Úrslitið av hesum kann í ringasta føri verða, at føroyingar verða valdir frá á danska arbeiðsmarknaðinum ella at teir noyðast at flyta til Danmarkar fyri at sleppa burturúr hesi fløkjuni, sigur Antares [...] Í ringasta føri kann tað enda við, at føroyskir sjómenn, sum sigla undir Dis skipanini í Danmark verða útihýstir, ella tað kann enda við, at teir verða noyddir at flyta til Danmarkar. Tað sigur Antares [...] útgoldin. Orsøkin er, at eftir krøvum frá Taks, skulu donsku reiðararnir skjalprógva, at føroysku sjómenninir undir Dis skipanini, eisini lúka krøvini í føroysku pensjónslógini, umframt at teir eru undir donsku
lækkað. Men samgongan er ikki fyri at lækka túratalið, so einasta loysnin er at játta fleiri pengar. Tey siga, at vinnumálaráðið, og fólk, til dømis úr Sandoy, arbeiða fyri at finna eina loysn upp á siglingina [...] halda, at tað er einki minni enn ein sjálvsagt, at ferðasamband er millum oyggjarnar allar dagar í árinum. Tey vísa á, at Strandferðslan kann sigla eftir eini skerdari ferðaætlan hesar dagarnar fyri at gera [...] nær ein loysn er funnin. Meirlutin sigur eisini, at fíggjarligu umstøðurnar, Strandferðslan er komin í, eftir at Teistin fekk skaða, eru so álvarsligar, at ein loysn má finnast alt fyri eitt. Tann trupulleikin
óheft nevnt hevur gjørt. Hann sigur, at hann fer at gera tað, hann kann, fyri at leggja uppskotið fram, men hann skal eisini hava politiska undirtøku fyri tí. Hann vónar, at undirtøkan verður líka stór, tá [...] staðfestir, at verður pilkað við tilmælið hjá óheftu nevndini, hongur tað ikki saman longur. Hann vísti á, at endamálið var at lata eina óheftan nevnd áseta lønarviðurskiftini og fara politikarar at pilka við [...] fyri at fáa fulla eftirløn. Á løgtinginum í morgun vísti Tjóðveldi á, at flokkurin tekur ikki undir við summum pørtum í tilmælinum hjá óhefta arbeiðsbólkinum, men flokkurin tekur ikki undir við, at politikarar
vil nú hava Løgtingið at heita á landsstýrið um samstarva við kommunalar myndugleikar um at orða eina ætlan fyri, hvussu tað ber til at tryggja, at allir løntakarar hava rætt at arbeiða fulla tíð. Tá ið [...] fyri Løgtingið um at seta ætlanina í verk. - Ein tann fremsta uppgávan hjá politisku skipanini er at syrgja fyri, at arbeiði er til allar hendur, sigur Eyðgunn Samuelsen. Hon heldur at eingin, sum býr í [...] skal koma í ta støðu, at tey verða noydd at flyta av landinum fyri at vinna sær dagligt breyð. - Vit mugu stremba eftir einum liðiligum arbeiðsmarknaði, har fólk hava møguleika at velja, um tey vilja arbeiða
ovninum Moody’s, at vit skulu fáa skil á búskapin aftur. Tí er tað eitt sera óheppið signal at senda, at vit nú sleppa málinum um yvirskot í 2016, sigur Bárður Nielsen, sum óttast, at kredittvirðið hjá [...] Bárður Nielsen átti at dugað sæð, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 og karmarnir fyri næstu árini taka hædd fyri, at nýskipanirnar verða framdar. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum [...] fíggjarnevndini hjá løgtinginum leggur annars landsstýrið undir at gera ov lítið fyri at fáa javnvág í landshúsarhaldið. Bárður Nielsen heldur fast um, at yvirskot skal vera á fíggjarlógini í 2016. - Vit hava lovað
