uppskotinum í hoyringini. Landsstýrismaðurin hevur tó hildið fast við, at talan er um eina serliga og tíðaravmarkaða loysn fyri fiskiárið 2026. Stórur meiriluti í Vinnunevndini Seks av sjey limum í Vinnunevndini [...] in hjá bólki 5 B higartil í ár hevur verið umleið 440 kilo fyri hvønn fiskidag. Verða 750 dagar lagdir afturat, svarar tað til eina væntaða veiðu á umleið 330 tons. Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi var [...] fyrsta mál á dagsskránni hjá Løgtinginum í dag og er til triðju viðgerð. Uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, gevur bátunum í bólki 5 B 750 felags fiskidagar afturat
og toppuppgerð í Wenzel Nordic Cup er júst leikt í høllini við Tjarnir. Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu 31-27 á Óla Mittún og hansara liðfeløgum í GOG. Í fyrra hálvleiki var [...] var GOG tó omaná, og í steðginum var liðið av Fjóni á odda 18-14. Í seinna hálvleiki var tað tó Kiel, ið var greitt omaná. Seinni hálvleikur endaði 17-9 til Kiel. Kiel hevði eina líknandi gongd móti Vali [...] Vali, har teir vóru seinir í upptrekkinum í fyrra hálvleiki, men vóru flúgvandi í seinna hálvleiki. Elias skoraði seks mál fyri THW Kiel, meðan Óli skoraði fimm mál fyri GOG. Systkinabørnini løgdu eisini
Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar [...] Og talan verður um eina skaðaódn, um vit ikki fyrireika okkum væl. Men heldur enn at surra, binda fyri og tryggja leysar lutir, tosa vit bara um veðrið í dag. *** Eldraøkið hoknar. Í summar hava fleiri [...] arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur
løgreglan hevur lagt hald á eitt el-rennihjól, sum varð mált til at kunna koyra 146 kilometrar um tíman. Tað er skjótari enn nakað annað el-rennihjól, sum løgreglan í Suður- og Sønderjyllandi áður hevur lagt [...] umleið 40 kilo og hevði eina motororku á meira enn 10.000 watt. Tá bæði hjólini vórðu lyft upp frá vegnum og koyrd í fríum, vísti ferðmátarin 146 kilometrar um tíman. Løgreglan hevur lagt hald á el-rennihjólið [...] á. Ein ferðsluløgreglumaður fekk mánadagin um klokkan 10.30 eyga á mannin, sum koyrdi á Tinglevvej í Aabenraa. Hann koyrdi nógv skjótari enn loyvdu 20 kilometrarnar um tíman. Løgreglumaðurin fór aftan
Íslands - annað heimið hjá Eivør - har Eivør hevur eina konsert í Eldborg, og harnæst verður farið til USA. Í februar heldur konsertrøðin fram, og tá er talan um eina umfatandi konsertferð um stóran part av [...] í samband við at komandi útgávan hjá Eivør “Tungl” kemur út 16. oktober, kunngjørdi Eivør fyrr í vár konsert í Norðurlandahúsinum 17. oktober. Vegna stóran áhuga hava vit valt at seta eina eyka konsert [...] útgávu “Enn”, ið kom út í 2024. ímeðan “Enn” skoðar úteftir, og leitar eftir vón og ljósglottum í einum annars myrkum heimi, so hyggur nýggja útgávan “Tungl” kanska meira inneftir. Inn í tað sárbara, eyma og
og plátur. Tú fórt inn í ein handil og rindaði kanska 150 krónur fyri eina fløgu hjá einum bólki, tær dámdi. Og hetta var høvuðsinntøkan hjá tónleikarum. Í dag streama vit fyri eina fasta mánaðarliga upphædd [...] tilsamans. Ella 500 krónur í part, um tað eru fimm í bólkinum. Og veruleikin kann vera enn meira samansettur, tí fleiri rættindahavarar, distributørar, útgevarar og onnur kunnu eiga part í inntøkuni. So tá vit [...] kann vera ein serlig skipan fyri atgongumerkir í samband við konsertir. Vit eiga í minsta lagi at viðgera málið, tí hvør av okkum hevði sagt ja til eina mánaðarløn á 14.400 krónur, tá hon er uppá tað hægsta
in er eisini, um landsstýrið ætlar at seta onnur átøk í verk fyri at hjálpa ungum útróðrarfólki, sum ynskja at skapa sær eina lívsleið á sjónum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir tingmaðurin á [...] kunnu renna seg í eina forðing, tá tey vilja útbúgva seg víðari, tí siglingstíðin á teimum smærru bátunum ikki verður góðkend sum partur av útbúgvingini. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður hevur nú tvær vikur [...] Í grein 52a fyrispurningi spyr hann, hví krav er um, at eitt far skal vera størri enn 20 BT, fyri at siglingstíð við tí kann telja sum góðkend útbúgvingarsigling. Hann spyr eisini, um hetta er ásett í
vakurleiki, sum her ræður. Alt í javnvági. Eitt øki sum fær teg hugsa góðar tankar. Ikki løgið, at meginskaldið, Hans A. Djurhuus yrkti "Meg minnist eina mynd" eftir at hava spákað í Trøðum á Sandi. Vatnsoyran [...] skapanarverkið sum júst nú stendur í fullum blóma. Vit hoyrdu vakrar sálmar av Mikkjali á Ryggi, Brorson og øðrum skaldum - øll við íblástri úr náttúruni, ”Upp alt sum Harrin hevur gjørt”, sanniliga ein góð byrjan [...] hava ans fyri náttúruni. Í sínum lestrum kom prestur eisni inn á, at vit eins og blóman einaferð fara at følna. So er, og soleiðis skal tað verða. Men, hvussu leingi var Adam í Paradísi? Tað er veruliga
Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur svarað einum skrivligum fyrispurningi frá Jenisi av Rana um ætlanirnar fyri heilsumiðstøð og apotek í Suðuroynni. Í svarinum staðfestir hon, at [...] fyri borgarar og heilsustarvsfólk at savna virksemið í einari heilsumiðstøð. – Landsstýriskvinnan er samd við borgarstjórunum í kommununum í Suðuroynni í, at tað er til fyrimuns fyri bæði heilsustarvsfólk [...] upplýsir, at hon í summar boðaði kommununum frá, at hon við heimild í lógini um heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum ætlar at taka avgerð um staðsetingina. Heilsu- og orkumálaráðið hevur síðani sent
síðan seinastu uppgerðina. Í 2013 var Millum Gilja í Hoyvík fólkaríkasta gøtan í Føroyum. Síðan hevur nógva íbúðarbyggingin á Karlamagnusarbreyt flutt fremsta plássið longur niðan í Hoyvík. [...] at fleiri fólk búðu á Karlamagnusarbreyt enn í 98 av teimum 119 bygdunum og býunum í hagtalsskipanini hjá Hagstovuni. Við øðrum orðum hevði henda eina gøtan í Hoyvík fleiri íbúgvar enn góð 82 prosent av [...] seinastu árini. Í uppgerðini við árslok 2023 búðu 467 fólk í gøtuni. Eitt ár seinni var talið komið upp á 550. Tað er ein vøkstur á 83 fólk ella sløk 18 prosent eftir einum ári. Fólkaríkasta gøtan í Føroyum hevur