dag er ein stórur dagur hjá hundraðtals føroyskum børnum. Tilsamans 802 børn byrja í 1. flokki kring landið, sambært fyribils hagtølum frá Undirvísingarstýrinum. Størstu tal av 1. floksnæmingum er á Skúlanum [...] byrja í skúla í ár. Tað merkir, at fyrsti skúladagurin verður sera ymiskur kring landið – frá stórum árgangum við fleiri flokkum til smáar flokkar við fáum næmingum. Fyrsti skúladagurin er ein serligur merkisdagur [...] næmingunum. ##med2## Minnstu 1. flokkarnir í Føroyum: Munurin á teimum størstu og minstu 1. flokkunum er stórur. Meðan 86 børn byrja í 1. flokki á Skúlanum á Fløtum, byrjar bert eitt barn í Haraldssunds skúla
og vísindalig endamál. – Tað er ikki nøktandi, at eitt rúsandi evni kann vera bannað í Danmark, men framvegis vera lógligt at flyta inn til Føroya, tí føroyska lóggávan ikki er dagførd. Við at taka ábyrgdina [...] yvirtaka málsøkið rúsandi evni er komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin – fríggjadagin 28. august 2026. Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir myndugleikar betri [...] nýggj rúsandi evni koma á marknaðin. Í dag er málsøkið felagsmál, hóast føroyskir myndugleikar longu umsita og í høvuðsheitum fíggjað málsøkið. Hetta merkir, at tað kann taka drúgva tíð at fáa nýggj rúsandi
sigur, at álitið á Fifa er horvið. Sambært Uefa livir Infantino ikki upp til lyftini um opinleika og gjøgnumskygni. Eisini Fótbóltssamband Føroya (FSF) hevur boðað frá, at tað hevur mist álitið á Infantino [...] seinni varð tikið aftur, er ónøgdin ikki minkað. Figo sparir heldur ikki upp á orðini. – Eg spældi yrkisfótbólt í 20 ár, og trúgvið mær, eg havi møtt nógvum svikafullum fólkum. Men tað, eg havi sæð seinastu [...] seinastu tíggju dagarnar, er tað mest vesæla, svikafulla og sjálvsøkna, eg nakrantíð havi verið vitni til, skrivar hann. Hann leggur aftrat, at ein persónur, sum roynir at trýsta so stórar broytingar ígjøgnum
vísir 4-2, og tað er bæði lætti og sera stórur fagnaður í heimaleguni, meðan teir í EB/Streyma leguni hanga við høvdinum. NSÍ sigurin ber við sær, at NSÍ nú er seks stig undan KÍ, sum er næsti avbjóðarin [...] gar suður á Argir. At tað er serligur lætti í NSÍ leguni kemst av, at heimamenninir og størstu FM favorittarnir stóran part av seinna hálvleiki vóru illa kroystir. EB/Streymur er í vanda fyri at flyta [...] inn í álopið, og tað vóru spentar støður í heimabrotsteiginum, og so var tað, at toppskjúttin í føroyskum fótbólti Klæmint A. Olsen staðfesti 4-2 heimasigurin, sum ber við sær, at NSÍ er greitt oddalið og
5-4. Í yvirtíðini økti Thea Petersen til 6-4. Vit vóna at hava hæddarpunktini tøk frá dystinum skjótt. FC Nordsjælland er triðfremst í deildini við 13 stigum. Tær eru bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, [...] spældi í dag ein minniligan dyst í bestu donsku fótbóltsdeildini. Sara fekk sín fyrsta kappingardyst frá dystarbyrjan, og var á vøllinum í 75 minuttir, og Kára kom á vøllin í 87. minutti, tá FC Nordssjælland [...] í báðum førum megnaði FC Nordsjælland at koma afturíaftur, og enntá at koppa dystinum teirra veg. Tað vóru bert seks minuttir leiktir av dystinum, so hevði Nadia Nadim skotið tvey mál, og so var HB Køge
