tí liðini formáddu sær ikki nógv og tóktust hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Mesta spælið gekk fyri seg á miðvøllinum, og verjurnar lógu bæði aftarliga og somikið tættar, at eingin sending varð [...] var tryggur úr 11 metrum og legði B36 á odda 2-0. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk B36 aftur brotsspark. Hesaferð varð málverjin, Jákup Højgaard, settur at skjóta, og við frekari detalju lyfti [...] leikarunum eru teir, sum koma at mynda bestu deildina og kanska annað við í framtíðini. Einki undantak var fríggjakvøldið, tá ið unglingarnir hjá B36 og EB/Streymi brustu saman í finaluni. Linlig byrjan
settu seg nevniliga á dystin alt fyri eitt, og tær vunnu sær eisini eina lítla leiðslu tíðliga í fyrsta setti. So við og við øktu tær nakað um leiðsluni, og móti endanum var greitt, at Dráttur helst fór [...] vinna hetta settið. Tað gjørdu tær eisini, og úrslitið av hesum var 25-20 til Drátt. Í øðrum setti var munurin enn størri á liðunum. Nú var Dráttur nógv betri, og tær løgdu seg eisini á odda mest sum alt [...] inni í dystinu, og hetta settið bleiv eisini tað mest spennandi í dystinum. Nú fylgdust liðini at kalla allan vegin, og munurin var so at siga eingin. Til tíðir var Dráttur oman á, og til tíðir førdi TB
Danmark og til Skála. Hóast tað hevur verið stríggið, og tað fyri fleiri vikum síðani varð greitt, at Skála verður annar niðurflytarin, so hevur Skála ikki skift venjara. Dámligi danski venjarin og hjálp [...] heimavølli ímóti B36 og mikukvøldið 3-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Martin Tausen er burturstaddur, Teitur Olsen er knæskaddur, Ári Arge hevur brotið hondina, og Dan Fróðason og Hákun Edmundsson eru [...] Jóannis á Steig gula kortið fyri fjórðu ferð, og tí er hann leikbannaður í kvøld. Í vár endaði tað málleyst, tá ið 07 Vestur var á Skála, og í summar vann 07 Vestur 2-0, tá ið Skála vitjaði í Sørvági.
til einar 20 vognar. Kommunan eigur lendið norðanfyri verandi kampingøki og norður til nærmastu húsini undir vegnum. Allir vognarnir, sum pláss nú verður gjørt fyri, fáa atgongd til el, vatn og tøming. Tey [...] stór terassa, og her fer kommunan at seta borð og benkur. Niðri á økinum, har tað er rættiliga veðurgott, er ætlanin at gera eitt sølutorg, har fólk kunnu selja grøði, kjøtvørur, fisk, fugl og ymisk annað [...] til wc, brúsu og vaskimaskinu í Munkinum, sum er undirhúsið sunnast á økinum. Hesa atgongd hava eisini fólk, sum kundu hugsað sær at vitjað á Sandi í báti. Nýggja økið verður planerað, og síðan verður tað
tryggja burðardygd og inklusjón í skipanum og langtíðar búskaparligt og menniskjasligt haldføri. Fíggjarmálaráðið og Brekumboðið kundu eitt nú samstarvað um at greina og kanna væl og virðiliga, hvussu komandi [...] versna alsamt, og Brekumboðið átti sambært galdandi lóg at havt ein týðandi leiklut at ráðgeva, kunna um og verja vælferðarsamfelagið saman við teimum feløgum, ið umboða fólk við breki og varandi sjúku [...] verki. Vónin er, at Brekumboðið sum skjótast fer til verka, og gerst ein sannur verji fyri vælferðarsamfelagið og rættindi hjá fólki, ið bera brek og hava varandi sjúku. Keldulisti [1] Løgtingslóg nr. 17 frá
klokkan 14:50, 16:20 og klokkan 17:15 seinnapartar. Visit Kalsoy ynskir heldur, at fráferðirnar úr Klaksvík eru klokkan 14:00, 15:30 og klokkan 17:15. — Tað passar nógv betur fyri ferðafólkini og eisini fyri [...] tey fastbúgvandi. Og so nær bussurin at koyra tær ymisku ruturnar, sigur Olivur. Visit Kalsoy byrjaði eftir verkætlanina við Kópakonuni í Mikladali. Felagið telur 42 partaeigarar, og felagsins endamál [...] heldur ikki gjørdir til nógva ferðslu, og tí kann vera trupulleiki við ferðsluni millum annað norðuri á Trøllanesi. — Sam tekur bara 13 ella 14 bilar hvørja ferð, og onkran dag um summarið eru 80 bilar,
riggað væl, og tónleikararnir eru góðir at tosa við. Tað var líka Suzi Quatro, sum var eitt sindur irriterað eina løtu, tí linjan var so ring, og hon hoyrdi so illa. Tað fingu vit orðnað, og so var tað [...] rocktónleik, og seinastu stívliga tvey árini hevur hann eisini gjørt samrøður við kendar rocktónleikarar – serliga útlendskar. Higartil hevur Ragnar gjørt væl yvir hundrað samrøður við tónleikarar, og nógvir [...] Dirkschneider úr Accept, Paul Gilbert úr Mr. Big og Slash úr Guns ‘N’ Roses. – Framleiðslan av RagnarRokk botnar í áhuga fyri rocktónleiki. Mítt arbeiði er fyrst og fremst í ítróttarsendingini 3-2, so hetta er
skúlabygging, har fyrst og fremst ein víðkan av skúlanum við Ósánna er upp á tal. ? Hetta kemur at merkja munandi fleiri stovur í skúlanum, og er hetta nakað, sum er hart tiltrongt og hevur ligið á láni longi [...] skúlanum við Ziskatrøð ein orsøk. Og so er raksturin av sambýlinum á Heygnum, forsorgin fyri væntandi barnaansing, sum varð løgd yvir á kommunurnar fyrr í ár og samsýningar og fundarpengar hjá barnaverndarnevndini [...] neyðugt niður av skuldini, og er skuldin hjá kommuni nú komin niður um eina álíkning. Bruttoskuldin er í dag 80 milliónir krónur. Skattalættin fer at kosta kommununi millum 2,5 og 3 milliónir krónur. Rakstur
stendur so fólkatingsval fyri durunum, og býurin er longur avtaglaður við plakatum. Bløð koma við postinum og politikarar eru á gøtuni og handa út faldarar, rósur og mín sann eisini mat til tey heimleysu [...] sum skilur okkum og ein vanliga danskan lesandi, er føroyafrádrátturin. Og tað eru enntá fleiri lesandi sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa føroyafrádráttin, eru tey so í roynd og veru danskarar? Eg [...] minni hug og rætt haldi eg meg hava at fara á fólkatingsval 20. novembur. Fleiri danir hava eisini undrast á, at eg sum føroyingur havi valrætt, spyrja hvussu tað ber til, tí eg eri jú føroyingur! Og tað kenst
Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 2 og 7 stig. Um náttina lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s, stundum klárt og yvirhøvur turt og hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig. Mánadagin [...] millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Um náttina makar hann vindin og verður fleyr til gul av eystri og landnyrðingi, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum 3 kuldastig og 4 hitastig. Leygardagin [...] undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 3 hitastig. Týsdagin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s, sum