(ergoterapi/fysioterapi). Men við fráboðaðu skerjingini verða hesi tilboðini eisini avmarkaðið, tí trupulleikarnir hjá fleiri av børnunum ofta eru sera samansettir og krevja ein tvørfakligan innsats. Sern [...] lig ráðgeving er – ella eigur at vera – ein ógvuliga týðandi og sentralur partur av ráðgevingini. Hvør eigur ábyrgdina av børnunum? Tað er ein ólukka fyri okkara øki, at vit ikki hava eina støðugt vælvirkandi [...] ráðgeving, ið kann veita góða landsumfatandi og dygga tvørfakliga ráðgeving og hjálp til tey, sum eru um børn, ið hava menningarligar avbjóðingar. Vit hava merkt, at ráðgevingin til smábarnaøkið miðvíst
sum fella frá, oftast gera tað í 12-13 ára aldrinum, so tey eru nokk longu farin. So okkurt bendir á, at tað verða onkur av hesum, ið nú eru eftir, sum vera við til at mynda framtíðina hjá Klaksvíkar Talvfelag [...] Talv er ikki so mystiskt, sum fólk ofta hava lyndi at gera tað til. Eitt sindur av gávum krevst ivaleyst, men stóra loyndarmálið hjá einum sterkum telvara er áhaldandi venjing, og at tú veist, hvussu tú [...] Eg læri tey ungu at venja á sama hátt, sum eg sjálvur lærdi tað. Talvini, eg lati tey gjøgnumganga, eru sovorðin, eg sjálvur havi sitið og arbeitt við, og eg havi við vilja ikki lækka støðið. Tað mest avgerandi
Fyri stevnuna er so einki at ivast í, at dysturin hevur nógv at siga. Líka mikið hvør mótstøðan er, so eru altíð nógv fólk til dystin. Kanska fleiri klaksvíkingar enn vanligt, umframt at tað eisini plagar [...] stóran mun eru viðvirkandi til at halda lív í søguni um, at KÍ altíð hevur tað strævið á norðoystevnudystinum. Ikki bara ímóti Tað er tó ikki altíð, at úrslitini eru so nógv ímóti, sum tey vóru hesi omanfy [...] stuttligt at taka afturí, hvønn týdning stevnudysturin hevur fyri norðoyastevnuna. Stevnudystirnir eru við árunum vorðnir somikið nógvir, at teir ikki altíð standa líka høgt í metum, og eitt nú góvu ha
VB-EB/Streymur 1-0 (0-0) Fótbóltur Tað var einki at ivast í, hvør var favorittur, tá EB/Streymur sunnudagin kom á vitjan í Vági. Sum uppflytari er tilveran aloftast hørð, og tá talan so eisini er um útidyst [...] útidyst móti føroyameistarunum, er einki at siga til, um vónirnar ikki eru av teimum allarbestu. Hildu um verjupartin Hetta tóktist tó ikki á nakran hátt at nerva teir á samansetta liðnum, tá farið var [...] vaks frustratiónin hjá bæði leikarum og áskoðarunum hjá heimaliðnum. Heilt fram til 83. minutt vórðu hesi hildin á pínubeinkinum, og tá VB so loksins skoraði, var talan um eitt mál av heldur hepnara slagnum
Havn. At tað yvirhøvur eru heimleys fólk í Føroyum man vera nýtt fyri tey flestu. Tað er ikki so frægt sum ansingarpláss til okkara framtíð - børnini, sum meira enn tey flestu, eru við skerdan lut. Trotið [...] (stødd, rammu o.s.fr.) mintu hesi skelti ikki sørt um tær "Guð signi heimið" myndirnar, ið hanga uppi yvir nógvum føroyskum durakarmum, hóast boðskapurin kann sigast at vera hvør sín Ímeðan eg smílandi spákaði [...] verið útisetar í lestrarørindum, munnu nokk ofta hava ført fram mótvegis dønum og øðrum, at har heima eru vit gestablíð, hava sterk familjubond og taka okkum væl av hvørjum øðrum. Vit detta inn á gólvið til
