Í dag eru 40 ár liðin síðan Borðtennissamband Føroya varð sett á stovn. Í hesum sambandi hevur Borðtennissamband Føroya sent eitt skriv út. Borðtennis í Føroyum var í mong ár skipað av einari borðtennisdeild [...] gjørdi nevndin í samstarvi við grafikara. EM í Bern í 1980 Hóast Borðtennissamband Føroya ikki varð sett á stovn fyrr enn í 1980, so fekk føroyskt borðtennis altjóða limaskap miðskeiðis í 1970-unum. Tað [...] tað í nøkrum førum var tætt við. Sum nýggjur limur í stóru familjuni fekk føroyska liðið nógva umtalu í bløðunum í Sveis, og varð bjóðað saman við danska liðnum til móttøku á donsku sendistovuni í Bern
eigur SEV við húð og hár. Brúkarin hevur staði stinnur undir liðina á SEV í mannaminni. El prísurin í Føroyum er javnur í Føroyum – og aðrastaðni er prísurin ójavnur, alt eftir havar tú býr. Eftirlit er [...] KWT. Hetta er í Norra og í Danmark. Eg eri nøgdur við prísin, ið eg gjaldið fyri EL. Og er tað soleiðis at SEV eitt ár hevur yvirskot, so eri eg glaður við at tað verða gjørdar íløgur í framtíðartryggja [...] Sandvík Streymbrúkandi Samfelagsborgari Bygdarráðslimur í Hvalbiar Sóknar Kommunu Nevndarlimur í Suðuroyar Sambandsfelag Fyrrverandi varaborgarstjóri í Hvalbiar Sóknar Kommunu 2009 - 2012 Fyrrverandi 1. V
verið í almennum starvi sum løgtingsmaður og landsstýrismaður í næstan 30 ár. Um tað veruliga er so, at hann vil minka um almenna geiran, so kundi hann so hóskandi sjálvur víst vegin út. Ella í øllum førum [...] hava forstýrað arbeiðsfriðin. Í farnu viku segði hann seg vera ovfarnan og harman um, at hansara egna samgonga ikki vildi geva samkyndum og børnum teirra javnrættindi í Føroyum. Men hvussu kann løgmaður framvegis [...] strævnar borgarar, sum vilja hava javnrættindi fyri øll í Føroyum. Og at frágreiðingarnar um vánaliga fíggjarstýring frá veitsluknúsarunum í Búskaparráðnum framyvir bert vera eini SMS-boð til fíggjarmá
Anna Dam, forkvinna í H71 áðrenn fyrstu roynd felagsins í Europa Cup. Dystirnir verða spældir í Føroyum, og tað krevur nógv av einum føroyskum hondbóltsfelag. Tað kostar at fara í Evropa - Tað er slett [...] slett ikki tað sama í hondbólti sum í fótbólti, greiðir forkvinnan frá - Tú vinnur ikki pengar við at fara í Evropa. Men vit hava nógvar góðar stuðlar í vinnulívinum. Í summar hava vit tosað við stuðlarnar [...] landsliðnum í 2017. Tá hjálpti tað at hava góða undirtøku, heimligar umstøður, sova í egnari song áðrenn dyst og at eta matin hjá mammu, tekur forkvinnan í H71 til Slovenar máttu sannførast - Í fyrstu atløgu
við í samgonguskjalið. Men tá ið av tornaði, stóð einki ítøkiligt í samgonguskjalinum um, hvussu bøtast kann um hesa trongu fíggjarstøðu hjá føroyskum ítrótti. - Bæði ítrótturin innlendis í Føroyum og altjóða [...] minkar 11 prosent í 2021, og tað restar 1,5 millión krónur í, boðar ÍSF-forsetin, Elin Heðinsdóttir Joensen, frá. - Føroyskum ítrótti tørvar ítøkiliga politiska undirtøku, sum sæst aftur í krónum og oyrum [...] mai í ár gjørdi ÍSF-forsetin greitt, at stuðulin til sambondini minkar 11 prosent, um játtanina til ítróttin ikki økist minst 1,5 milliónir krónur í 2021. Orsøkin er, at eingin stórur vinningur í Danske
