Tað kann ikki sigast annað, enn at hugflogið er gott. Men neyvan koma hesi hugskot frá landsstýrismanninum, sum skal syrgja fyri at tað rennur í kassan, samstundis sum hann hevur ábyrgdina av, at tað, [...] rennur út, fer í rætta stað. Víst er Tjóðveldisflokkurin drigin í stýriborð, til høgru, men neyvan er hann enn farin so langt, at einastu uppskotini eru at leggja byrðar á tey lágløntu. Tað er rætt at ansa eftir [...] eftir, at búskapurin ikki fær ov skjót bein at ganga á. Men hann fer at ganga upp aftur skjótari, um ynskini hjá Fólkaflokkinum um størri skattalækkingar skulu fremjast í verki. Sostatt er heldur ikki
vit koma víðari, og Jústines Olsen heldur, at hetta kundi verið eitt gott evni at tikið upp í skúlanum. - Grind er so nógv annað enn tað at drepa ein hval. Tað er eisini ein mentan, og tað er ein spurningur [...] frálíkt hugskot. Djóralæknin vísir á, at nú hava tey skipað fyri skeiðum kring landið í at drepa grind og tað átti at verið eitt gott, ástøðilig grundarlag fyri at læra tað í veruliga lívinum, niðri í mølini [...] við grind at gera. Sostatt eiga tey eisini at læra um mentan í sambandi við grind, um at reka grind, um at skera upp, um at býta, og hagreiða grind, og annars um alt, ið knýtir seg afturat tí at drepa grind
hevur tað itið TJALD á føroyskum, stutt, vakurt, snøgt. TJALDAVÍK og TJALDAVÍKARHÓLMUR: Staðanøvn í Suðuroy, søguligt stað. Vónandi fer eingin at siga TELTAVÍK!?! Góðu tit, øll somul! Brúkið nú tað føroyska [...] Fjarðarstevnan, ikki Fjarða-) og onnur summartiltøk. Í heilum hoyra vit um TELT, bæði munnliga og skrivliga. Vørpini tosa um telt, kunngerðir og lýsingar brúka orðið, telt, og á skeltum stendur hatta orðið [...] føroyska orðið, TJALD!! E.S.: Orki ikki at gera viðmerkingar til SPROKSTRIKUNA í summar, kanska seinni!?! Gott málsummar!
gásadalskonuni at seta seg í bilin og koyra til Viðareiðis at keypa. Tað fer at bera til hjá henni, uttan at tað verður neyðugt, at nakar annar fer at blanda seg uppí. Akkurát soleiðis sum tað í dag er hjá [...] Kalsoynni, nær tað skal gerast nógv lagaligari at koma til og frá Svínoy, og nær Sandoy og seinni Suðuroy fara at koma uppí, og ikki minst nær tunnil fer at verða gjørdur av Skálafjørðinum og til Havnar. [...] klettunum. Og tað kennist serliga meint, tá kunningin kiksar til teirra, sum eru á ferð og rokna við, at alt er, sum tað eigur at vera. Tíverri kemur tað fyri, at hesi eru tey seinastu at verða kunnað um
so er tað gott og strimbrandi at skifta orð um øll viðkomandi mál. Men tær nýtist ikki at leggja lógaruppskot fram fyri tað. Vit føroyingar kunnu vera glaðir fyri, at málið hevur tað so gott. Tað er sjálvsagt [...] bæði ung og goml dáma at lurta eftir og syngja. Nógvir teirra, sum eru vorðnir fólkaogn, eru málsliga góðir. Og tað sigur nógv. Tað verður ongantíð soleiðis, at øll verða á einum máli. Men tað tykist so [...] Hanus og Janus heldur seg vita akkurát, hvussu tað eigur at vera. Uttan at hava nakra veruliga grundgeving fyri sínum meiningum. Tað er jú gott at kjakast um mál, sum viðkoma okkum øllum. Men tað er álíkavæl
