innihaldið í tí starvinum. Tað var mær í boði at leiða og eg var motiveraður til at taka við og fara undir tær bygnaðarbroytingar, sum skulu gerast, men samstundis gav hetta mær eitt høvi til at hugsa meg [...] sjúkrahússtjóri, men sjálvur sær hann kortini ein reyðan tráð gjøgnum alt virksemi. - Í øllum, sum eg havi fingist við seinastu árini, havi eg á onkran hátt havt ein almennan leiklut. Tað er eisini hesin áhugin [...] men fer heldur at tryggja, at trúvirði stovnsins er í lagi. - Trúvirði er ikki nakað ein kann krevja, men nakað, ein má vinna. Mín uppgáva verður at tryggja, at vit áhaldandi halda okkum til fjølmiðlaetiskar
Eg havi skrivað tríggjar bøkur. Hin fyrsta Argjafrensar kom út í 1994. Hetta er ein bók um barnaár míni á Argjum, sum tá var ein lítil bygd. Sum barn hevði eg lítið og einki við stórbýin Havnina at gera [...] skeiðnum var, at tá eg endiliga kom heim um ellivutíðina, var høvdið fult av hugskotum, og eg hevði bara hug at skriva. Men tá eg skrivi, hvørvur tíðin, og tá ein nú skal upp aftur klokkan sjey til ein strævnan [...] endar. Hon er meira ein ungdómsbók, sum viðger evni at flyta úr bygdasliga, trygga umhvørvinum í býin, har alt er eitt sindur øðrvísi. Triðja bókin Hin útvaldi er reint hugflog. Hetta er ein ævintýrkend søga
á Kyndilsmessu. Hann var spentur upp á hetta nýggja tiltakið hjá okkum. Eg vil takka Tóra fyri árini, dansurin var her í bygdini. Hann var altíð til reiðar at skipa og byrja hetta dansikvøldið við lív [...] Eg fekk boðini, at nú var Tórir sløknaður. Tað tók mær so nær, tí nú kendi eg Tóra so væl. Men eg má siga, at hann var komin í ein høgan aldur og hann hevur havt sína heilsu líka til fyri hálvum ári síðan [...] har suðuri í Dali. Jú, Tórir var ein fittur maður og vildi vita, hvussu fólki høvdu tað, sum hann kendi. Tá eg kom í føroyskan dans, so var tað næstan altíð, at Tórir var í dansi. Honum dámdi tað sera
vembur. So hetta er nakað sum eg dugi. Og so var at selja avroðini, tað var eisini mín uppgáva. Sagt var fólki frá, so komu tey eftir teimum. Hetta var eisini forkunnugur og góður døgurðamatur. Tað var byrjað [...] ár av havhestasjúku. Tá var tað ein dani, sum var skipari. Hann æt Niels og varð kallaður Niels Glasrøv. Hann var so ómetaliga sterkur, var ein rættiligur kraftkalur. Hann var eisini sera brutalur. Um [...] prosentir. Vatn var lítið av. Tangin var sum ein vanlig petroleumstunna til støddar. Hann stóð á dekkinum. Hetta var vatnið, vit høvdu við fyri 14 dagar, so her var neyðugt at spara. Hetta við kokkingini
tú ert fittur – hevði átt ein so fittan drong”! legði hon afturat. Jú, eg var errin, men eg hugsaði við mær sjálvum, tú eigur jú Stanley, sum vit hildu nógv av. Hinar kendi eg ikki tá – 9 brøður vóru og [...] hvítum buksum - við ývnum tøttum krúllutum hári og so sang og spældi hann sum ein eingil. Tað var henda myndin, sum stóð fyri mær enn klárari í Ribarhúsi mánakvøldið. Slíkt spæl, sangur og tónleikafatan – [...] Men Stanley vísti eisini hetta kvøldið, at hann dugur væl at yrkja, umframt at vera góður lagasmiður. Ein hegnismaður! Stanley kendi seg sum vera til roynd, segði hann, nú hann var so ítøkiliga á heimabeiti
