at løgtingið hevur góðkent valbrævið hjá viðkomandi løgtingsmanni«. Løgtingsvalið var 20. januar. Fyrsti tingfundur var 3. februar, og tá vórðu valbrøvini góðkend. Nýggju tingfólkini hava tískil ikki rætt [...] løn í februar ? ikki fyrr enn 1. mars, sigur Johan Johannesen. Hóast hetta kann tykjast løgið, so vísir John Johannessen á, at tað var nakað serligt hesaferð, tí tað fall soleiðis út, at valbrøvini vóru [...] Johannessen. Spurdur um hann heldur hetta vera órættvíst, og um hann ætlar at leggja uppskot fyri tingið um at broyta regldurnar, svarar hann: ? Nei, tingmannalønin er góð. Eg gremji meg ikki um tað, og eg
dystin var tað ein ógvuliga fegin Óli Johannesen, sum Sosialurin fekk eitt skjótt prát við. Hvat heldur tú um dystin í dag? ? Hetta var ótrúligt, men eg haldi, at vit høvdu uppiborið tað. Hetta er ein tann [...] málið? ? Eg var beint framman fyri føroyska málið, og bólturin var langt oman fyri meg, so Hans Fróði hevur verið sera høgt uppi. Tá eg vendi mær við, var bólturin í netinum, og tað var ein ótrulig kensla [...] ímóti skotum á Pittodrie Stadium í Aberdeen seinasta heyst, var Óli Johannesen helst besti leikarin á føroyska liðnum. Í dystinum leygardagin var Óli aftur millum teir bestu, og tað sæst ikki á honum, at
lesandi fáa t.d. ein kappa. Seinni ein kraga og síðani hattin og so framvegis. Sigrun hevur ein kappa. Hvørja viku er møguligt at fara til ein døgurða, har ein skal vera í kappanum. Hetta er tó upp til hvønn [...] yngri, nýmótans og eldri bygningum. Hitt við tí gamla er kanska ein fordómur, men vil ein hava tær stóru traditiónirnar, so fær ein tað, um ein velur soleiðis, sigur Sigrun. Í hesum sambandi kann nevnast, [...] slash;ðrum universitetum. Har eru fyrilestrar, nakað av bólkaarbeiði og eisini er vegleiðing í ein tíma um vikuna. Minst ein uppgáva er um vikuna, og er henda uppá 2000 orð. Tey lesandi eru knýtt at skúlanum
kom inn og bað meg skunda mær út á pallin, tí eg hevði vunnið. Eg bleiv so glað, men samstundis var tað onkursvegna óveruligt fyri mær. Eg skalv um allan kroppin, tað sum eftir var av kvøldinum, haldi eg [...] Hon var ivaleyst ein av teimum glaðastu, sum fóru upp á pallin í Norðurlandahúsinum leygardagin fyri at móttaka sína virðisløn. - Tað var púra óvæntað. Eg stóð og gjørdi meg klára aftanfyri pallin og vaskaði [...] um at missa og at vera kedd. Tað hjálpti mær nógv, fortelur Døgg Nónsgjógv og heldur fram: - Á ein ella annan hátt hevði eg tað soleiðis, at um eg skrivaði ein tekst ella eina yrking um babba, so fekk
Vit skulu vera góð við Havnina. Um vit kenna søguna, so eru vit góð við Havnina. Og vit skulu vera góð við Tórshavnar Havn. Vit skulu hava vælnøgdar borgarar. Vit skulu finna loysnir, so at øll trívast [...] frálíkar frágreiðingar í Havnar Søgu um hesa tíðina. Eg havi lúrt í søguna... Átti ein ikki jørð umleið ár 1600, so hevði ein ikki rætt til lunnindi – tvs. ikki rætt til rekavið, tara, sand, eyr, fugl og egg [...] skera flag og torv. Støðan var so ring, at havnarfólk fingu fátækratíggjund í nøkur ár. Staðfestast kann, at havnarfólk, sum tey einastu í Føroyum, høvdu hjallin á sjónum. Hetta verður ført fram á løgtingi
