4. og leygardagin 5. september verður Johannudagurin aftur hildin í Vági. - Í tveir dagar verða Vágs havn og Vágsfjørður karmur um tiltøk fyri bæði børnum og vaksnum. Í Vágs kommunu siga tey, at tiltakið [...] aftrat, at grindabátarnir fara á fjørðin, kappróðrarbátar kappast, og børnini kunnu fara á skattaveiðu við sjórænarunum. - Og ikki minst verður stórt vatnkríggj á skránni. Í Vági siga tey, at nógv ymiskt [...] d við Syngið-við umborð á Johonnu, og leygardagin verður nógv á skránni allan dagin. - Um viðrar, koma træseglskipini, Thorshavn, Dragin og Westward Ho á vitjan, og sjálvandi liggur okkara Johanna TG326
myndir og filma. Tey eiga eisini at hugsa um, hvørjar avleiðingar nýtslan kann fáa fyri tey sjálv og onnur. Nýggj tól, eitt nú leikur og ur, kunnu longu í dag taka upp ljóð, myndir og film uttan at onnur [...] løgmaður sær í, at fólk kunnu taka myndir og filma onnur uttan at tey varnast tað. Hon spurdi eisini, um tørvur er á serligari lóggávu, avmarkingum ella forboði í ávísum støðum. Løgmaður vísir á, at snildbrillur [...] snildbrillur eins og onnur tól, sum taka myndir, filma og taka upp ljóð, kunnu verða nýttar á ein hátt, sum er í stríð við bæði verndarlóggávu og revsilóggávu. – Vandi kann eitt nú vera fyri, at viðkvæmar persónligar
útgreiningararbeiðið og fyrireikingarnar, nær fyrstu skanningarnar kunnu byrja, og um 3 Tesla-skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal brúkast til endamálið. Sambært landsstýriskvinnuni verða fyrstu kvinnurnar [...] iðið og fyrireikingarnar. Báðir skannararnir kunnu brúkast Bæði 3 Tesla-skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og 1,5 Tesla-skannarin á Landssjúkrahúsinum kunnu brúkast til MR-skanning av bróstum. Tað verður [...] eitt vanligt tilboð til allar kvinnur og kemur ikki í staðin fyri mammografikanningar. Skanningarnar verða serliga nýttar til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba vegna arvalig viðurskifti
til hjá tyrluni at lenda. Høgættirnar roynast best Yvirhøvur eru høgættirnar tær bestu í Koltri. Úr útnyrðingi um norðan og landnyrðing niður í eystan er ofta kyrt og gott veður í oynni. Tað kann tó vera [...] Streymoynni og koma ikki um fjørðin til Kolturs. Lítið er vanliga av kava í oynni. Verður hvítt, tá kavin kemur høgur og tað er kalt, fýkur hann skjótt burtur aftur. Skalvar leggjast ikki. Vátt og nógv brim [...] staðveður kring landið. Sjúrður í Koltri er føddur og uppvaksin í oynni og hevur frá barnsbeini verið við í arbeiðinum bæði á sjógvi og landi, í bakkanum og bjørgunum. Sørin Djurhuus er ættaður úr Søldarfirði
av, at títt træ verður so høgt og stórt, at alt útsýni, sólargangur og ljós má víkja? Og hvussu um veturin, tá ið gangurin er nógvur frá greinum, ið sláa inn á bæði hús og á vindeygu? Fyri ikki at tala [...] til, tíverri. Og av tí at eingin granni vil seta eitt annars gott grannalag upp á spæl, verður einki sagt. Tað ber ikki til, at kommunan letur borgarum trø og annars heitir á teir um at planta, men ikki [...] “Plantið eitt træ í góðum grannalag”, sum lýsir, hvussu trø og runnar mest skynsamt verða plantað og hildin í grannaløgum. Alt gott um tað, men at ongar reglur eru fyri, hvussu vorðið er við trævøkstri, er
Skrivstovan skal fyrisita skiftislestur og skiftisstørv hjá bæði føroyskum og útlendskum lesandi og starvsfólkum. – Tað er avgerandi, at ársverkini á Altjóða skrivstovuni verða samsvarandi arbeiðsbyrðuni, sum [...] ikki til at siga, hvussu nógv ein føroyskur Erasmus+-limaskapur fer at kosta. Sambært landsstýrismanninum verður fulli kostnaðurin ikki kendur, fyrr enn formligu samráðingarnar eru lidnar. Tað verður væntandi [...] arbeiða við at tryggja, at mannagongdirnar fyri lesandi og starvsfólk, sum koma til Føroya ella fara av landinum, lúka evropeisku krøvini. Setrið skal eisini taka støðu til, hvørji fak og útbúgvingarøki
Kharg. Tað sigur amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sambært tíðindastovuni Reuters. – Forsetanum dámar væl at royna okkurt nýtt á sosialu miðlunum. Hann hevði sjálvur verið tann fyrsti at sagt, at hann [...] miðlunum, men eg haldi, at hann sendir iranum eini boð, sigur Vance. Sjónbandið varð lagt út á sosiala miðilin Truth Social saman við einum teksti. Tað er gjørt við vitlíki og vísir tað, sum líkist einum o [...] oljureinsiverki og einum skipi, ið verða sprongd í luftina. Álopið sæst úr erva, sum varð tað tikið upp úr einum flogfari ella einari tyrlu. – Oyggin Kharg verður sprongd sundur og saman!!! Forseti DJT
møguligt hjá áleyparunum at arbeiða meira skipað. Tí kann tað nú loysa seg hjá teimum at leypa á smærri fyritøkur, og í Føroyum og Grønlandi eru sera nógvar smáar fyritøkur, sigur hann við Ritzau. Tilbúg [...] triðju ferð, at hon verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Sjálv venjingin fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki [...] ikki, at føroyskar og grønlendskar fyritøkur eru meira útsettar fyri netálopum enn aðrar fyritøkur. Smærri fyritøkur eru tó vorðnar meira útsettar seinastu árini. – Tað kemst av vitlíki, sum ger tað møguligt
Vestur og fýra stig aftur til B68, og tað er eitt stig fram til Skála ÍF og trý stig fram til AB. KÍ fer leygarkvøldið at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti Víkingi. Næsti dystur hjá KÍ í [...] legði KÍ á odda. Tað var eftir fríspark og fínt uppspæl, og tað var Oussama Ali, sum átti næstsíðsta fótin á. Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru tað fleiri spentar støður frammanfyri KÍ málið, og eitt nú hevði [...] spenti álopsbogan, og í eina løtu vóru tað fleiri spentar støður í KÍ brotsteiginum. Eitt nú hevði Gutti Dahl-Olsen góðan møguleika at minka um munin, men tað eydnaðist ikki. Og so var tað fimm minuttir undan
fingið uppgávuna at gera jørð- og betongarbeiðið í sambandi við nýggju oljugoymsluna hjá Effo í Søldarfirði. Tað skrivar felagið á Facebookvanga sínum. Nýggja oljugoymslan fer tilsamans at rúma 20.000 rúmmetrar [...] diesel, bensini og flogbrennievni. Arbeiðið hjá ArtiCon fevnir millum annað um tríggjar tangagarðar við tilsamans sjey tangafundamentum. Harumframt skal byggjast eitt ventilhús og ein rampa til at fylla olju [...] olju á tangabilar. Jørðarbeiðið er longu farið í gongd og gongur sambært ArtiCon væl. Roknað verður við, at fyrsti parturin verður liðugur í seinnu hálvu av september. Síðan verður farið undir betongarbeiðið