higartil hevur sagt, er at »tað hevur verið ein hending í Fuglafirði«, og at »ein lívleysur persónur er funnin« uttan fyri ein bústað í Fuglafirði. Tað var stutt fyri klokkan 13 í gjár, at løgreglan fekk boðini [...] er sera, sera óvanligt, at løgreglan soleiðis fullkomiliga leggur lok á eitt mál í meira enn eitt samdøgur eftir »eina hending«, sum hana í Fuglafirði í gjár. Tí bendir nógv á, at talan er um eitt sera óvanligt [...] óvanligt og sera álvarsamt mál. Lesið eisini: Stór løgregluatsókn í Fuglafirði
Avleiðingin var, at bilar hópaðu seg upp og fyltu rundkoyringina, so at ferðslan at enda hvørki slapp aftur ella fram. – Har er nakað, sum vit skulu tosa um. Vit mugu gera hetta øðrvísi til Oyggjaleikirnar [...] soleiðis, sum ætlanin er at skipa hana til Oyggjaleikir, og tí skuldi hetta vera ein roynd upp á tað. Sambært løgregluni varð bummurin á Hvítanesi latin niður, men eingin var á staðnum at stýra ferðsluni. A [...] rnar, sigur løgreglan. Løgreglan heldur sostatt, at ein betri skipan má fáast í lag, áðrenn nógv størri ítróttartiltøk skulu avgreiðast í Føroyum. Sjálv súkklukappingin gekk annars væl. Løgreglan fekk
skipini koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini fyri næstu viku. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á Í [...] hýsu og nakað av flatfiski. - Allir trolbátarnir koma inn at landa í vikuni sum kemur. Trý garnaskip fiska svartkalva, og tey koma øll inn at landa í vikuni. - Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, siga [...] Íslandsrygginum og fiskar tosk. Teir koma inn at landa í vikuni. - Ein er júst byrjaður nýggjan túr, og ein frystitrolari er eisini til fiskiskap, verður lagt aftrat. Tríggir av teimum smáu trolbátunum
umráðandi at bera skjótt at og boða frá á røttum staði, sigur Turið F. Arge, forkvinna í Felagnum Peningastovnar. – Talan er um skipað brotsverk, har svikarar miðvíst royna at skapa ótta og fáa fólk at bera [...] følsk sms-boð, har svikarar royna at fáa móttakaran at trýsta á eitt leinki og lata frá sær persónligar upplýsingar. Fleiri hava longu latið upplýsingar í teirri trúgv, at boðini komu frá einum peningastovni [...] svikarar kunnu bæði misnýta nøvn og fáa tað at síggja út, sum boðini koma frá einum kendum telefonnummari. Í boðunum verða fólk ofta biðin um at skunda sær at dagføra upplýsingar ella gjalda fyri eitthvørt
var ikki lukkuligt at missa nakað, ið hendi har. Tá tú fyri stuttum fanst útav, at tú ikki var sloppin við til Havnar at syngja við teimum, vart tú ikki blíður. Mann sigur, at ein skal grulva, áðrenn [...] fari altíð at minnast títt ljósa smíl, tín vilja, framdriftina, kreativitetin og musikalitetin. Tú ert fyrimynd og inspiratión í mínum lívi og virki. Ikki øll vita, at tú byrjaði at spæla klaver [...] vart tú tann skemtingarsami, og til føðingardagar hjá okkum børnum fekk tú øll at flenna at tí, ið tú fann uppá at upptraðka við. Um ikki eg hevði upplivað teg spæla klaver og tann serliga mátan
Men tað er ikki vist, at førarin fremst í røðini veit, at hann hevur loyvi at koyra 80 km/t. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg havi sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein §52 a- [...] bilurin vísir, at hámarksferðin er 60 km/t, er tað púra natúrligt, at førarin lítur á tað. So kann úrslitið gerast, at koyrt verður 60 km/t kilometur eftir kilometur, hóast loyvt er at koyra 80. Ferðarmunur [...] Tí er rímiligt at spyrja, um okkara skelting eisini eigur at fylgja við. Talan er í grundini um eina einfalda loysn: Tá tað aftur er loyvt at koyra 80 km/t, eigur bæði førarin og bilurin at fáa greið boð
Tórshavnar kommunu vísti í viðmerkingunum á, at av tí at nógv virksemi longu er runt Vesturvarða, er ósannlíkt at súkklu- og gongugøtur fara at lýta náttúruøkið, og at gøturnar í størst møguligan mun verða gjørdar [...] kommununa um, at nevndin viðmælti ætlanina við ávísum treytum. Í juni tók yvirfriðingarnevndin málið upp og mælti til, at breytin varð flutt niðan til har, sum vindmyllurnar eru, tí tey mettu, at lendið har [...] frástøða og 2 mió. kr. Tórshavnar kommuna hevur samtykt at geva Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon tilsøgn um stuðul upp á 2 mió. kr. og loyvi at fara undir eina oyggjaleikabreyt, sum er 3 km til longdar
radio, sum segði, at ein bátur var á veg móti teimum. - Sjóránaravirksemið út fyri Somalia náddi hæddina í 2011 við fleiri hundrað álopum á skip á siglingarleiðini. NTB veit at siga, at eftir nøkrum árum [...] boð um, at vápnað fólk hava tikið seg umborð á eitt tangaskip. Fólkini hava tikið ræðið á skipinum, sum er á leiðini út fyri Jemen, og hava broytt siglingarkósina móti Somalia. Sagt verður, at tangaskipið
í gjár varð tikin fyri at hava stolið eina blusu og aðrar vørur úr tveimum ymiskum handlum í høvuðsstaðnum. Løgreglan upplýsti í gjár, at málið fór at verða viðgjørt við atliti at fyrisitingarligari útvísing [...] útvísing. Nú hava myndugleikarnir í Danmark tikið avgerð um at útvísa kvinnuna. Hon hevur samstundis fingið innferðarbann í tvey ár og sleppur sostatt ikki inn aftur í landið hetta tíðarskeiðið. Umframt
røðu síni: Sostatt eru tað bæði skúlin og tit, sum fara at ganga her, ið nú traðka inn í nakað nýtt og spennandi, og er felagsnevnarin, at tit tora at røkka longur, samstundis sum tit vilja byggja eitt sterkt [...] eisini nevndur BSK, í Skálafirði. 15 næmingar fara at ganga í skúla har komandi níggju mánaðarnar. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, var boðin at halda røðu til hátíðarhaldið, og segði hann millum annað