Sjálvstýrisflokkinum heldur nevniliga, at tað hevur stóran týdning at skapa álit ímillum politikarar og borgarar og at skapa forstáilsi ímillum fólk fyri at tað er neyðugt við inntrivum. - Men sum støðan [...] sigur, at tá ið ferð kemur á tingarbeiðið aftur í heyst, er tað als ikki óhugsandi, at Sjálvstýrisflokkurin fer at leggja uppskot fram um at lønin hjá politikarum skal lækka 5% ella enntá 10% um tað skal [...] teimum inntrivum, sum verða gjørd. Fólkið hevur heldur ikki álit á politisku skipanina, og tað verður okkara fremsta uppgáva at byggja tað uppaftur, heldur hann. Hann vísir á, at ein týðandi partur av
men vit hava nógv at verða takksom fyri, at vit kundu hava tykkum millum okkum so leingi, vit vita, at tað er tann eina vegin tað ber, tá aldurin byrjar at tyngja, men vit vilja varveita tey ríku minnið [...] løtur í bøð og haga, tað fjálga heimið har vit búðleikaðust, so fjálgt og gott, har guðstrúgvin var ein partur av okkara uppaling, pápi var ein trúfastur kirkjugangari, og hetta kom eisini at seta sín [...] mjólkast og ambætast, tá heystið kom og fjøllini vóru gingin, var ein fragd hjá okkum børnum, tað var ein sannur veitsludámur, sum vit minnist tað. Men tað var tungt arbeiði hjá teimum vaksnu, og ikki minst
sjúku og ellisárum. Alt gott um at orða ein politikk inann hetta og hatta, men alt til sína tíð. Tað er ikki rætt at endurskoða vælfungerandi lógir og kunngerðir og niðurseta arbeiðsbólkar til at orða ting [...] sum eru góð at hava og ikki eru orðaði fyrr, meðan tað alneyðuga sosum at fáa skúlaverkið at uppfylla krøvini í Fólkaskúlalógini liggur á láni. Politiskt má raðfestingin verða í lagi og hevur serliga [...] Spennandi verður at síggja hvussu samgongan fer at raðfesta í komandi fíggjarlóg, nú hon hevur gjørt tað heldur ivasama fyri ikki at siga ábyrgdarleysa, at hon hevur skarvað hálvtfjórðhundrað milliónir
Mjølnir víðari við málinum, men tað fáa vit so at síggja. Í øllum førum er tað gott, at Flogbóltssambandið – sum tað eisini hevur gjørt fyrr – ger skjótt av og sker út í papp, at kappingarreglurnar ikki bara [...] uppaftur harðari, tí tá verða liðini koyrd úr kappingini, so helst fer hetta mál at gera sítt til, at øll feløg nú væl og virðiliga seta seg inn í reglurnar, hava tey ikki gjørt tað áðrenn. Í fyrsta umfari [...] tilsamans 24 greinir og viðgera alt tað, sum undir vanligum umstøðum kann henda í sambandi við kapping og einstakar dystir. Tí er sera umráðandi, at feløgini til fulnar kunna seg um tað, sum stendur á pappírinum
fyri, at hann var keddur um, at tað skuldi hava gingist KÍ so illa í ár, viðurkendi hann veruleikan og hevði hug at hyggja frameftir. – Tað er ótrúliga skuffandi at flyta niður, tí felagið er stórt og hetta [...] strika í traditiónunum hjá felagnum. Men KÍ fer bara niður at venda og kemur uppaftur beinanvegin. Tað skal eingin ivi vera um. Sum tað sær út í løtuni, verða teir flestu av spælarunum hjá okkum verandi [...] B68. – Vit eru so at siga farnir í 1. deild. Tað er sjálvandi keðiligt, men sum Petur sigur, so hava liðini verið góð í ár, og tvey lið skulu niður. Vit eru so blivnir so at siga tað eina, sum er farið