havi eg ofta verið inni á gólvinum, bæði sum tónleikari og sum vitjandi, og mær hevur altíð dámt andan í húsinum. Líka síðan eg var smádrongur, havi eg skipa fyri tiltøkum. Sostatt eri eg ikki heilt óroyndur [...] Danmark. Hetta er eitt hús, sum loyvir øllum framat. Her skal verða rúm fyri nógvum ymiskum virksemi, og eg ætli at røkja húsið eftir hesari hugsjón. -Tá ið eg skrivaði mína umsókn, ímyndaði eg mær, hvussu [...] Ongin kollvelting Hvussu fer tað at merkjast, at tú er nýggjur leiðari í húsinum? -Eg ætli mær ikki at koma inn sum ein hvirluvindur og kollvelta alt. Brúkarin av húsinum fer sostatt ikki at merkja so nógv
num um at fáa ein altjóða góðkendan vøll at spæla á. Tað vóru nevniliga fólkini hinumegisn fjørðin á Toftum, ið tóku stig til tað. Hetta eydnaðist sum kunnugt sera væl, og í mong ár var Svangaskarð heimavøllur [...] skjótt og væl tað gekk at fáa ein tjóðarleikvøll, tá fótbólturin fekk sítt gylta úrslit í Landskrona fyri umleið tríati árum síðani. Sum oftani áður gongur tað tó soleiðis, at tá ein hundur pissar, so vilja [...] vilja allir pissa. Hetta rann mær til hugs, eftir at strandingar herfyri tóku stig til at fáa eina stórhøll bygda á Strondum, at so nógv onnur brádliga vóru klár til at byggja eina líknandi høll. Nakað so typiskt
fram. Føðingardagshaldið var sett at byrja kl.18.00. Blómuheilsanir vóru nógvar, og tær prýddu rættuliga upp fram við vegginum í forhøllini. Tað gekk ein góð løta áðrenn fólkið kom til borðini, tí gestirnir [...] gestirnir í eitt ríkt mál. Eitt sera snotuligt sangblað var prentað til kvøldið, við vakrari mynd av føðingardagsbarninum á forsíðuni, og á baksíðuni var ein mynd av familjuni Berg, tá børnini vóru í skúlaaldri [...] mannin, nú hann hevur rundað tey áttati, at Jóhannes Berg, var á røttum stað til rætta tíð og gjørdist ein av dugnaligastu sølu- og vinnulívsmonnum; ein dugnaskapur, hann ikki lærdi á universitetum úti í stóru
men í ár var nýggjárskonsert hildin í Atlantis. Tað var ein frálík konsert, har fleiri kend nøvn framførdu festligar, stillar og nýggjárs sangir. Alt gekk upp í eina hægri eind, og tað var veruliga n [...] hjá Ingibjørg má sigast at vera sum skapt til hetta lagið. Eftirhondini munnu tað vera mong, ið hava hoyrt Ingibjørg syngja hetta lagið, so tað var ein fragd at hoyra hana framføra kenda lagið Blue Bayou [...] sungu niðurlagið. Ein stak góð konsert var komin at enda. Men tó vildu teir um 100 áhoyrararnir hava eitt eykalag. So enn einaferð trinu Eivør og Pætur á pallin, áðrenn konsertin var liðug, og fólk kundu
mong ymisk løg, millum annað løg hjá kenda bólkinum Pink Floyd. - Eg havi enn bara ein kassaguittara, men eg ynski mær ein elektriskan. - Hann fer at koma, tá eg dugi væl at spæla, sigur hon brosandi. [...] dag: Nakrar minuttir áðrenn fríkorterið byrjaði, tók hon blokkin fram. Nú var tíð at gera ta einu tekningina lidna, ið hon var byrjað uppá nakað frammanundan. Tað er skilligt fyri bæði næmingar og lærarar [...] Fraklandi herfyri, vil ein lærari fegin gera okkum varugar við. Her skuldi hon skriva eina søgu á enskum máli. Tað sama gjørdu fleiri túsund onnur, men so mikið stuttligari var tað hjá Rebekku at hennara
