eigari av Streetfood Føroyar, fegnast eisini um vitjanina. – Vit eru errin av at kunna bjóða Peter Kolos og Hungry Dane vælkomnum. Hetta er eitt serligt høvi hjá gestum okkara at royna eina av mest virðisløntu [...] burgarar frá danska Hungry Dane. Aftan fyri Hungry Dane stendur Peter Kolos, sum kemur til Føroya at borðreiða við nøkrum av burgarunum, ið hava givið matstaðnum fleiri heiðurslønir. Hungry Dane hevur tríggjar [...] ferðir vunnið heiðurin Danmarks Besti Burgari. Á matskránni í Føroyum verður millum annað Dane Royal, sum er serligi eyðkennisburgarin hjá fyritøkuni. Dane Royal varð í 2020 kosin mest nýskapandi burgarin
Fleiri flyta til – og færri av landinum Fólkatalið verður serliga ávirkað av tveimum viðurskiftum: burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingini, sum er munurin millum tilflyting [...] upp í 466. Bæði viðurskifti hava ávirkað gongdina: Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum. Burðaravlopið var um 20 fólk størri enn árið frammanundan. Ein orsøk er, at 16 [...] mánaðirnar. Býtið í fólkavøkstrinum er broytt Samansetingin av fólkavøkstrinum er eisini broytt. Frá 2024 og fram til mars í ár kom størsti parturin av vøkstrinum frá fólki við bústaðartilknýti til Føroya. Nú
OpenAI hevur í dag lanserað eina nýggja útgávu av ChatGPT, sum er serliga ætlað ungum millum 13 og 17 ár. Tað upplýsir felagið í einum tíðindaskrivi. Sambært OpenAI skal nýggja útgávan verja ungar brúkarar [...] endamálið er at viðgera tannáringar sum tannáringar. – Vit skulu tryggja, at vit møta teimum á rætta menningarstigi, so vit hvørki tosa niður til teirra ella viðgera tey sum børn, sigur hon. Nýggja útgávan [...] útsett fyri innihaldi, sum ikki er hóskandi fyri tey. Aldurin verður mettur OpenAI staðfestir ikki aldurin hjá brúkarunum við samleikaprógvi. Í staðin brúkar felagið eina skipan, sum metir, um ein brúkari
tveimum av trimum húskjum Hagstovan staðfestir eisini, at eingi børn búgva í tveimum triðingum av føroysku húskjunum. Børnini og barnafamiljurnar eru sostatt savnað í umleið einum triðingi av húskjunum [...] fyrsta juli og eru sostatt ein fjórðingur av øllum føroyskum húskjum. Samanlagt telja hesir báðir bólkarnir 10.596 húski. Tað merkir, at í meira enn helvtini av øllum húskjum í Føroyum býr annaðhvørt eitt [...] húskjunum, hóast býtið kann fevna um ymisk sløg av familjum og húsarhaldum. Tann húskisbólkurin, sum lutfalsliga er vaksin mest seinastu árini, er húski við einum vaksnum. Síðan 1. januar 2014 er hesin bólkurin
hevur verið sjónligur í eina tíð. - Áhugi er bæði frá fólki, sum ynskja at seta búgv í kommununi og frá teimum, sum longu búgva her, men sum ynskja ein annan og kanska minni bústað, sigur Jógvan í Skorini [...] nøkta ein part av eftirspurninginum og samstundis geva enn fleiri møguleika at finna ein bústað, sum hóskar til teirra tørv. - 18 nýggir bústaðir eru eitt munandi íkast til eina kommunu av okkara stødd – [...] 2026 varð byggiloyvi givið til byggingina. Tað eru lokalu fyritøkurnar, Sp/f Búð og JUUL Grevstur, sum standa aftanfyri verkætlanirnar. Báðar ætlanirnar eru staðsettar á Gerðisvegi við góðum útsýni yvir
Conference League. Tað verður nakað so forkunnugt sum ein Premier League dómari úr Onglandi, ið fer at leiða dystin. Dómari verður 30 ára gamli, Samuel Barrott sum hevur verið dómari í Premier League síðani 2024 [...] og 2024 dømdi Samuel Barrott dystir í The Championship, League One og League Two, so hann hevur væl av royndum. KÍ (FRO) vs. RIGA FC (LVA) Dómari: Samuel Barrott ENG Hjálpardómari 1: Adam Nunn ENG Hjálpardómari
Tað vísir nýggj samrøða, sum Veðurstovan hevur gjørt við 85 ára gamla Mikkjal Mikkelsen úr Árnafirði. Samrøðan er partur av eini røð, har Veðurstovan savnar staðkenda vitan um veðrið kring landið. Árnafjørður [...] Árnafjørður er 43. bygdin, sum er við. Sambært Mikkjali er lítil vindur í bygdini, tá hann er av norði og eysturi, tí høgu fjøllini verja væl. Hinvegin regnar ofta illa á hesum ættum og niður í sunnan. L [...] Landsynningur verður mettur sum ringasta ættin. Tá kemur vindurin beint inn eftir fjørðinum og gevur bæði mjørka og brim. Vestan kann eisini vera sera hørð. Tá lágtrýst fara norðureftir vestan fyri Føroyar
krevur meira av lesaranum. Á skíggjanum skulu fleiri val takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt annað. – Tað kemur alla tíðina okkurt upp á skíggjan, sum tú verður órógvaður [...] órógvaður av, og tað er skjótt at missa hugsavnanina og gera okkurt annað, sigur Viktoria Holsey Foss við Skúlablaðið. Hetta brúkar kognitiva orku, sum annars kundi verið brúkt til at skilja sjálvan tekstin [...] ikki altíð besta amboðið, tá næmingar skulu lesa og skilja fakligan tekst. Tað skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey Foss á Lesisentrinum við Universitetið í Stavanger. Hon hevur
Vónbjørt Vang er nú komin í hópin av fólkum, sum hava fingið pláss í traditionsríku Kraks Blå Bog . Gads Forlag gevur í dag út Kraks Blå Bog 2026-2027 , og Vónbjørt Vang er eitt av teimum 76 nýggju nøvnunum í [...] útgávu. Kraks Bláa Bók hevur verið givin út síðan 1910 og savnar ævisøguligar upplýsingar um fólk, sum hava sett sín dám á danska, føroyska ella grønlendska samfelagið innan millum annað mentan, vinnulív
staðsetingina av súkklubreytini á Vesturvarða aftur fyri býráðið, so býráðið kann viðgera og taka støðu til hetta av nýggjum. Siga ikki sanna søgu Tað eru røddir í býráðsmeirilutanum, sum hava ført fram [...] hava ábyrgdina av ætlaðu staðsetingini á Vesturvarða. Hetta er grovt og heilt einfalt ikki rætt. Søgan er tann, at býráðið játtaði fjallasúkklufelagnum at venja har í 2015. Tað var sum liður í fyrireikingunum [...] súkklur hoyra ikki saman.
Sum í so nógvum øðrum málum, so hevur tað eisini í hesum føri verið áhugavert at eygleitt politiska handverkið hjá býráðsmeirilutanum. Elsa Berg lurtar sum vant bara eftir sær sjálvari