu A1-stigið, 78 A2, 38 B1 [...] Føroyamálsdeildin bjóðar skeið út í vár og heyst í ár fyri at menna verandi undirvísarar og útbúgva nýggjar, og ætlanin er eisini at bjóða út útbúgving í føroyskum sum annaðmál í 2027. Harumframt verður møguligt
føroyska tíð: Statsjarðarferðin í Oslo dómkirkju byrjar. Olav Fykse Tveit, preses í norsku kirkjuni, stendur fyri gudstænastuni. Samstundis verður ein tøgn í ein minutt í øllum Noregi. Almenn ferðsla steðgar [...] Harald V kongur verður jarðaður í norska høvuðsstaðnum Oslo í dag. Dagurin byrjar við einari privatari løtu í Slottskapellet fyri tey nærmastu hjá kongi. Síðani verður skráin hendan – tíðirnar eru norskar [...] fyri føroyska tíð: Kl. 11 føroyska tíð: Høvuðsportrið í kongsslottinum verður latið upp, og kistan verður førd í skrúðgongu til Oslo dómkirkju. Í fylginum eru millum onnur Haakon VIII kongur, Mette-Marit
nú skorað 13 av teimum 40 TB málunum í 1. deild í ár, og sambært FaroeSoccer hevur hann í 99 dystum í Meistardeildini skorað 19 mál, og í 1. deild hevur hann í 62 dystum skorað 19 mál. Í dag skoraði Samudeen [...] sigur hjá heimaliðnum, tá ið TB í Trongisvági í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. TB vann 5-1, og tað er størsti sigurin, sum aldursforsetin hevur vunnið í ár. Hálvleiksstøðan var 4-1. Sigurin [...] við sær, at TB nú er á fimta plássi við 29 stigum, og nú er tað heilt greitt, at TB eisini í 2027 fer at spæla í næstbestu deildini. Hvussu tað verður hjá NSÍ er meiri ivasamt. NSÍ er á sjeynda plássi við
eitt drápsmál. Hin 26 ára gaml skal fyribils sita í varðhaldi í fýra vikur aftrat. Talan er um eina ógvusliga hending, sum fór fram í Nuussuaq hin 6. juli í ár. Sermitsiaq veit at siga, at eftir eitt harðskapsmál [...] hevur síðan verið afturhildin, og týsdagin í hesi vikuni avgjørdi Sermersooq Kredsret, at maðurin framvegis skal vera sitandi í varðhaldi. Sambært Sermistiaq er í løtuni óvist, hvør skuldsetingin er, og tí [...] sjúkrahús. Maðurin doyði stutt eftir av løstum, hann hevði fingið. Eftir eina grundlógaravhoyring hin 7. juli varð hin 26 ára gamli varðhaldsfongslaður, og nú skal hann so sita í fyribils fýra vikur aftrat. Tað
Í Runavík fekk løgreglan í nátt fatur á sjey prutlum, sum nú eru tiknar inn til nærri kanningar. Løgreglan sigur, at tey í Runavík, eins og nógvastaðni í landinum hava avbjóðingar við prutlum, sum koyra [...] er um, at prutlini koyra skjótari enn loyvt er. – Nú er so friður av teimum, so leingi vit hava tey, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Prutlini skulu kannast á rullubretti, áðrenn støða verður tikin [...] løgreglan setur prutlini á rullibrettið, so sæst, hvussu skjótt tey kunnu koyra. Og tað er tað, sum telur í einum møguligum revsimáli. Ikki hvussu skjótt prutlið hevur koyrt, men hvussu skjótt tað kann koyra
Í samband við verkætlanina Náttúruperlan í Skálafirði, vóru vit fríggjadagin ein gongutúr í vakra økinum saman við umboðum fyri Norðurlenska Ráðharraráðnum. Verkætlanin í Skálafirði er ein av sjey, sum [...] hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, skrivar runavik.fo. Ein slíkan vakran seinsummardag í august er nógv at síggja í ósanum, og Tróndur Herason Olsen var óførur at greiða frá mongu fuglasløgunum, sum koma [...] 975.000 kr til Runavíkar kommunu til verkætlanina Náttúruperlan í Skálafirði og vit gleða okkum til at halda á við at menna margdfeldi í kommununi. ##med2##