laða húsini upp sjálvur, tí blokkarnir eru lættir at arbeiða við. Teir eru uppbygdir soleiðis, at tú krøkir teir í hvønn annan, og síðan eru spor í blokkunum, sum eru til at leggja jarnið í. Hans Petur E [...] tekningum, har viðskiftafólk kunnu velja ímillum eini 6-8 ymisk byggisnið, sum eru teknað til loysnina við byggiblokkum. - Fólk kunnu eisini senda okkum sínar egnu tekningar, og síðan seta vit eitt tilboð [...] á leiðini. Okkara royndir eru, at tað er passandi at laða einar fimm blokkar upp í hædd í senn og síðan fylla betong í. Hetta svarar til eina hædd á hálvan annan metur, tá hvør blokkur, sum nevnt, er 30
vaksin og eldri fólk lærir børnini sosial mynstur, hvussu tey eiga at bera seg at, og ikki minst læra tey at orða seg. Tað er sjálvandi av størsta týdningi, at tey, sum eru saman við børnunum eru góðar fyrimyndir [...] sterkari, og vit kunnu geva hvør øðrum nakað. Vit læra kanska ikki beinleiðis av royndum onnur hava gjørt, men avgerandi er, at tað verður samskift, og at vit geva vitan víðari og eru saman. Tí við vísa aldurdóminum [...] ættarlið bygt, eitt ættalið sum hevur evni og sýgur upplivingar og lærdóm til sín. Børnini eru jú sum trø, har røturnar eru breiddar út. Lendið skal bara vætast við vísdómi og vitan. Vísi rithøvundurin, Kahlil
orðalistar og aðrar áhugaverdar upplýsingar um mál eru at finna. Á hesi heimasíðu er eisini ein listi yvir landanøvn og tjóðir. Har standa m.a. hesi snøggu nøvn: Afganistan, Aserbadjan, Avstralia, Ekvador [...] hesir stavir ikki eru í føroyskum. Summi hava sagt, at um føroyingar skriva Meksiko, so er hetta at gera seg inn á ikoniska stovnin í orðinum Mexico. Hesin pástandur man koma av, at fólk hugsa danskt ella [...] nýggjar stavir inn í føroyska stavseting. Tað heldur ikki. Hava fólk ilt við at stava í dag, so verður hvaðna verri, tá q, c og x eru komin í stavsetingina. Tí skulu vit tá skriva charmerandi heldur enn
egnum royndum, og í mínum føri eru tað bert fimm fólk sum hava verið trygdarnetið í so máta. Virðingin fyri teimum er stór. Tað stendur ein veldug tign og virðing um hesi fólkini. Emmu Winther, táið vit [...] strúkandi gjøgnum bygdina í Æðuvík. Tveir landsstýrismenn eru førarar, vit báðir Sámal Petur, og byrðurnar, í hesum mangan henta eitthjólaða akfari, eru tvær konur í bygdini. Vit renna kapp, og hevur tú ilt [...] frammanfyri okkum, einum flokki við dreingjum burturav, hvørs nøvn hava verið á almenna breddanum – onkursvegna - fram til hendan dag, nú teir so pø á pø eru farnir um pensiónsaldurin. Flokkarnir hildu seg mest
Müller Nú løgtingið endaliga hevur avgreitt lógina um 1. útbjóðing eru tað fleiri fólk, sum kenna hetta sum ein lætta, fólk, hvørs arbeiði hesi seinastu 10-15 árini hevur verið nógv tengt at júst at røkka hesum [...] frá, hví man skal hava eitt alment oljufelag, tá man hevur onnur amboð. Eitt, sum vit ikki eru harrar yvir, eru oljuprísirnir. Tá fyrireikingarnar til 1. útbjóðing byrjaðu vórðu teir undir 10 dollarar til [...] eiga at vera so stúrin og skeptisk um oljuvinnuna, so viðgongur hann tó, at í kjalarvørrinum á hesi vinnu eru mong vandamál, har vit mugu vera á varðhaldi. Her eitt nú umhvørvismálini. -Vit mugu hava eitt