í sínum viðmerkingum til lógaruppskotið, at skyldur og rættur eiga at fylgjast at. Tað vil siga, at um ein ikki rindar inn í Heilsutrygd, so eigur ein ikki at hava rættindir til veitingar úr grunninum [...] undan at rinda dupulta trygging Sirið Stenberg sigur, málið um undantak av gjaldinum til Heilsutrygd er ógvuliga fløkt og avleiðingarnar av at broyta lógina spenna víða, men at tað trongdi til at rudda [...] heilsutrygdargjald av órøttum. - Vit umrøddu møguleikan at lóggeva afturvirkandi, men tað vísti seg at verða trupult. Vit hildu eisini, at tað var trupult bert at geva teimum, sum høvdu gjørt vart við seg, endurgjald
tænastur og fleiri læknar. Hetta var millum annað gjørt tí, at tað var mett, at hetta fór at hava við sær, at fleiri læknar fóru at hava áhuga at søkja starv, sum annars í stóran mun eru mannaði av avloysarum [...] so ynskt at effektuera, meðan vit mæla til at inntil koyrandi er, skal lækni verða á Strondum í eina viku og í Runavík eina viku, sigur Artur Johansen. Hann sigur víðari, at læknarnir siga, at tað er ov [...] millum annað sagt, at gomlu læknadømini á Skála og í Runavík skuldu niðurleggjast og eitt nýtt Skálafjarðar læknadømi skuldi stovnast og at ein heilsudepil skuldi gerast í Runavík, ið fór at hava fleiri tænastur
ímóti heldur hann, at vit skulu ikki leypa fram av og at glaðbeint royna at fáa føroyingar at keypa sær el-bil. Hann vísir á, at tað hevur verið nógv frammi um, hvussu skjótt tað er, at eldur kemur í ein [...] tikið seg upp, at øll skulu hava el-bil. Samgongan hevur annars strikað fleiri av avgjøldunum á el-bilum fyri at eggja føroyingum at fáa sær el-bil. Men Henrik Old heldur er ikki vísur í at hetta er so klókt [...] vit hava, eiga vit at vera varin, áðrenn vit eggja fólki í stórum tali at fáa sær el-bil, tá ið tað er so ringt at sløkkja, skuldi eldur komið í teir, heldur Henrik Old. – Er tað rætt at fylla bilaferjur
er torført, at fáa ungdómar at síggja, at tey hava eitt rúsproblem og at skilja, hvat tað kann leiða til, sigur hon. Hon leggur afturat, at hon heldur, at Bláikossur er á rættari leið, men at hon hevur ynski [...] tað er ongin ivi um, at tørvurin er har, heldur hon. Tað er umráðandi, at børn og heilt ung, ið eru bundin at ella nýta rúsevni fáa ta hjálp, teimum tørvar. Hildur Hermansen sigur, at tey eru ikki mong í [...] um tilboðið, ið Bláikrossur nú fer at bjóða ungum úr 15 til 18 ár, tí onki annað tilboð til ung við rúsevnistrupulleikum er í landunum. Hon heldur tó, at meiri átti at verði gjørt við júst hendan trupulleikan
seg um at vera frammanfyri sína tíð og ikki alla tíðina at koma haltandi aftan á, sigur samskiparin í Útoyggjafelagnum. Eitt, ið onkuntíð verður nevnt, er at gera tað bíligari hjá útoyggjafólki at ferðast [...] úrslit at síggja av tí arbeiðnum. Olga Biskopstø sigur, at ein umbering hjá politikarum er, at málini, sum viðvíkja útoyggj, liggja undir ymsum ráðnum í Landsstýrinum og tí gongur tað so strilti at samskipa [...] Biskopstø heldur eisini, at afturstigini hava verið fleiri, eitt nú, er tað ógvuliga tvørligt at fáa farm út í útoyggj, og so harmast hon um, at ferðaætlanin út í Hest er skerd, so at fólk í Hesti nú eru verri
