verður sagt á heimasíðuni hjá Sunda kommunu í dag. Í sambandi við, at skipið fyrstu ferð vitjaði í Hvalvík, vóru borgarstjórin og formaðurin í vinnu- og umhvørvisnevndini í Sunda kommunu umborð og heilsaðu [...] Í dag kom nýggi Vermland hjá Sp/f Vermland til bryggju í Hvalvík. Gamli Vermland hevði heimstað í Danmark, men eigararnir hava hesaferð valt, at nýggja skipið skal hava heimstað í Streymnesi. - Hetta eru
sum vit hava í økinum. Brúkarin er sjálvandi tann, sum verður í miðdeplini í øllum okkara arbeiði, sigur stýrisformaðurin í VEKS. Borgarstjórin í Sunda kommunu, sum er tann størsta kommunan í samstarvinum [...] hana, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu og formaður í stýrinum fyri VEKS. Heðin Zachariassen vísir á, at VEKS sjálvandi byggir víðari á tað, sum longu er bygt upp á økinum, men fer [...] tey trý heimini, Grønanes í Vestmanna, Mørkina í Streymnesi og Korndalsbýlið á Eiði. Tann 1. oktober 2014 setti kommunala samstarvið Niels A. Joensen úr Kvívík sum leiðara í VEKS.
orsøkin til at tey í Sunda kommunu hava tikið stig til at samskipa allan skúlaskapin í økinum, sigur Kim Durhuus, borgarstjóri. Í løtuni eru seks skúlar í kommununi umframt framhaldsdeildin í Felagsskúlanum [...] savnaður í størri eindir fyri at fáa betri skúlar og betri undirvísing. - Í tí sambandi hava vit so havt følara frammi fyri at vita um mentamálaráðið hevur áhuga fyri at gera um at brúka Sunda kommunu sum [...] mentamálaráðið áhuga í. - Vit vilja fegin fáa sum mest burtur úr teimum krónum, vit brúka upp á skúlaskapin í Kommununi og samstundis eru vit sannførd um, at samskipa vit skúlaskapin í størri eindir, fer
gjørligt. Hann vísir á, at nýggjur barnagarður varð tikin í nýtslu í Hósvík í 2005, har pláss er fyri 58 børnum, og annars er tørvurin á barnaansing í kommununi sum heild nøktaður. - Vit hava ongan bíðilista [...] Hósvík Tilsamans 48 fólk standa á bíðilista til grundøki í Hósvík. Sunda kommuna hevur leingi arbeitt við eini útstykkingarætlan í Hósvík, har neyðugt hevur verið við ognartøku av lendi. Heðin Zachariassen [...] klár seinni í summar. Hann metir, at pláss verður fyri umleið 70-80 sethúsum tilsamans á teimum 16.000 fermetrunum. Bílig grundøki Grundøkini, sum Sunda kommuna nú ger klár til útgrevstur í Hósvik, eru
1. januar fylti Sunda kommuna 10 ár. Tað var í 2005, at Hósvíkar, Hvalvíkar, Haldórsvíkar og Sunda kommunur løgdu saman við bygdunum Gjógv og Saksun í nýggju Sunda kommunu. Høvuðsendamálið við samanleggingini [...] taka tey tungu tøkini í felag. Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, metir, at hetta hevur eydnast til fulnar. - Í dag hava vit alt tað, sum ein kommuna eigur at bjóða í dagsins samfelag. Hetta [...] verða hugsanin millum manna eisini, sigur Heðin Zachariaasen. Í fólkaatkvøðuni í 2004 vóru tað yvir 70 prosent í øllum kommununum uttan í Hósvík, sum atkvøddu fyri samanleggingini. - Tað var eyðsæð, at
Christensen, Sunda Judofelag, -60 kg. Dreingir U12: Malaki Vang Niclasen, Havnar Judofelag, 40 kg., Jónas Tungá, Sunda Judofelag, -45 kg. Venjari hjá teimum er Petur Siguð Johannesen, Sunda Judofelag. Eftir [...] Eftir sum tað í ár eisini er kapping fyri veteranar, fer hann eisini at luttaka í tí kappingini, umframt at stuðla yngru judoleikarunum. Ætlanin var eisini í samband við hesa kappingina at hava eina n [...] Leygardagin eru seks føroyingar við í altjóða judokapping í Danmark. Talan er um Hillerød International Cup, har føroyingar fleiri ferðir fyrr hava verið við. Hetta er ein altjóða judokapping fyri børn
Aftur í ár ætlar Sunda kommuna at fara í herna ímóti garðsskøruni. Skøran er í sínari tíð innfutt til Føroyar sum ein urtagarðsplanta. Hon nørist sera væl og spjaðir seg bæði við rót og fræi. - Har hon [...] ynskiligt, at hon sleppur at spjaða seg út í okkara náttúru. Fer plantan út í hagan, kann hon spjaða seg púra ótarnað, tí seyður og stórkríatúr eta hana ikki. Í Sunda kommunu ætla tey at sproyta við eituri [...] t", sum plantan bert upptekur gjøgnum bløðini, fer so niður í rótina og drepur plantuna. Lagt verður aftrat, at garðsskøran blómar vanliga í juni mánað, og ynskiligt hevði verðið at kunnað sproytað hana
mai, vóru fólk í Eiðis kommunu ikki í iva. Á fólkaatkvøðuni høvdu tey tveir kostir í at velja – samanlegging við Sunda kommunu ella ei. Stórur meiriluti Rólant Poulsen, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sigur [...] sigur, at í fólkinum var eingin ivi – ikki í verandi løtu í hvussu er. - Úrslitið av fólkaatkvøðuni gjørdist, at umleið 80% av fólkinum søgdu nei til samanlegging.H Hann vísir á, at eftir fólkaatkvøðuna [...] eingin samanlegging, soleiðis sum støðan er. Ikki fyri Heldur ikki í Eiðis bygdaráð hevur nakar serligur áhugi verið fyri samanlegging við Sunda kommunu. - Vit eru sjey, sum manna bygdaráðið, og eg veit ikki
yvi at byggja nýtt fongsul á matr. nr. 1a í Toftadalshaga í Hvalvíkar markatalsbygd, sum tað eitur. Í skrivi á heimasíðuni hjá Sunda kommunu í dag - www.sunda.fo - verður sagt, at fundurin verður avlýstur [...] Sýslumaðurin, Kristian Martin Joensen, boðar í dag frá, at ein ætlaður ástaðarfundur í Náttúrufriðingarnevndini er avlýstur. Fundurin skuldi ætlandi verða við Áir í morgin, mikudagin hin 11. mars klokkan 9 [...] avlýstur eftir ynski frá umsøkjaranum. Fráboðanin í dag um fundin, sum ætlandi skuldi verða í morgin, er undirskrivað av sýslumanninum, Kristjan Martini Joensen, sýslumanni.
Øll børnini í tveimum skúlaflokkum í skúlunum í Sunda Kommunu, fara nú at fáa ókeypis barnabløð frá kommununi. Í hesum sambandi hevur kommunustýrið nú samtykt at øll børnini í fyrsta flokki í skúlunum skulu [...] yngru børnini, men Strok er fyri tey børnini, sum eru eitt sindur eldri. Kommunustýrið í Sunda Kommuni sigur, at endamálið við at lata børnini fáa bløðini ókeypis, er at fremja málmenningina og lesihugin [...] skulu fáa barnablaðið, Píka 7, fyri einki, og børnini í fjórða flokki skulu fáa barnablaðið, Strok fyri einki. Hetta eru tvey barnabløð, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags, gevur út. Píka 7 er fyri tey yngru