surimivirkinum á Tvøroyri, og alt bendir á, at virkið verður royndarkoyrt í desember, og síðan byrjar veruliga framleiðslan um ársskiftið. Hetta er ein verkætlan, sum vit eru sera spent uppá - og sum vit trúgva [...] og tað eru fleiri skip og virkir runt um í heimi, sum hava framleitt surimi í mong ár við góðum úrsliti. Millum lond, ið eru kend sum surimi-framleiðarar, er eitt nú Alaska. - Eisini í Føroyum eru fleiri [...] fleiri royndir gjørdar við surimi, bæði á landi og umborð á skipi. Tøknin á virkinum á Tvøroyri verður av nýggjasta slag. Marknaðurin fyri surimi er stórur, og okkara avbjóðing verður at finna og selja okkara
um teir eru við ella ikki. -Eru vit við, so fara vit ikki at siga tað orsakað av kappingini. Bo Wildfang heldur ikki, at tað at teir ikki eru við í GEM nýtist at merkja, at teir heldur ikki eru við í komandi [...] fakfelag. Vit spurdu Bo Wildfang, um Mærsk Olie og Gas heldur treytirnar, sum eru skotnar upp at galda fyri 1. útbjóðing, eru ov harðar? -Eg fari ikki at gera viðmerkingar til treytirnar í løtuni. Vit lesa [...] halda fram í ár 2000. Okkurt felagið hevur enn ikki svarað, men kemst hetta av innanhýsis orsøkum, eitt nú í sambandi við samanleggingar. Tað er bara Mærsk Olie og Gas, sum hevur avgjørt fult og heilt at taka
hevur tú roynt at skora á júst sama leikvølli, sum tit skulu spæla á mikukvøldið? - Ja. Eg skoraði á hesum vøllinum, seinast vit spældu her, so tað kennist sjálvandi væl at vera aftur á staðnum, sigur Rógvi [...] fingu nakrar dagar afturat at arbeiða upp á eymu beinini. Eitt arbeiði, sum nú tykist hava loyst seg. - Eg haldi tað er blivið betri og betri, sum dagarnir eru gingnir. Í kvøld havi eg so roynt at venja [...] tú koppa tí á og siga, at eg havi nakrar royndir, sum aðrir ikki hava, so eg haldi meg vera so hampuliga væl fyri kortini. Men ein heilur dystur er kanska for nógv fyri meg, men nú fáa vit at síggja, sigur
sum stendur dygst niðri við sjóvarmálan á vestara armi á Klaksvíkini. - Fram til jólar hava vit nógv at gera á Grafia, men tá ið jólini eru løgd aftur um, fara vit so smátt at taka hond um húsini og seta [...] uppgávu at klistra ymiskar strikur niður á síðurnar fyri at pynta um blaðið. Tá vórðu strikurnar ikki gjørdar á teldu sum nú, men klistraðar niður á síðurnar sum lógu á ljósborði. Í uppvøkstrinum gjørdist hon [...] ið handilsstevnur eru eins og átøk av ymiskum slagi. - Vit eru eisini til reiðar at hjálpa til, um ein fyritøka ætlar sær at gera ein film um virksemið, sigur hon. Jastrid leggur dent á, at tað er bara hugflogið
verður frítt at koyra. – Men eg skilji nú, at tað eru politikarar, sum meina nakað annað – ein er Poul Michelsen. Tí ræður um at finna eina politiska loysn, so vit fáa loyst hendan trupulleikin, sigur Jørgen [...] ein bummur gevur inntøkur. – Men vit eiga at finna út av, um tað ikki eru aðrir meira samhaldsfastir mátar at fáa inntøkur, enn við bummi, sigur Jørgen Niclasen. Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra [...] – Tað er eingin ivi í míni sál um, at ætlanin alla tíðina hevur verið, at tá lánini eru afturgoldin, so skuldi tað verða frítt at koyra. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í sambandi
Danmark eru ósamd um ta lítlu oynna Hans Ø, sum er í Beaufort Havinum millum Grønland og Kanada, men nú vil Kanada hava semju um oynna. Tað sigur kanadiski uttanríkisráðharrin, Lawrence Cannon. -Vit eru farin [...] farin undir samráðingar við USA og Danmark um tær leiðirnar, sum vit eru ósamd um í Beaufort Havinum og við Hans Ø, sigur ráðharrin. ST-havrættardómstólurin skal taka avgerð um ivamálini. Dómstólurin hevur [...] í seiansta lagi í 2013, og tá skulu tey eisini lata dómstólinum tilfarið, sum tey byggja síni krøv á. Í mong ár vóru Danmark og Kanada samd um at vera ósamd um Hans Ø, men síðani Kanada hevði eina her
Nú vit eru í desember, og jólini nærkast, er hetta eisini háárstíð fyri jólafrokostar. Tískil er løgreglan eisini rættiliga úti um seg, serliga um vikuskiftini. - Vit gera málrættaðar kanningar fyri at [...] at vita, um alt er í lagi, og hesar kanningar eru ikki bara um kvøldarnar og um náttina, tá fólk eru í býnum. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at bilførarar kunnu renna seg í slíkar kanningar
stovnum eru leiddar úr ánni í reinsiverk, og arbeiðið heldur støðugt fram. Frá at vera størsta kloakkin í býnum, eru nú av álvara útlit fyri, at Ósáin verður stoltleikin hjá Klaksvíkini. - Bera vit okkum [...] og náttúruna. - Vit vita øll, hvussu stóra gleði fólk í býnum hava av vakra økinum Úti í Grøv, og hvat býargartnarin kann avrika, um umstøðurnar eru til tað. Tað er hesin tankin vit nú vilja víðka, so [...] Umframt Rana Nolsøe eru tað Bergur Viderø, skrivari í Heilsu og umhvørvisnevndini og Kristoffur Olsen á vegadeildini hjá Klaksvíkar kommunu, sum síðani januar mánað hava staðið á odda fyri verkætlanini Ósáin
hevur ráð at ikki spæla upp til sítt besta. Nú eru tær á heimavølli leygardagin og verða tvungnar út á vøllin at stýra dystinum. Tað er serliga mitt fyri á vøllinum, at liðini bæði hava sínar størstu [...] og var eina løtu á odda við níggju málum. – Vit vóru ógviliga klárar og tendraðar. Vit koyrdu okkara spæl og høvdu eina øgiliga góða verju, vísir stríðskvinnan Jacklin Durhuus á. – Vit ætla at vera eins [...] Hon og liðfelagarnir fara nú at gera alt fyri at fáa eina triðju og avgerandi finalu í Havn, og tað væntar hon fer at bera til. – Vit trúgva framvegis uppá tað. Nú hava vit heimavøll, og tað hjálpir.
At tað eru nýggjar framleiðslur á veg á føroyska arbeiðsmarknaðinum er ógvuliga positivt, og so er spurningurin bara, um vit hava arbeiðsmegina til nýggju framleiðslurnar her á ALS. Tað vóna vit jú, sigur [...] ynskja. - So vit hava fingið eitt amboð at arbeiða við, sigur Ernst Jacobsen. Kanningin hevur givið svar upp á fleiri viðkomandi spurningar, og nú fara tey at nærlesa hana. - Vónandi fáa vit eisini aftu [...] - Vit vildu fyrst og fremst vita, hvønn veg ALS skal fara fyri at førleikamenna arbeiðsmegina í ALS, so at tey kunnu koma út aftur á arbeiðsmarknaðin, sigur Ernst Jacobsen, stjóri á Arbeiðsloysistryggingini