Svalbard, heimsins norðasta universiteti. Eg havi samlað mær nógvar og áhugaverdar upplivingar og ikki minst nógva vitan. Ein skuldi trúð, at tað var eitt sindur einsligt, og at tað ikki hendi tað stóra í [...] er fantastiskt. Uttan Betri Legatið hevði hetta uppihaldið ikki verið møguligt, sigur Rakul Johannesen, sum í summar fekk Betri Legatið Hon hevur gjørt ein ómetaliga vakran film, sum vísir brotpartar
telefonin hjá Bárði Nielsen ringdi mánakvøldið 23. apríl, var tað ikki ein misnøgdur veljari, sum var í telefonini hjá landsstýrismanninum. Tað var hinvegin vinnulívsmaðurin Jákup á Dul, sum svimur millum [...] Fyrsti tankin var, at fór ikki at taka av, men eftir at eg hevði hugsað meg um, kom eg til ta niðurstøðuna, at eg kundi ikki siga nei til avbjóðingina, sigur Bárður Nielsen. - Hetta var ein stór og trupul [...] Fíggjarmálaráðnum á Argjum. Hetta var ikki árligi samankomsturin, har landsstýrismaðurin leggur fram fíggjarlógina, og tølini flúgva um oyruni á tíðindafólki. Hesaferð var ein nógv meira persónlig fráboðan
mamman bleiv frísk. Bjørga hevði eini góð barnaár hjá ommu og abbanum, men saknurin eftir mammu, pápa og systkjum var eisini til staðar. Bjørga hevur tríggjar systrar og ein beiggja, Gunnhild, Halldis, Bára [...] Henrietta, Petur Hans, Julia, Herman, Malla, Sanna, Mennsy og Lisa. Hetta var eitt heim, sum livdi av tí, sum sjógvurin gav. Sommer hevði eini góð men strævin barnaár. Hann mátti saman við systkinum gera sítt [...] fyri at tey skuldu klára dagin og vegin. Longu sum 6-7 ára gamal var hann við at bera torv heim til hús saman við eldra beiggjanum. Pápin var jú nógv burturi, so børnini máttu hjálpa mammuni. Tá Bjørga og
heilt fitt og var góð 82% grøn Tíma jarðarinnar – Earth Hour – tá familjur og fyritøkur sløktu ljós og onnur eltól, og kommunur sløktu gøtuljós v.m., fall elframleiðslan hjá SEV 3,5 MW. Hetta er dupult so [...] fjør, skrivar SEV á síni heimasíðu. Hjá teimum, sum høvdu ljósið og eltól tendrað hendan tíman, var elorkan góð 82 prosent burðardygg. Harav ávikavist 50,4 prosent vóru vatnorka, 32,3 prosent vindorka, meðan [...] kl. 20.30 og 21.30 tann 27 mars, fall framleiðslan við 3,5 MW. Earth Hour byrjaði upprunaliga sum ein áminning á fólk um at geva náttúruni gætur og m.a. minka um elnýtsluna fyri at verja umhvørvið. Síðani
frá dystum liggur um ein tíma, og tað var jú fótbóltsdystin, ið teir fyrst og fremst vóru komnir at hyggja eftir, so hetta er neyvan tað sum tyngir Dimmu. Stemningurin. Rammurnar um ein fótbóltsdyst skulu [...] ??????????? Tað var við stórum áhuga eg fór undir at lesa oddagreinina í Dimmu fyri mánakvøldið, sum hevði yvirskriftina "Svangaskarð ella Tórsvøllur", men eftir loknan lestur, var mær greitt, at Svangaskarð [...] Svangaskarð er "ein torn í kjøtinum" hjá leiðsluni á Dimmalætting, og spurningurin er, hvat er tað sum tyngir Dimmu?. Landsliðið. Er Svangaskarð ein meinbogi fyri landsliðið? Neyvan, tí var tað ikki leikvøllurin