unli. Sirið Stenberg heldur, at hetta er at dylja týðandi upplýsingum fyri Løgtinginum. Og hon heldur, at hetta er so mikið álvarsligt, at landsstýrismálanevndin eigur at taka málið upp. Tí hevur hon biðið [...] vóni, at undirtøka verður í nevndini fyri at taka málið upp, tí tað er álvarsmál at fjala upplýsingar fyri Løgtinginum, sigur Sirið Stenberg. Og tað kann væl henda, at landsstýrismálanevndin fer at taka [...] spurningar upp í sambandi við Eysturoyartunnilin. - At løgtingið ikki sleppur at síggja sáttmálan og at landsstýrismaðurin hevur bundið landskassan at rinda privata felagnum eina milliónaupphædd, verður
Unga Tjóðveldinum, at fáa ung at støðast í Føroyum, er at geva teimum meiri ávirkan og ábyrgd. - Veruleikin er bara tann, at um ung skulu ynskja at búgva í Føroyum er tað alneyðugt, at ung hava stóra ábyrgd [...] samfelagnum. - Tað er ein fortreyt fyri, at ung geva sítt íkast til samfelagið, at ung hava ábyrgd, skrivar Kristina Clementsen. Unga Tjóðveldið mælir til, at tey ungu fáa økta ábyrgd yvir økjum sum viðkoma [...] seg vita, hvat vit ynskja, at landið skal bjóða við teirra vitan, við kanningum o.ø, skrivar hon. Tí mælir Unga Tjóðveldi til, at fleiri ungdómsráð verða sett á stovn, umframt at valaldurin verður lækkaður
er nú so álvarslig, at skiparar og aðrir yvirmenn flýggja í aðrar sjóvinnur ella fara á land at arbeiða. Orsøkin er, at tað er so strævið, og leggur sera stórt trýst á teir, fyri at fáa skipini mannað eftir [...] verður ikki okkurt munagott gjørt fyri at beina forðingar av vegnum, so skipini kunnu mannast. Hálvdan Gudmundsen leggur dent á, at hetta hevur einki at gera við, at spara hýru, tí útlendingar fáa júst somu [...] er avgerandi neyðugt, at tað verður lættari hjá føroysku línuskipunum at fáa útlendska manning. Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum línuskip. Verður tað ikki lættari at fáa útlendska manning
skulu vetrarfriðast. - Hann sigur, at tað er neyðugt at leggja eina neyva ætlan, tí tað fer at kosta milliónir at vetrarfriða bygdirnar. Tí dugir hann ikki rættiliga at siga, nær nakað ítøkiligt hendir á [...] ikki allastaðni, at tey eru áhugað at friða fyri seyði. Vit hava havt borgarafund í Hesti, men har haldi eg ikki, at nøkur serlig undirtøka var fyri vetrarfriðing. Jákup Dam sigur, at hetta er eitt mál [...] sigur, at eitt mál, kollfirðingar hava upp á hjartað, er, at fáa bygdina friðaða fyri seyð um veturin. - Tað vóru fleiri, sum bóru hetta upp á mál, og tað var eitt týðiligt ynski frá kollfirðingum, at teir
seg upp um, at Jørgen Niclasen hevði snýtt í tolli, var Jenis av Rana so ørkymlaður, at hann heitti á Jørgen Niclasen um at leggja eina frágreiðing fram. - Støðan var órógvandi og eg helt, at tað hevði tænt [...] um at lagt kortini á borðið, sigu Jenis av Rana. Tað gjørdi landsstýrismaðurin á tíðindafundi í Miðlahúsinum fríggjadagin. Men Jenis av Rana staðfestir, at hann er ikki vorðin nógv klókari eftir at Jørgen [...] Eg haldi at málið hevur ikki flutt seg yvirhøvur. Tað er framvegis páhaldið frá journalistunum ímóti páhaldinum hjá landsstýrismanninum. Og eg sakni at journalistarnir leggja avgerandi prógvið at borðið