TRIATHLON Tað tykist, sum alsamt fleiri føroyingar fáa áhuga fyri blandingsítróttargreinini triathlon, ið kann íðkast í ymsum teinum og síðani kemur heilt upp í ironman-longdir. Hetta var í øllum førum [...] a í tí stytsta teininum, sprint triathlon, ið var sunnudagin. Her var talan um 750 metra svimjing, 20 kilometra súkkling og seks kilometra renning, og tað er ikki longri enn so, at tað kunnu tey saktans [...] umhugsa at fara undir at gera meira við slíkar kappingar, men ikki ordiliga vita, um hetta er nakað fyri tey. – Onkuntíð eru nýggj fólk komin við til hesa kappingina, ið altíð plagar at vera um hesa tíðina
5 min. Fraklendingar hava lagt bragdliga fyri. Teir tykjast ætla sær beinanvegin at skjóta mál. Føroyska verjan tykist vera væl skipað. 10 min. Frakland trýstir, men føroyska liðið hevur hug at bjóða av [...] skaddur av vøllinum. Nýggjnur á føroyska liðnum er Jóan Símun Edmundsson, sum ongantíð áður hevur spælt fyri føroyska a- landsliðið. 35 min. 0-0 Fraklendingar royna at spæla breitt við longum skiftum millum [...] Enn hava teir ikki havt púra upplagdan málmøguleika, men trýstið tykist økjast, og nú gongur nógv fyri seg í føroyska brotsteiginum. Serliga eru teir ágangandi í vinstra borði. 40 min. 0-0 Fraklendingar
var sekstanda finalan hjá KÍ og áttanda finalan hjá B36, og tilsamans høvdu tey vunnið 14 av teimum 20 finalunum, sum høvdu verið síðani 1992. Hesa ferð gjørdist KÍ drúgvari og vann 2-1, men tað var ikki [...] ímóti málinum, stóð Rannvá B. Andreasen á málstrikuni við øðrum beininum og koyrdi hitt aftur um seg fyri at sparka bóltin upp undir yvirliggjaran og útaftur í spælið. Men mál bleiv ikki dømt, og so helt [...] spælið fram. Fyrri helmingurin av fyrra hálvleiki var merktur av, at báðir partar høvdu stóra virðing fyri hvørjumøðrum, og at hvørki liðið tordi at spæla heilt frítt. So spakuliga byrjaði tað tó at síggja
vóru teir nakað skerdir, nú teir hava veitrað farvæl við Lasse Qvist og eisini máttu vera Evrard Blé fyri uttan frá dystarbyrjan. Hann royndi seg undir upphitingini, men fipurskaði hansara darvaði hann so [...] væl spælandi Erling manglaði í verjuni, tí minuttin aftaná hann varð útskiftur, rapaði fullkomiliga fyri Víkingi. FC Gomel skeyt fýra mál upp á bara seks minuttir. Málveitsluna byrjaði hvítarussiski lan [...] á góðum smáspæli í vinstru. Tveir minuttir seinni varð hann aftur spældur púra leysur og økti til 2-0. Aftur tveir minuttir seinni økti Igor Voronkov, tá ið hann - eftir nakrar bjargaðar skotroyndur -
ósigurin. Gaman í eru 20 dystir eftir á tapetinum, og verða teir tiknir »ein í senn«, so kann NSÍ sjálvandi toga seg uppaftur. Men veruleikin er samstundis, at NSÍ nú er sjey stig aftan fyri EB/Streym, og higar [...] høvdu sína avgerandi ávirkan á úrslitið. Hesar vóru eisini nakrar av í Gundadali, og felagsnevnarin fyri tær var Tróndur Vatnhamar. Eingin ivi er um, at við sigrinum stóð HB-venjarin sum kanska størsti vinnarin [...] av øllum, men Rúni Nolsøe man helst eisini hava sent nakrar vinarligar tankar til Trónd Vatnhamar fyri hansara avrik. Kanska hevur málverjin onkra tíð havt meira at gjørt í einum dysti, enn hann hevði