lívið hóskar seg væl til eina tíðindasending sum Dag og Viku. Hann heldur, at ein trupulleiki í dag er offur-mentanin. - Tað er ein útbreidd offur-mentan millum fólk. Fleiri av landsins best løntu vinnulívsmonnum [...] at missa hugin av mínum arbeiði. Sjómenn siga seg vera forfylgdar. Politikarar eisini. Fyri mær gevur hetta ikki meining. Í einum demokratiskum samfelag má mann tola eitt sindur av, sigur Jan Lamhauge [...] vit arbeiða undir einum øgiligum tíðartrýsti, og tað merkir, at helvtin av innsløgunum eru ikki eins góð, og mann hevði hugsað sær at gjørt tey, sigur Jan Lamhauge. Hóast hann ikki dagliga gongur og iðrar
hugurin hann tvørtur um Atlantshav eins og hjá túsundtals evropearum í farnu øld. Hann sá eina grein um málskúla í USA og søkti um visum. Hetta var á páskum í 82. Fann ein skúla í Davis, nærhendis San Fransisco [...] og børn, men heimlandið dregur. Tað livur altíð ein dreymur at sleppa heimaftur. Tá fólk fluttu til USA fyrr var tað oftani av neyð. So var ikki hjá mær. Tað er eitt sindur hart at flyta frá øllum. Men [...] at hann var vælkomin yvir til California. Og hann so gjørdi og fór eins og Gudmundur nógv ár frammanundan til Davis at ganga í skúla. Eisini hann fekk sær amerikanska konu. Gudmundur minnist hetta so sera
oktober 2010 vóru 7% fleiri løntakarar í mun til oktober 2009, men í desember var hetta vent til eina afturgongd uppá góð 6%, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni. [...] uppá 7,7%. Í fiski- og aðrari ráevnisvinnu vóru 275 færri og tað er ein minking uppá 6,3%. Í privatu og almennu tænastuvinnunum var afturgongdin millum 0,5 og 1%. Brádlig afturgongd í fiski- og aðrari r [...] Í desember vóru 24.019 løntakarar. Hetta eru gott 650 færri enn í desember 2009 og svarar minkingin til 2,6%. Í byggivinnu og aðrari tilvirking vóru 257 færri fólk og svarar tað til eina afturgognd uppá
liga. Tá tað so er sagt, so ímyndi eg mær, at ein maður sum Mark Clattenburg sleppur at døma, har hann vil. Eg fekk einaferð ein fyrispurning úr Skotlandi at døma ein dyst í bestu deildini, tí skotsku dómararnir [...] um at fáa hann at døma í nýríku kinesisku superliguni. Tí hava vit spurt ein av okkara altjóða dómarum, Petur Reinert um hetta er komið fyri fyrr, um Mark Clattenburg og tilboð úr Kina. Les eisini: Kina [...] Hevur tú nakrantíð hoyrt um, at dómarar skifta liga? Slíkt er komið fyri fyrr. Ein, sum eg kenni, Alan Kelly úr Írlandi, var FIFA dómari fyri Írland, men hann valdi at fara til USA, fyri at gerast yrkisdómari
síðani var táttur í sjónvarpinum, ið Jóannes Skaale skipaði fyri. Tátturin var stuttur, men mangan stuttligur og elvdi til, at fólk skiftu orð um táttin og vandaðu sær meira um tað, ið sagt var. Hetta datt [...] Zachariassen Tórshavn 25. mars Viðhvørt fært tú ein hvøkk. Fríggjakvøldið tann 23. mars fór eg at kanna eftir í postkassanum, um leygardagssosialurin var komin. Tað var hann. Setti meg væl til rættis og blaðaði [...] atløgu. Í serblaðnum »Vikuskifti« var grein, ið Sonne Smith hevði skrivað. Vanliga lesi eg at kalla alt, ið rekst fyri mær, og sum hevur við føroyskt mál at gera. Ein av teimum frægu teigunum, ið Tórður