Vestur skoraði seinna málið. Meðan dagsskráin hjá NSÍ er heilt hugalig, nú setningurin er at vinna FM og hóskvøldið at vinna seg víðari í Europa, so er tað minni hugaligt hjá Skála ÍF. Uppflytararnir mistu [...] Jakobsen hevur ikki verið við síðani summarsteðgin. Tað er sera stórur smeitur. Setningurin hjá Skála ÍF er at vinna seg av aftasta plássi og upp á í hvussu so er áttanda plássi. Sunnukvøldið fær Skála ÍF vitjan [...] Tað var kommunuppgerð í Runavík í kvøld. NSÍ vann 4-0 ímóti Skála ÍF, og tað sást einki til, at tað vóru teir í NSÍ, sum hóskvøldið í nógvum hita vóru í europeiskum ódnarveðri í Sveis. Trivaligi sigurin
sum eiga hagan, undir at hava framt herverkið. – Nei, tað haldi eg ikki, tað er. Slett ikki. Men eg havi onga viðmerking um hetta málið, tí tað er áleikandi politimál, svarar Linjohn Christiansen. Eynar [...] Tað skrivar Frihedsbrevet, sum hevur tosað við Linjohn Christiansen, borgarstjóra í Skálavíkar kommunu. – Eg kann vátta, at tað er framt herverk á vatnskipanina hjá Skálavíkar kommunu, sigur Linjohn C [...] – Eg havi fingið at vita frá serkønum, at tað kundi staðið stórur skaði av hesum. Har varð reinsiútgerð og annað, sum koyrdi hasa náttina, og tá einki vatn kom í, kundi tað væl gjørt skaða fyri nógvar
pylsur, kaffi, te og ymiskt annað. Tað er Regin Jørgensen, sum hevur listaframsýning. Klokkan 13 byrjar eitt rullandi vatnkríggj, sum varar til klokkan 14.30, og tað er Sands Sløkkilið, sum bóðar av. Byrjað [...] Sandi byrja í morgin, fríggjadagin við báli og hugna við skótabólkinum, Nykursrósa. Tiltakið verður frá klokkan 17 til 19, og her fara tey bæði at grilla sneisabreyð og spæla ymisk skótaspøl. Í morgin fer [...] Sands Bygdarsavn og Aksels Handil opið. Klokkan 14 leygardagin lata bæði Café Retro pg Café 58 upp, og frá klokkan 14 kunnu køkubitar hjá Sigrid leypast í lítla tjaldinum. Seinnapartin leygardagin verður eisini
nevndarroyndir frá tryggingarfeløgunum Trygd og Vörður og hevur áður verið góðkendur til at leiða bæði lívs- og skaðatryggingarfeløg. Rune Nørregaard er útbúgvin løgfrøðingur, cand.jur., frá Aarhus Universiteti [...] eina Global Executive MBA frá IE Business School. Hann hevur eisini tikið nevndarútbúgvingina fyri nevndarlimir í tryggingar- og eftirlønarfeløgum á Forsikringsakademiet. Umframt tað hevur hann arbeitt sum [...] Í sambandi við setanina hevur Ann Britt Tummasdóttir Andersen frá Momentum Consulting verið uttanhýsisráðgevi hjá nevndunum og staðið fyri setanar- og metingartilgongdini. Rune tekur við starvinum eftir
andvekri og fekk tá søguna um Ólav, sum er illa plágaður av marru. Úr hesi løtuni vaks ein søga um ótta, einsemi og dirvi – og um at standa andlit til andlits við tað, sum ræðir okkum. Urd hevur áður skrivað [...] skrivað yrkingar, men at skriva eina barnabók var ein heilt onnur avbjóðing. Í Sosialinum greiðir Urd frá náttini, tá hugskotið kom, arbeiðinum við bókini og tí serliga sambandinum millum ótta og dreymar.