eiga at verða broyttar. Annika Olsen sigur, at tað gamla var, at longu eftir at hava sitið í átta ár fingu løgmaður og landsstýrisfólk fulla eftirløn. Tann skipanin varð mett at vera so gylt, at hon átti [...] nóg væl lýst. Tá var ikki talan um at seta eina nevnd at endurskoða lønina, men nú tey hava viðgjørt málið nágreiniligari, eru tey komin eftir, at tað er tað er rætt at lata eina uttanveltaða nevnd endurskoða [...] sambandi við, at alsamt fleiri uppgávur eru lagdar føroysku kommununum at umsita, er arbeiðsbyrðan og ábyrgdin hjá býráðslimum munandi størri enn hon hevur verið. Annika Olsen, borgarstjóri, vísir á, at í sambandi
møguleika at gera tað, ongin annar hevur klárað, nevniliga at nýskipa fiskivinnuna. Men Jenis av Rana heldur, at tað er ongin orsøk yvirhøvur til at broyta fiskivinnunýskipanina. Hinvegin heldur hann, at tað [...] varð ætlanin hjá at nýskipa fiskivinnuna, eyðvitað eisini umrødd. Teir báðir tingmenninir staðfestu, at hóast tað nú er meiri enn eitt ár síðani, at samgongan varð skipað við tí høvuðsmáli at nýskipa fiskivinnuna [...] víst, at teir brúka tað til at gera tí íløgur í nýggj virki, og úrslitið av tí er, at vit hava onki arbeiðsloysi í Føroyum – Men hjá akademikarunum í Tjóðveldi er hugsunnarhátturin hinvegin, at vit hava
- Tað má framvegis vera soleiðis, at fólk kring landið verða eggjað til at menna økini og at stremba eftir at byggja út. Hann heldur eisini, at tað er er avgerandi at framburður og menning sprettir úr [...] teir flestu borgarstjórarnir halda, at vit eiga at hava eina slíka skipan. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, heldur, at landsmyndugleikarnir eru longu farnir at javna ímillum øki í landinum, tí teir [...] haldi heldur ikki at vit skulu ræðast, at økini kappast ímóti hvørjum øðrum. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ger greitt, at skulu vit tosa um útjavning, skulu vit ikki bara hyggja at inntøkunum í teimum
Alt bendir á, at tað eftir øllum at døma verður ómetaliga trupult hjá Paul Watson og hansara fólkum í Sea Shepherd at finna nakað høli í Havnini. Ætlanin hjá felagsskapinum er nevniliga at halda fyrilestur [...] Sosialinum, gjørdi teimum greitt, at tey ikki sluppu inn í Miðlahúsið við sínum virksemi. Av Hotel Hafnia eru boðini, at tey enn ikki eru sloppin at siga nei. Tað vil siga, at Sea Shepherd ikki hevur spurt [...] á spurningin, um tey fara at húsa Sea Shepherd, sigur Annika Mittún Jacobsen, at hon ikki metir teirra høli vera egnaði til slíkt virksemi, og at tað annars ikki er vanligt, at tey leiga hølini út til líkt
tíðina, tí teir hava stúrt fyri, at øll læknaskipanin í oynni skal detta sundur. Kommunulæknarnir hava boðað frá, at arbeiðsbyrðan er so stór, at ongin kommunulækni fer at tíma at arbeiða í Suðuroy. Helt ítøkiliga [...] fyri, at alt heilsuverkið í Suðuroy skramblaði saman. Hetta var eisini orsøkin til, at landssýrismaðurin í heilsumálum og topp-embætisfólk í heilsumálaráðnum, komu til Suðuroyar í gjár at royna at finna [...] ført við sær, at ein av yngru kommunulæknunum hevur biðið um farloyvi og ein annar ungur kommunulækni, sum ætlaði at søkja starv í Suðuroy, hevur trekt følihornini aftur og hevur boðað frá, at sum umstøðurnar