allar flestu í at gera hesa íløguna, eisini sjálvt um nógv hava hug til tað. Men tað er, og verður altíð pengapungurin, sum í síðsta enda bestemmar. Tí vit skulu jú eisini liva, í dag og í morgin. Gularótin [...] Í dag eru omanfyri 1000 hús í Føroyum, sum verða hitað við hitapumpum, og talið av elbilum nærkast teimum 200. Hetta er at gleðast um; men enn gera tey flestu tað av idealistiskum orsøkum og/ella tí tey [...] restina, eini 18-20.000 hús og yvir 37.000 akfør! Skulu vit av álvara gera eina grøna kollvelting í Føroyum – og tað haldi eg vit skulu gera – so noyðast vit at fáa stóru fjøldina við; og tað skjótt! Skulu
og Suðuroy. Í útoyggjum er minkað við 5 fólkum í Kalsoy, 3 í Hesti, 3 í Skúvoy, 2 í Mykinesi og við einum fólki bæði í Fugloy og Viðoy. Hinvegin er vøkstur í Nólsoy við 5 fólkum og í Svínoy við 2. [...] er vøkstur í 22 kommunum, óbroytt í einari og minking í seks. Minkar í útoyggjum Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og [...] uttan høvuðsstaðin. Í Norðoyggjum er vøksturin væl minni enn í miðøkinum. Í Sandoyar og Suðuroyar sýslum stendur í stað. Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum í mun til fólkatalið er
Í dag hava Judy og Óli á Grømma Jacobsen verið gift í 50 ár. Tey búgva í USA, men seinastu vikurnar hava tey verið í arbeiðsørindum í Teilandi. Tey hava í meiri enn fimmti ár virkað í trúboðanarfelagsskapinum [...] stuðla og stimbra trúboðarum í teirra arbeiði. Í løtuni eru tey í Chiang Mai, sum er næststørsti býurin í Teilandi, har tey luttaka í skeiði fyri 70 leiðarar og ráðgevarar í Asia. Teir eru úr fleiri enn [...] til USA. Foreldrini møttust í Milwaukee í Wisconsin, og tey vóru gift í 67 ár. Mamman var 87 ára gomul, tá ið hon doyði í 2002, og pápin var 94 ára gamal, tá ið hann doyði í 2002. Hann var múrari, og hon
Hammershøi í fulltíðarstarvi í danska Blindasamfelagnum og er partaeigari í myrkamatstovuni Dark Waiter í Keypmannahavn. Jannie Hammershøi er fødd og uppvoksin í Føroyum. Hon býr nú í Hedehusene í Danmark [...] misti sjónina í tannárunum hevur tað verið í ítrótti fyri blind. Jannie Hammershøi hevur spælt á danska goalbólt-landsliðnum og hevur umboðað Danmark í paralympisku leikunum í Atlanta í 1996. At hon um [...] forseti í altjóða sambandinum fyri blindaítrótt Orð: Mette Oscar Pedersen Jannie Hammershøi er uppvoksin í Sumba, men býr nú í Danmark við manni og trimum børnum. Hon hevur altíð verið virkin í ítrótti
øktist upplagið tey komandi fimm árini upp í eini 6.000 eintøk. Samstundis mentist blaðið í dygd og stødd og gjørdist eitt tað mest týðandi blaðið í Føroyum. Vit løgdu dent á fjølbroytt tíðindini, og tóku [...] stak væl. Meðan bingo-spælið var í blaðnum, vórðu umleið 5000 bløð prentað, ella tvífalt so nógv, sum upplagið var á sumri í 1978. Tá avtornaði var upplagið komið upp í 3.500. Hálva hvørt ár skipaði Tórfinn [...] kortini hevði eina javnaðaráskoðan, sum sást í oddagreinini. Ein áhugaverd tíð, sum vísti eitt samanhald, sum neyvan finst í dag. Áðrenn Sosialurin flutti út á Argir í 1982, var Dagny Joensen komin á redaksjónina