Hans Esbern og familju tíni. Tit fingu trý børn, sum tit vóru sera glað fyri, síðan trý verbørn og ikki minst tey fimm ommubørnini, sum tú gleddist um og sum var ein stórur partur av lívi tínum. Tú var kokkur [...] visti altíð hvar man hevði teg. Tú var altíð fús at stíla fyri, um so hugnakvøld, veitslur, útferðir ella onnur tiltøk fyri búfólk, avvarðandi og starvsfólk, vóru á skránni. Har tú var, var altíð stuttligt [...] Grækarismessan er og várið hoyrist kalla, fuglar vitja landið og blómurnar spíra. Men tú, góða Randi, ert farin hiðani fyri stuttari tíð síðan, og tí tykist gleðin um várið ikki tann sama. Fyri einum ári síðani
tekniska. Hann hevur altíð verið til taks. Mikkjal og øll onnur hava kunnað ringt nær sum helst um hvat sum helst. Og hann hevur altíð funnið eina loysn. Starvsfelagarnir halda, at Jóann er ein heilt óvanliga [...] ótrúliga arbeiðssamur". Ikki bara í sínum fasta starvi - men eisini at byggja, innrætta og smíða fyri familjuna og børnini. Jóann hevur herjað á til hann nú er væl yvir 70. Hann hevur altíð prioriterað Brennistøðina [...] Hann hevur sostatt staðið fyri at uppbyggja fleiri av teimum burturkastskipanum, sum vit nýta í dag, m.a. rottangaskipanina og endurnýtslu av skrottjarni og bilvrakum, fyri at nevna okkurt úr rúgvuni
100 ár. Tað er ikki til at fata, at tú er blivin so gomul, men tað besta av øllum er, at minnið hevur tú so gott enn. Er tað nakað eg ikki minnist, so ringi eg bara til tín, og tað er altíð eitt svar. Eg [...] besta fyri meg. Eitt betur heim kundi eg ikki koma í. Eg havi so nógv gott at takka tykkum fyri, og nógv góð minnir havi eg heimanífrá. Sum tá je kom heim frá skúla leygardag, tá hevði tú altíð gjørt reint [...] vistu øll hvør tað var. Eg veit at tað er ein stór gleði fyri teg, hvørja ferð Óla Jákup og tey vitja teg. Tú hevur altíð verið so góð við øll og er kend fyri at vera tolin og góð. Eg havi ongantíð sæð teg
Góða omma og langomma, hetta er bert ein lítil heilsan til tín á tínum 80 ára degi. Takk fyri at tú altíð ert so góð við okkum. Gestablíð ert tú altíð. Tað er mangan komið fyri at heil hondbóltslið og ka [...] ella ligið nátt í tínum heimi. Takk fyri at vit altíð eru vælkomin í títt heim. Vit hava nógv góð minnir frá barnaárum í Klaksvík. Tað vóru ikki nógvar feriur, sum fóru framvið, uttan at vit vóru hjá tykkum [...] marmorkøkur er tað eingin, sum dugur betri at baka enn tú, og smákøkurnar eta vit sum bomm. Til hondabreiði dugur tú sera væl. Allar tær mongu troyggjur, hosur, ullint undirklæðir og mangt annað, sum tú hevur
stuðul framyvir. Tú vart altíð tann, ið gav tær tíð at lurta. Altíð við tí góða, somuleiðis altíð tann omman, sum kundi skilja lívsins trupulleikar, tá alt ikki gekk ”beint fram”. Um tað var dagur ella [...] vil eg siga tøkk til tín, omma, fyri tann tú vart. Tú vart ikki bert ein omma fyri meg. Tú vart ein mamma, omma og mín allarbesta vinkona. Tann kærleika, ið tú gav, kann ikki greiðast frá. Tað má ein hava [...] kundi eg altíð ringja og fáa góð ráð, ella bara eitt skemtingarsamt prát um tær ymisku upplivingar, ið komu á leiðini. Saknurin er stórur, nú tú ikki ert millum okkara meira, eitt tómrúm, sum eingin kann
