Tónleikatiltak Jan Müller jan@sosialurin.fo Eftir eina røð av konsertum í Føroyum og í Íslandi fer Tórshavnar Manskór nú at syngja í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Og tað verður entá við eini heldur óvanligari skrá. [...] sigur, at teir fara at framføra nakað av tí, sum teir sungu á konsertferðini í Ísland í oktober. Tá vóru teir ymsa staðni í Íslandi, og endaði tann konsertferðin við eini stórari felags konsert fyri s [...] Tórshavnar Manskóri. Sjálvur íslendski forsetin var við til hetta stóra tónleikatiltak í Reykjavík. Á konsertini í Miðlahúsinum í annaðkvøld fer Árni Hansen at spæla klaver og Herluf Lützen guittar. Solistar eru
- Tað má liggja á einum hvørjum politikara í síðsta enda at taka eina rationella avgerð í einum máli. Men eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í, at ein løgtingsnevnd til dømis biður um metingar frá se [...] púra vanligt, at nevndarlimir í Løgtinginum fáa úttalilsir frá serfrøðingum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. - Tað er jú bara í tilgongdini, at mann vil hava málið lýst. Í síðsta enda verður tað jú ein [...] dugi eg ikki at síggja, at vit hava í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. -- Myndatekstur: Stjórnmálafrøðingurin Sjúrður Skaale finst at, at politikarar í ov stóran mun bíleggja notatir frá advokatum
haðani fer eystureftir. Í dag: Hátrýstið yvir Norðsjónum fer í útsynning og viknar. Lágtrýstið við Hvarvið fer spakuliga í landnyrðing og brúgvalagið haðani verður væntandi yvir Føroyum mikudagin. [...] seinnapartin regn. Seint um kvøldið hækkar hann upp í vestan og tað klárar í. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið hósdagin: Fyrrapartin andøvsgul upp í ein strúk av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar [...] Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Hitin millum 9 og 12 stig. Veðrið mikudagin: Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og
Sjómannsskúla. Tey eru sera virkin í andaligum arbeiði, og eru fyristøðufólk í hvítusunnusamkomuni í Evangeliihúsinum í Havn. Silvurbrúdleypsdagin 12. mai, verður opið hús í Heygskróki. Dýrabiðidag 16. mai [...] Tey eru bæði uppvaksin í miðbýnum í Havn. Lív er dóttir Annu Sofíu og Andreas Jacobsen (í Køkubúðini), og Dánial er sonur Katrin á Dul og Arna Jacobsen. Av foreldrunum hjá teimum, verður tað bert Annufía [...] at halda soleiðis: kl. 15.00 vælsignilsi í Evangeliihúsinum - 16.30 veitsla fyri innbodnum børnum á Hotel Hafnia - 19.00 veitsla hjá innbodnum á Hotel Føroyum Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og Harrans
itið fyri lið í elitudeildini. Kappingin er skipað í fýra umførum, og tvey tey fyrstu umførini eru farin afturum. Tað hevur gingið eitt sindur misjavnt hjá felagnum hjá Høgna og Helga Í samlaðu støðuni [...] umfarinum luttók Helgi W. Olsen í ringum, barr og lopi, meðan Høgni luttók í kappingini á gólvi. Næsta umfar í kappingini um danska meistaraheitið fyri lið verður 10 mei, og tað er rættiliga óheppið, tí tað [...] tað er sama dag, sum FM verður í Føroyum. Sum vit skilja á lagnum, so ætlar Helgi sær at luttaka í FM, meðan Høgni fer at kappast fyri AIG. Samlaða støðan eftir tvey umfør: Gefion =280,85 VIK =267,05 AIG
Nú fáa føroyingar sín egna film í fullari longd um Jesus. Týsdagin í komandi viku verður filmurin almannakunngjørdur við eina samkomu í Norðurlandahúsinum og kunnað verður um verkætlanina. Jesus-filmurin [...] úrslit av goðum samstarvi milum umboð fyri kirkjur, kristiligar samkomur og felagsskapir í Føroyum. Tey hava skipað seg í eitt Umboðsráð við fólki úr fólkakirkjuni, brøðrasamkomuni, hvítusunnusamkomuni, katólsku [...] eru gjørdar í Ísrael. Filmurin er tveir tímar langur og hevur føroyska talu. Føroysku røddirnar eru millum annað kend fólk úr fjølmiðlaheiminum og úr leiklistini. Poul Johan Djurhuus, formaður í Umboðsráðnum
r, men tó eru nakrar serliga viðtøkur, sum bert eru galdandi í Føroyum. Kappast verður í tveimum serium, eini fríari og eini við amboðum. Í ár hava gentur ar vimplar og kvinnurnar hoppinond sum amboð. [...] skuldi verða í Runavík 4. mars, men sum varð útsett vegna veður, verður nú býtt sundur. Tey vaksnu kappast í Høllini á Hálsi týskvøldið 13. mars kl. 19.00, meðan pinkur og smágentur kappast í Runavík 24 [...] avrikið, umframt tveir høvuðsdómarar. Í stuttum kann sigast, at dømt verður bæði tøkniligt, har serligur dentur verður lagdur á torleikastøðið, og listarligt, har tað í størri mun verður hugt at koreografiini
Mortensen, tá formansval var á dagsskránni fyri fundin í uttanlandsnevndini í gjár. Úrslitið av valinum varð, at Hergeir Nielsen varð afturvaldur, sum formaður í uttanlandsnevndini. Hergeir Nielsen fekk fýra av [...] samgonguumboðunum í nevndini umframt frá Jenis av Rana úr Miðflokkinum. Tað vóru Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, sum settu formansvalið á dagsskránna fyri fundin í uttanlandsnevndini í gjár. Hesir báðir [...] Hergeir Nielsen í Degi og Viku hóskvøldið segði, at ein samd uttanlandsnevnd hevði heitt á løgmann um at fara uttan um donsku stjórnina til NATO at fáa upplýsingar um ætlaðar útbyggingar í Føroyum. Hesum siga
Veðrið í dag, skírisdag: Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi og eystri. Fríggjanáttina lækkar hann í sunnan og makar vindin til andøvsgul upp í ein strúk. Skýggjað og vátaslettingsælingur, seinni [...] páskadag og 2. páskadag: Andøvsgul upp í ein strúk, fyri tað mesta av norði og vestri. Skýggjað við avfalli, møguliga sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 0 og 5 stig. Í gjár: Eitt hátrýst yvir landnyr [...] mest sum í stað. Eitt víðfevnt lágtrýst vestan fyri Írland liggur stilt at byrja við og dýpist, men sunnudagin fer tað eystureftir. Eitt minni lágtrýst fer frá Norðsjónum móti Vestur-Noreg. Í dag: Eitt
Olsen í Vági og aðrir eitt skifti framvið, teir eiga Saksaberg frammanundan. Men eisini tað miseydnaðist so nú endar báturin í Noregi. Krúnborg er bygd í Ulsteinsvík í 1973, men hon var longd í 1984 Hóast [...] Eitt av kendastu nótaskipunum í Føroyum, endar nú sínar dagar í Noregi. Tað er gamla Krúnborg, hjá Ejleri Jacobsen í Havn, sum nú er seld til Noregs. Ella seld er so nógv sagt. Tí tað er norska skipasmiðjan [...] hevur bygt nýggju Krúnborg, sum nú yvirtekur gomlu Krúnborg. Hinvegin kemur nýggja Krúnborg til Føroya í komandu viku. Gamla Krúnborg er til fiskskap undir Noregi, og hon kemur so ikki heim aftur. Ejler Jacobsen