mong ymisk løg, millum annað løg hjá kenda bólkinum Pink Floyd. - Eg havi enn bara ein kassaguittara, men eg ynski mær ein elektriskan. - Hann fer at koma, tá eg dugi væl at spæla, sigur hon brosandi. [...] dag: Nakrar minuttir áðrenn fríkorterið byrjaði, tók hon blokkin fram. Nú var tíð at gera ta einu tekningina lidna, ið hon var byrjað uppá nakað frammanundan. Tað er skilligt fyri bæði næmingar og lærarar [...] Fraklandi herfyri, vil ein lærari fegin gera okkum varugar við. Her skuldi hon skriva eina søgu á enskum máli. Tað sama gjørdu fleiri túsund onnur, men so mikið stuttligari var tað hjá Rebekku at hennara
Kyndli. – Vit hava eina góða blanding av ungum og royndum spælarum, so tað verður ein stór og spennandi uppgáva hjá mær at fáa tað at koyra. Eingin væntar nakað av okkum, og tað fyrsta árið vænta vit heldur [...] fáa komandi kappingarár Jónleif Sólsker sum venjara. – Vit hava havt góð lið á gentusíðuni í fleiri ár, og felagið ætlar, at hetta skal síggjast aftur á besta kvinnuliðnum. Samstundis vilja vit tryggja [...] Hondbóltur: Leygarkvøldið var Geir Wardum kosin ársins venjari í deildini Gentur 17. Tað kom sjálvandi ikki av ongum, tí í vetur hevur tað eydnast honum at fingið genturnar so mikið góðar, at tær vunnu
virðing sýnt mær, og hann hevur noktað at hava nakað sum helst samband við meg síðani hann var valdur til forseta. Hann samskiftir bara við meg gjøgnum sínar sakførarar. Sepp Blatter var millum teir fáu [...] nú er ein yvirkommersialisering av spælinum. FIFA roynir at pressa meir og meir úr sitrónini, sum t.d. við einum HM-endaspæli við 48 liðum, ella við einum HM-endaspæli fyri felagslið, ið er ein beinleiðis [...] Champions League. Sepp Blatter var annars sjálvur við til at kommersialisera FIFA og fótbóltin í farnu øld, eisini sum aðalskrivari hjá FIFA. Brasilski João Havelange, ið var FIFA-forseti millum 1974 og 1998
rættiliga veit, um hon kann syngja øll ørindini. Hon var 14 ára gomul, tá hon var við í fyrstu plátuútgávu, og bert 12 ár, tá hon stóð á palli.Tað var á einari veitslu hjá næmingum í millum- og realskúlanum [...] skuldi geva út. Hetta var júst tá eg gekk at lesa, og mamma visti ikki rættiliga, men játtaði, um innspælingin ikki órógvaði at eg gekk til prest, sigur Florence, sum á plátuni sang »Hvønn ein mánadag». Tá [...] telefonini. Hon hevur ikki fingist nógv við tónleikin, síðani hon var blaðung, tó at hon hevur gingið til sang, fyri at læra meira, eins og hon hevur verið við í revyini, sum starvsfólkið í HK framførir
hesum var omma mín í Kollafirði, sum altíð hevur víst mær, at hon elskar meg júst sum eg eri. Ein annar var ein vinur, sum eg havi kent, síðani eg var heilt ungur. Hann var eitt sindur eldri enn eg, og saman [...] við drongin, at hetta var teirra loynidómur, og hetta mátti hann ikki fortelja fyri nøkrum. - Og sjálvandi tordi eg ikki annað enn at akta hann. Eg var bara eitt barn, og hann var ein vaksin maður, sigur [...] hjálpti. Maðurin var altíð eftir honum. Samfelagið sveik Einaferð tá Arnbjørn var á veg til útróðrar við pápa sínum, kom klokkarin oman á keina og setti fótin á lúnningina. Hetta var einastu ferð, at drongurin