fortreyt fyri, at fólk kunnu seta búgv, verða búgvandi og flyta aftur til kommununa. Tí er tað gleðiligt, at hesar verkætlanirnar nú eru komnar so langt. Vónin er, at nýggju bústaðirnir fara at nøkta ein part [...] men eisini vera við til at skapa størri rørslu og fleiri møguleikar á bústaðarmarknaðinum sum heild. At tvær lokalar fyritøkur velja at gera so stórar íløgur í nýggjar bústaðir á Eiði, er góð menning [...] økinum vísa, at bæði yngri og eldri hava áhuga fyri íbúðum. Tá fólk, sum longu búgva í kommununi, flyta úr einum størri sethúsi í ein minni og nýggjari bústað, kann tað samstundis hava við sær, at fleiri sethús
inn til seinasta partin av rættarfundinum. Ein teirra rópti móti tí skuldsetta: – Tað er tín skyld, at vinmaður mín er deyður nú. Løgreglufólk førdu síðani unga mannin úr rættarsalinum. Eftir rættarfundin [...] Ein dómari í rættinum í Roskilde metir, at grundaður illgruni er um, at 16 ára gamli drongurin stóð aftan fyri drápið við Folkeparken í Roskilde. Hann varð tí varðhaldsfongslaður eftir grundlógaravhoyringina [...] víkur nakað frá tí, sum løgreglan segði fyrr í dag. Tá var metingin, at ein ósemja hevði verið millum teir báðar 16 ára gomlu, men at hon ikki hevði samband við eitt kriminelt umhvørvi. Ófriður tók seg
Umleið 15 fólk verða hildin at vera saknað eftir eina brádliga vatnflóð í Grand Canyon-tjóðargarðinum í amerikanska statinum Arizona. Tað upplýsir amerikanski tjóðargarðsmyndugleikin National Park Service [...] vatnmongdir gjøgnum økið. NPS ávarar um, at toruveður og glopraregn kunnu halda fram til mánadagin. Tað kann elva til fleiri vatnflóð og skriðulop, skrivar AFP. Grand Canyon er ein av elstu og kendastu tjóðargørðunum [...] tveir vinir vórðu leygardagin flutt við tyrlu úr botninum á Grand Canyon. – Tað var ein vakur dagur, og so fóru fólk brádliga at rópa og renna, greiðir hon BBC frá. Vatnflóðið rakti leygardag seinnapart
gerast einvegis Ætlanin hevur eina røð av uppskotum til at broyta ferðsluna í bygdini. Undir Reynum verður skotið upp at gera einvegis omaneftir. Tað skal millum annað gera leiðina millum Sands skúla og [...] førum mettar at kosta millum 50.000 og 75.000 krónur. Størri umbyggingin Í Koytu verður tó mett at kosta umleið 500.000 krónur. Endalig ætlan við ógreiðum endamáli Ferðslutrygdarætlanin er dagfest 17. juni [...] 2025 og verður nevnd ein endalig ætlan. Kortini er ikki ásett, nær einstøku tiltøkini skulu fremjast. Fleiri uppskot hava heldur onga kostnaðarmeting. Tað er millum annað galdandi fyri ljósætlanina og samlaðu
rakt av brádliga íkomnum fíggjarligum trupulleikum. Stuðulin skal vera lættur at fáa Barnabati heldur eisini, at skipanin eigur at vera einføld, greið og lætt atkomilig – og so sjálvvirkandi sum gjørligt [...] altíð yvirskot til sjálvar at finna stuðulsskipanir, umsóknarbløð og freistir. Boðskapurin frá børnum í arbeiðinum hjá Barnabata er, at vantandi pengar ikki eiga at forða teimum í at luttaka í frítíðarítrivi [...] Freistin at søkja verður eftir uppskotinum longd til 1. oktober. Uppskotssetararnir vænta, at millum 400 og 500 húski fara at fáa rætt til hækkaða orkuískoytið. Meirútreiðslan hjá landskassanum er mett til
og sostatt ov ungur at koyra prutl. Eigarin av knallertini er skuldsettur fyri at hava latið ein persón koyra, sum ikki hevði loyvi til tað. Prutlið skal nú um Akstovuna, áðrenn tað kann skrásetast aftur [...] 13 ára gomlum dreingi á prutli í Vestmanna. Tað var beint eftir klokkan 21, at løgreglan steðgaði knallertini. Tá løgreglan kannaði hana, vísti tað seg, at hon kundi koyra 74 kilometrar um tíman. Tann [...] aftur. – Hvar eru foreldrini í slíkum føri, spyr vaktleiðarin, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst at lata børn koyra á prutli, sum kann koyra 74 km um tíman.