ymsa staðni í landinum. Ein uppgáva Alli minnist var at seyma skipsmadrassir. Hetta var gjørt uppá akkord, og inntøkan var góð. Alli minnist, at tað var ikki altíð, at goldið var við peningi. Viðhvørt sendu [...] Av sinni var Poul ljóslyntur, at stúra lá ikki fyri hjá honum. Tí var hann altíð virkisfúsur, líka til hann ikki orkaði meira. Poul var ongastaðni hálvur. Hann var heilur, har hann var. Hann var heilur [...] Mong við mær vilja goyma minnið um Poul í Geil sum ein hollan vin, og sum ein mann, ið var heilur, har hann var, og vilja vit lýsa frið yvir minni hansara”. Stovnaði Havnar Róðrarfelag Poul var við til
ikki, tí hvat er eitt horvið barn? Tað er sera ymiskt, hvussu hetta verður uppfatað í ymsum londum. Eitt eru tey, sum verða burturflutt. Í einum landi sum Belgia, sum hevur meiri enn 10 milliónir fólk, [...] u børnunum koma til Belgia um árið, og 500 teirra hvørva. Nøkur fara til okkurt annað land, tí hetta var ikki, sum tey høvdu væntað. Hesi børnini eru sera veik og kunnu vera løtt offur. Dirk Depover vísir [...] vit okkum ómak við at royna at ávirka ES, og eitt av málum okkara er ein felags telefon, sum horvin børn í Evropa kunnu brúka. Góð skipan Kunningarleiðarin hjá Child Focus heldur, at Belgia er rættiliga
vóru á muni teirra millum. Hetta skuldi eisini vísa seg at gerast ein av størru avbjóðingunum hjá Helga í kappingini. – Tað vísti seg, at tað var nokk so drúgt at fáa hetta talvið til høldar, men tað gekk [...] kappingina. Blomqvist var jú styrkismettur sum nummar eitt undan kappingini, so tað var gott at kunna vinna á honum, sigur hann. Kappingin hesa ferð var á heimavølli, og tað helt Helgi vera ein fyrimun, umframt [...] kappingin var. – At sigurin so eisini kom til høldar sama dag, sum talvsambandið hevði føðingardag, gjørdi tað ikki verri. Fyri meg var hetta í øllum førum øgiliga stórt, og eg vil siga, at hetta norðurlendska
veruleikan av hesum nýggja missinum. Ferðahugurin var í hæddini og eg kendi tað eins og tað ikki var pláss fyri sorgarleikum á leiðini. Tá ið eg so ringdi til ein kenslubornan Babba, meðan eg skóleysur gekk [...] og listamálarin Johan, við tí flotta og sjarmerandi yvirskegginum – ein sannur mafia sjarmørur vart tú. Ein italienskur gangstari, ein arabiskur oljuprinsur. Ja, hevði tú ikki verið sjúkur, ja so... Nei [...] fyri meg og míni. Hetta minningarorð er um Pápabeiggja mín Johan Smith... sála (Pápabeiggi við stórum P, tí hann hevði altíð eitt lær tøkt til beiggja mín og meg at sita á). Tú doyði ein sunnudag. Á hvílidegnum
men gjørdi tað ikki. So hugsaði eg bara at smekka til hesaferð, greiður Páll Klettskarð frá. Tað var ein góð loysn, tí bóltin fór tað longu leið í handari stong og í málið til javnleik 1-1. «Páll er væl fyri [...] teir hava bara góð orð at bera hvørjum øðrum. «Klæmint er ein fittur fýrur. Hann er avslappaður og róligur, men tá hann traðkar inn á vøllin, so traðkar hann eisini í karakter. Hann er ein leiðari og hann [...] Dysturin í Klaksvík í gjár var eisini ein dystur millum javnaldarnar og U21 landsliðsframherjarnar, Páll Klettskarð og Klæmint Olsen. Teir stríðast saman við ÍF leikaranum, Clayton Soares, um at gerast