eldur í einum ídnaðarøki hevur lagt eystara part av London undir í royki BBC sigur, at eldur er í einum stórum goymslubygningi í einum øki, sum verður fyrireikað til teir olympisku summarleikirnar í 2012 [...] um, at nakar hevur fingið skaða, men fleiri sjúkrabilar eru farnir á staðið. Bretskir fjølmiðlar siga, at eldurin kyknaði aftan á eina spreinging, men tað avsannar løgreglan, sum ikki hevur sagt nakað um [...] um, hví eldur kom í.
Skúvoy Kjærgaard, sum hevur virkað sum føroyskur og danskur sjómansprestur í Hull í Onglandi, fer nú í nýtt starv. Sunnudagin verður hon innsett sum sóknarprestur í Præstebo Kirke í Herlev Hjørdis úr Skúvoy [...] Skúvoy Kjær hevur føroysk ættarbond, og hon hevur virkað sum sjómansprestur í Onglandi í eina tíð. Føroyingar og danir hava felags sjómansprest í Onglandi, og ein fimtapartur av arbeiðstíðini hjá hesum
Í morgin fara 12 føroysk løgfrøðilesandi til eina heldur annarleiðis próvtøku. Eina próvtøku sum fer fram á sama hátt, sum undirvísingin hevur verið, síðani tey byrjaðu í september í fjør. Tey skulu til [...] internetið. Tað hevur riggað stak væl, sigur Jákup Egil Jensen úr Havn. Hann er ein av teimum 12 næmingunum, sum hevur tikið av tilboðnum frá Syddansk Univeristet í Odense um at taka bachelorútbúving í løgfrøði [...] hava lisið í nøkur fleiri ár, fortelur Jákup Egil Jensen. Hann kennir seg væl fyrireikaðan til fjarpróvtøkuna í morgin. - Eg havi lisið alt pensum eina ferð afturat, og havi annars fylgt við í øllum fyr
Johnny í Grótinum. Hann vísir á, at í dag hevur landið eina nettoogn á umleið eina milliard krónur. - Við einum undirskoti upp á eina milliard í 2010 og eina milliard í 2011, kann landið fáa eina nettoskuld [...] fíggjarmálaráðharranum. Og nú legst Johnny í Grótinum afturat kórinum, sum vil hava landið at nýta nóg mikið av peningi. Við Sosialin í kvøld sigur Johnny í Grótinum, at tað er heilt burturvið at halda [...] okkara kredittvirði í vanda. Tvørturímóti kann kredittvirðið hjá landinum fáa óbótaligan skaða, um landsstýrið nú setur ein tálmandi politikk í verk, tí sum búskaparliga støðan er nú, er tað í andsøgn við alt
gevur Hemingway eina sera bersøgna lýsing av persónum og hendingum í listarliga umhvørvinum, hann ferðaðist í sum ungur rithøvundur í París í 1920?unum. Gjøgnum árini hevur bókin fingið ilt í mong, eitt nú [...] Mikið stríð hevur tikið seg upp, nú abbasonur kenda rithøvundan Ernest Hemingway hevur givið út eina nógv broytta útgávu bókini ?A Moveable Feast? Í bókini, sum verður mett at vera ein tann besta hjá [...] pápan hava givið eina snøgt sagt ræðuliga lýsing av mammuni, Pauline, sum Hemingway var giftur við í nøkur ár. Nú hevur abbasonurin so gjørt bart og broytt og útgivið ?A Moveable Feast? í einum líki, sum
sítt íkast til arbeiðið at gera eina nýggja pensjónsskipan. Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Løgtingið viðgjørdi fleiri mál um fólkapensjón í gjár og í tí sambandinum vísti Annika [...] Olsen á, at fyrisitingin hevur gjørt eitt uppskot til eina framtíðar pensjónsskipan og tað ætlar hon sær at leggja fram til almenna umrøðu. - Føroya Fólk skal vita, hvat liggur í hesum, tí hetta rakar øll [...] fyriliggur, er eitt fyrisitingarligt uppskot burturav og at eingin politikari hevur havt fingurin við í spælinum. Hon sigur, at í næstum fer hon at skipa fyri evnisdegi, har, har serfrøðingur fara at greiða
Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagið, sigur, at niðurstøðan hjá Fútarættinum kann býtast sundur í tvey. ? Fútarætturin sigur í fyrstu atløgu, at Fíggjarmálastýrið er ikki partur í málinum, tí tað [...] seta í sigling. Men higartil hevur ósemja ímillum Skipara- og Mavigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálastýrið hinumegin um lønina hjá yvirmonnum forða fyri, at hann sleppur í sigling [...] nýggja vaktarskipið, Brimil, sum lá við kei í fleiri mánaðir av somu orsøk. Byrja umaftur Leiðarin á Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum, Tummas Magnussen, hevur ongar viðmerkingar til málið og tað eydnaðist
løtt uppgáva at fáa eina avtalu við donsku stjórnina um eina veruliga prístalsviðgerð av Ríkisveitingini, fara helst skeiv. Landsstýrið hevur boðað stjórnini frá ynski sínum um eina samráðing um málið, [...] eller på Færøerne”. Samgongan í Føroyum, tvs. meirilutin í Løgtinginum, ynskir nú at prístalsviðgera Ríkisveitingini eftir ávísum leisti. Við nevndu “principperklæring” hevur Sjúrður Skaale bundið seg til [...] dialogi” við donsku stjórnina. Fólkatingsmaðurin hjá Javnaarflokkinum hevur góðar møguleikar at gjørt eitt gott arbeiði í so máta. Hann hevur fleiri ferðir verið alment frammi og sagt seg hava útvegað Føroyum
Ein 56 ára gamal maður varð í Føroya Rætti í morgun dømdur eina bót á 1.000 krónur fyri stuldur í fýr førum. Hann var upprunaliga ákærdur fyri rán í tí eina førinum, men ákæruvaldið fráfall hesa ákæruna [...] ákæruna og broytti hana til stuldur. Í trimum førum hevði maðurin verið inni í einum handli og stolið eina fløsku av húsarhaldsspritti, og í tí eina førinum hevði hann, saman við einum øðrum, verið inni á [...] num og stolið tríggjar dunkar av hospitalsspritti eina náttina. Ikki er greitt, hvussu teir báðir vóru komnir inn á Landssjúkrahúsið, men tað hevur í hvussu er ikki verið við at ringja seg inn gjøgnum
Í vikuni kom Rodrigo Silva aftur til KÍ, har hann spældi í 2008 og skoraði 11 mál í 24 dystum. Vónin er, at hann framvegis hevur somu framrættaðu eginleikarnar, sum hann vísti í 2008. Í gjár vandi Rodrigo [...] Rodrigo Silva skal venja við KÍ í eina tíð, aðrenn nøkur avgerð verður tikin um sáttmáli skal gerast. - Avtalan er, at Rodrigo roynir seg í venjing og dysti hjá okkum í eina tíð, áðrenn vit taka støðu til [...] Páll Klettskarð hevur ein afturvendandi skaða í fótinum, sum argar hann fyri tíðina. Hann mátti geva avboð til venjingarleguna hjá landsliðnum, og kláraði bara at spæla í eina hálvan tíma í Klaksvíkskapingini