av brennivíni í part fyri hvønn føroying yvir 15 ár. Hinvegin er nýtslan av víni vaksið úr 0,54 litrum fyri hvønn føroying yvir 15 ár í 1993, tá ið Rúsan kom, upp í 1,16 litur fyri hvønn í fjør. Bara metárið [...] metárið 1992, drukku vit meiri vín, tí tá var nýtslan 1,47 litur fyri hvønn føroying yvir 15 ár. Sama rákið sæst í nýtsluni av øli síðani Rúsan kom, tí í 1993 drakk hvør føroyingur yvir 15 ár 2,84 litrar [...] n vaks bæði frá 2005 til 2006 og aftur frá 2006 til 2007. Tilsamans er talan um ein vøkstur uppá 0,20 litrar hesi bæði árini og hetta er ein hampiliga stórur vøkstur, tá ið hugsað verður um gongdina í
á beinkinum og teir umleið 200 áskoðararnar, og hann var ikki minni, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Fyrireikingarnar vóru ikki, sum tær plaga at vera. Leygarmorgunin sótu bæði liðini klár [...] spennandi á Svangaskarði: - Aserbajan spældi, sum vit høvdu roknað við. Likamliga vóru teir betri fyri enn okkara. Teir vóru sterkir og skjótir, men í fótbóltsskili og bóltførleika vóru okkara væl betri [...] føroysku spælararnir at dekka størri part av vøllinum, enn teir hava gjørt, og nógv av spælinum gekk fyri seg á mótstøðuhálvuni. Fritleif í Lambanum, sum var á høgra vongverja, hevði fína skotroynd av br
til Vilnius klokkan 20.30 sunnukvøldið. Tað hevði verið ógvuliga kærkomið hjá honum og liðfeløgunum, um hann hevði havt trý stig við sær frá sunnudagsdystinum. Frem hevur brúk fyri øllum tí, sum teir kunnu [...] ikki verið ókeypis – heldur ikki á vøllinum – tí heilt nógv bendir á, at Dansk Boldspil Union fer fyri fíggjarligt óskil at sekta felagið við at taka seks stig frá teimum. Tað er úrtøkan, sum liðið hevur [...] profilunum eru farnir í onnur feløg, hevur tað sjálvandi ávirkað styrkina á liðnum, sigur Atli Danielsen. Fyri stuttum fór Wassim El Banna til Arabisku Emiratini at spæla fótbólt. Hann var í 2006 kosin ársins
træplátum. Telduútgerðin stóð mitt í rúminum, undir einum plastdúki. Hóast nógv er gjørt seinastu árini, fyri at betra um umstøðurnar, sæst einki úrslit. Samstarvspartarnir hava verið jaligir, men kortini eru [...] verandi løtu standa í nýtslu, vóru ikki bygdir til tónleikaundirvísing, hetta ger umstøðurnar ótolandi fyri bæði næmingar og lærarar. Rútmisk ljóðføri, so sum trummur venja í hølum uttan ljóðisolering, so venjingin [...] greiddi ein av lærarunum frá. Í einum tónleikaskúla er sera umráðandi at hava góðar, egnaðar umstøður, fyri at tað skal lata seg gera at undirvísa. Somuleiðis stendur úti av lagi illa til við neyðútgongdum
uppá eisini at skipa eitt føroyskt filmslið her í Føroyum. Bæði fyri at sleppa undan ov nógvari ferðing, men ikki minst tí vit fáa brúk fyri dugnaligum filmsfólkum, sum eisini hava kunnleika til lokal v [...] bygning við Gjógv at gera upptøkur. Stórur partur av bókini, sum filmurin byggir á, gongur nevniliga fyri seg í einum niðurløgdum virkisbygningi við Gjógv, har nøkur sálarliga veik ungfólk húsast. Tí kendist [...] - NRK satsar serliga stórt uppá hesa røðina, millum annað tí man fegin vil fáa betri tak á teimum 20 til 40 ára gomlu hyggjararnum, ið eisini er tann aldursbólkurin, sum "Buzz Aldrin ..." filmurin vendir