setir í verk, fyri at fáa eina væleydnaða fólkateljing frá hondini. Til at fyriskipa eina fólkateljng, sum ber vitanina um samfelagið fram á eitt nýtt mót, skulu nógv einstøk tiltøk renna saman í eina væl [...] 36 ára gamal og hevur Master of Science útbúgving frá London School of Economics í ?Analysis Design and Management of Information Systems?. Heini hevur royndir frá verkætlanarvirksemi í norska felagnum [...] eins og hann hevur havt verkætlanir um hendi í Føroya Tele, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Granskingarráðnum og Føroya Banka. Heini er eisini kendur ítróttamaður, serstakliga í frælsum ítrótti, í kappróðri
vit hava eina fiskivinnuavtalu við russar. Skip úr Russlandi teljast eisini millum tey mest vitjandi í føroyskum sjógvi. Yvir eitt áramál hava russiskir og føroyskir myndugleikar samráðst um eina handilsavtalu [...] londum verið á vitjan hjá hvørjum øðrum. Føroyingar hava samráðst í góðari trúgv um eina MFN-avtalu. Ein MFN-avtala er ein stytting fyri eina Most Favoured Nation avtalu. Hetta er at meta sum tað tættasta [...] Trade Organisation, hevur ásett. WTO hevur ásetingar, ið siga, at øll WTO limalond hava somu sømdir - nevniliga somu sømdir sum tað landi, sum fær bestu sømdir. Talan er tó bert um eina meginreglu. Londini
og við atliti til, hvørt Taks hevur røkt sína skyldu nóg væl. Til tann seinna spurningin í málinum vísir fulla innlitið í kanningina hjá Bárði Larsen, sum Sosialurin nú hevur fingið hendur á, at Bárður Larsen [...] kunnaðan til at taka eina rætta avgerð. Hesum er Bárður Larsen tó ósamdur í. “- Í tíðini fram til 30. juni 2015 eru fleiri týðandi dømi um, at Eik afturheldur upplýsingum og teknar eina villeiðandi mynd av [...] villleitt í málinum, so er eitt beinleiðis mótsigandi í hasum, at eitt skjal, sum grannskoðararnir hjá Eik (Spekt) vildu hava Eik at senda til Taks í sambandi við málið, gjørdist tað avgerðandi í endaligu
náttúru, siga tey. – Løgmaður hevur tikið undir við, at Føroyar sum tjóð skulu seta átøk í verk fyri at tálma veðurlagsbroytingunum, staðfesta tey í FNU. Heldur enn at lagt orku í at leita eftir olju, skuldi [...] landsstýri heldur farið í gongd við eina grøna heildarætlan fyri Føroyar. Setið tykkum mál fyri umhvørvið, so vit kunnu hava umhvørvið við í øllum politiskum avgerðum, siga tey. Tey vísa á, at í áratíggjur hava [...] hava vit tosað um, at vit skulu fáa eina náttúrulóg og eina nýggja umhvørvislóg. Men enn hevur ongin víst vilja til at fremja hesi alneyðugu tiltøkini til frama fyri umhvørvinum. Tað ber ikki longur til at
nýggju feløgunum, ið stovnað vóru í farnu viku, hava átta heimstað í høvuðsstaðnum, meðan tað eina felagið hevur heimstað í Vestmanna. Í broytingunum, sum Business Line hevur savnað saman seinastu vikuna, [...] fyrrverandi stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, nú er vorðin nevndarlimur í Hotel Hafnia. Jákup Sverri Kass starvaðist í Smyril Line, sum nú eigur Hotel Hafnia, áðrenn hann fór vestur í Vágar. Nýggju [...] líka frá handilsvirksemi og tónleikavirksemi til grótlaðing, arkitektur og samskifti. Business Line hevur eisini skrásett hópin av øðrum nevndarbroytingum.
Manchester United hevur í vikuni boðað frá, at sáttmálin við navnframa venjaran, José Mourinho, er longdur. Hann hevur sitið í hálvt annað ár av upprunaloga trý ára sáttmálanum, men longu nú er sáttmálin [...] framtíð í Manchester United, sigur José Mourinho. José Mourinho, sum blívur 55 ár í dag, hevur samstundis fingið eina lønarhækkan. Sambært bretskum miðlum er árslønin farin frá 117 milliónum krónum til [...] krónur. Hann hevur staðið á odda fyri 99 dystum hjá Manchester United higartil. Av teimum hevur hann vunnið 61, spælt 23 javnar og tapt 15 dystir. Manchester United er í løtuni nummar tvey í Premier League
framvegis í Havnargøtum. Týskvøldið fann undirritaða eina heilsan frá mánadegnum liggjandi í Tórsgøtu. Talan er um eina heilsan til regentparið og eina til krúnprinsaparið frá tveimum gentum í kommunuskúlanum [...] og besøg os« Ivasamt er, um kongsfamiljan hevur sæð flaggið við innbjóðingini á. Men í øllum førum hava tey ikki havt stundir at kroyst eina eyka vitjan inn í strømmu tímatalvuna. Men hervið er innbjóðingin [...] kommunuskúlanum, sum vóru komnar oman í býin at flagga fyri teimum. Men á skrædda pappírsflagginum er eisini ein innbjóðing, sum ljóðar soleiðis: »Til Magrete og Hendrek fra Lív og Olga Maria i 4.b i kumuneskulen
drona í nátt hevur rakt eina løgreglustøð í russisku regiónini, Brjansk. Sagt verður, at eingin hevur latið lív, men løgreglustøðin hevur fingið stóran skaða. AFP sigur sambært myndugleikunum í Brjansk [...] savnaðir í russiska býnum, St. Pætursborg, í síðstu viku. Hóskandi kundi verið spurt, hví Russland ikki ístaðin fer til samráðingar við landið og fólkið, sum russiski ágangurin verður framdur ímóti. Í morgun [...] - Russland heldur fram við samrøðum við Kina, Brasilia og afrikansk lond um eina møguliga friðarliga loysn av krígnum í Ukraina. Tað sigur russiska uttanríkisráðið við tíðindastovuna, RIA. Russiska útsøgnin
Tá búskaparvøksturin seinasti árini hevur verið einastandandi høgur, hevur hetta sjálvsagt viðført, at peningur hevur floymt inn í landskassan. Einki undarligt er í hesum. Frá fullveldissamgonguni varð [...] undir eina Heildarætlan fyri búskapin - eina vinnulívsstrategi, sum skal leggja eina nýggja og sunnari kós fyri føroyska búskapin. Heildarætlanin er ein samlað strategi, sum skal fáa kappingarførið í føroyska [...] føroyska búskapinum á rætt kjøl aftur. Ætlanin klár Í dag hevur samgongan sæð at kósin hevur verið púra skeiv og hevur tískil funnið umberingarnar fram, so teir kundu slíta samgonguna. Tíbetur er Heildarætlanin
tað skeivt at byggja eina nýggja Svimjihøll í Gundadali. Tann spurningin reisir Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn fyri Sambandsflokkin, nú meirilutin í Tórshavnar Býráðið hevur samtykt at bjóða arbeiðið [...] neyðugt at bygt svimjihøllina út eina ferð í framtíðini. Men hetta fekk kaldliga móttøku frá meirilutanum í býráðnum. Hvørki Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, og forkvinna í mentanarnevndini, og Bogi [...] um tað er rætt at kroysta eina stóra svimjihøll afturat niður í Gundadali. Sjálvur sigur hann, at hann fer nú at kanna um tað ikki er bæði betri, og bíligari at byggja hana í Vesturbýnum, úti á Fløtum