Av einum systkinaflokki uppá seks er Poul triðelstur. Poul er sonur Annu og Jacob Meinhard Poulsen. Tað lítla heimið, sum stóð á Heyggi, kundi ikki sammetast við tað, sum vit vanliga kalla ein bústað í dag [...] ini og fyri flest allar teir føroyingar, sum vóru í Grønlandi, og familjur teirra, sum vóru eftir heima í Føroyum, var hetta ein minilig tíð, og fyri Poul var hetta tíðarskeið nakað heilt fyri seg; og [...] ivast í, at Poul er glaður fyri at hava verið millum teir føroyingar, sum leitaðu nýggjar leiðir fyri at vinna sær til dagin og vegin, og í mangar mátar hava sett varðar eftir seg, fyri eftirtíðina at líta
nógv klemm og tvey oyru sum altíð lurtaðu. Tað var altíð gott at koma norð á Reynatúgvu. Heitt og fjálgt og trygt. Har var rúm fyri nógvum sløgum. Um tú var tann, sum hevði brúk fyri at seta seg á bonkin [...] Eg finni ikki tey røttu orðini at lýsa ommu mína. Finni ikki nóg mikið av góðum orðum, sum røkka nóg langt at lýsa tann persón, ið hon var. Finni ikki akkurát tað, sum rakar beint, og sigur hvussu ein [...] nakað við meg, sum setti seg fast í minnið, og sum eg havi hugsað nógv um síðani. Hon bað okkum ikki syrgja seg, men minnast bert tær góðu løturnar, ið vit høvdu saman við henni. Sjálvt um tað er ringt at hugsa
við okkum øll. Abbin fortaldi altíð onkra góða søgu ella onkra serliga hending, sum honum hevði verið fyri. Minnið, sum abbin hevði, unnast ikki øllum at fáa. Tað var altíð so hugnaligt at hoyra hann. Og [...] september, 6 vikur ímillum tykkum. Hetta er ein tung tíð og tómrúmið er ómetaliga stórt. Tað var altíð so gott at koma út til Porkeris til tykkum, tit tóku altíð ímóti okkum við opnum ørmum, og vit blivu [...] fantastiskur. Góðu omman og abbin. Túsund takk fyri alt tit hava verið fyri meg og okkum. Má Jesus pápi hjálpa og styrkja okkum ígjøgnum hesa sváru og tungu tíð. Takk fyri alt. Yvonna
men so var ikki. Altíð hevði tú okkurt at takast við Birita, og tú strálaði sum ein sól hvønn dag. Har sum tú vart, vóru allar vinkonurnar, hetta kom av, at tú altíð vart blíð, og visti altíð okkurt at [...] og niðan í ein hyl, sum har lá, og tað vardi ikki leingi, fyrrenn tú vart útií og svam. Tú Birita, sum av øllum skuldi doyggja, er slett ikki til at fata, og tað klári eg heldur ikki at fata tann dag í [...] tú ikki longur vart ímillum okkum, fekk eg sjokk, og fekk næstan ikki staðið á mínum egnu beinum fyri sorg. Hetta var ringasti dagur í lívi mínum. Hvør hevði væntað tað, at tú kundi doyggja, tú sum altíð
til aftur Hvalbiar. Palleba bróðir, sáli, hevði brúk fyri húshjálp. Tú vart skjót suður, tí, sum tú so oftani hevur sagt, var Palleba sum ein pápi fyri teg. Komin suður hitti tú abban. Tit giftust inn á [...] gerð. Sum tað elsta av ommubørnunum havi eg altíð verið nógv hjá tykkum. Tú passaði meg, tá eg var lítil, tí mamma var í Danmark. At koma inn til tykkum følist altíð heitt og fjálgt. Mær hevur altíð dámt [...] koma upp til. Tað er serliga deiligt at koma inn í køkin ein kaldan vetrardag. Sum barn setti eg meg altíð við kolkomfýrin. Tú tók parhosurnar og hitaði tær við ovnin. Tú bað meg altíð leggja hendurnar