heild var tað ein tung, rá og sterk framførsla. Væleydnað tiltak Tikið samanum var dygdin á teim ymisku framførslunum sera góð í hesum fyrsta undanumfarinum. Eisini ljóðgóðskan og ljóðblandingin var góð [...] Fyrsta lagið ?If someone calls you? var fjøllbroytt og kensluborið, og kanska tað besta lagið hjá DejaVu hetta kvøldið. Intro?in til næsta lagið við trummum og klaver var góð, men í niðurlagnum, har Líggjas [...] sum heild var tað ein góð og orkufull framførsla, sum Paradox gav áhoyrarunum. Onkrastaðni kundi tað kanska svingað betri, men teir megnaðu veruliga at fáa lív í áhoyrarnar í salinum, og tað var eitt stórt
men ein heil mentan. Ein heilur arvasiður fer bara út í tóma luft. Og so at hugsa sær, at tvey mál doyggja út um mánaðan! Hetta er ikki eitt bagatell, sum ger heimin meiri liviligan. Hetta er ein sorgarleikur [...] eitt mál, men eina lokala dialekt. Ein dialekt, sum tey halda er vorðin til, tí forfedrar teirra vóru avskornir frá teimum lærdu. Ótrúligt, men hoyrdi ein dagin, at ein lærarinna hevði sagt um sítt egna [...] man gekk í skúla, vísti tað seg næstan at vera ein meginregla, at føroyskt, sum líktist íslendskum var gott føroyskt, meðan føroyskt sum líktist donskum var ringt føroyskt. Løgið, men vit hava nøkulunda
Gunnarson var júst komin til Føroya við flogfarinum, og var einsamøll í bili, tá hon kom til Miðvágs. - Eg koyrdi aftanfyri ein stóran bil, ið brádliga steðgaði í Miðvági. Eg sá at onkur var á vegnum, [...] men hetta var nær við ein pitsahandil, har ung plaga at savnast, so eg hugsaði bara, at tað mátti vera onkur fullur ungdómur. - Bilførarin frammanfyri tyktist tó ikki at vita hvat hann skuldi gera. Eitt [...] at maðurin aftur kom rennandi eftir mær. Stórur og ógvusligur, meðan hann bannar og blotar. Tað sást á honum, at har var okkurt heilt galið. Eg haldi ikki tað var rúsdrekka, tí hann hevði fult stýr á
fer at gloyma. Tí hetta kvøldið fekk hann ein avsmurning, sum hann ikki hevur fingið áður. Tað var ein maður, sum dróg hann út í túnið og sló hann við einum stórum træskafti. ?Eg var hálaður út í túnið [...] sleppa undan, og nær, hetta helt uppat. Kallaður alt møguligt Men hóast kropsligi skaðin ikki var so stórur, eru sárini, hann hevur fingið í sálina av hesum nógv djúpari. ?Hetta var eitt ræðuligt upplivilsi [...] vera inni í hølunum. ? Men hetta eru reglar, sum sklulu haldast og tað gera vit eisini. ? So var eisini leygarkvøldið. Tað vóru nøkur fólk, sum ikki kundu sleppa inn, tí tað var ov fult. Sjálvandi er altíð
tá tað eru vanlukkur, sum hava kravt mannalív. - Tá eg byrjaði sum portørur var eg biðin um at taka mær av eini gentu, sum var deyð í eini knallertvanlukku. Vit gingu á Handilsskúla saman, so tá spurdi [...] hava sum gerandisdag at møta deyðanum. - Deyðin er ein partur av lívinum, eg firnist ikki fyri tí, sigur Anni Lützen. - Man venur seg aldrin við hetta starvið, men man lærir at takla tað. Oman í sekstímastovuna [...] Flestu okkara hava helst verið í hesi støðu. Ein av okkara kæru hevur drigið síðsta andan, og eftir sita vit - tóm og spyrjandi. Í hesi løtu eru praktiskir spurningar einki, vit vilja hugsa um. Men fyrr