enjari, við in.fo í morgun. Vit hitta landsliðsvenjaran eftir taktikkfundin í morgun. Har hevur venjarin við videobrotum, tikið saman um fyrireikingarnar ímóti Litava og serliga spælskiparanum, Aidenas [...] Sí eisini: Føroyar spæla ímóti heimsstjørnum fríggjadagin Landsliðsvenjarin hevur leitað sær ráð hjá víðagitna íslendska landsliðsvenjaranum, Guðmundi Guðmundssyni, ið førdi Ísland til HM í 2019 við teprum [...] Larsen nýtti eisini taktikkfundin at seta sjóneykuna á føroysku dygdirnar, sum skulu vísa seg í dag. Venjarin vísti millum annað ein samandrátt av góðar skjótálopsstøður frá minniliga javnleikinum í Montenegro
vinna á Íslandi í venjingardysti, og harvið er hann einasti venjarin, ið einans hevur vunnið við A-landsliðnum. Í fjør var Heðin Askham venjari hjá B36. Her varð avrikið mett at vera meiri enn góðkent. B36 [...] Formaðurin í EB/Streymi, Rólant Højsted, vil tó ikki vátta, at talan er um Heðin Askham. – Venjarin er funnin og vit kunngera helst í kvøld ella í morginárini, hvør hesin er, segði hann við Sosialin í [...] leikararnar um, hvør nýggi maðurin við róðrið er. Sosialurin fekk tó at vita so mikið sum, at nýggi venjarin kemur til landið í kvøld, og at hesin kemur at stýra liðnum, tá EB/Streymur tekur í móti KÍ sunnudagin
Joensen, 86.), Jens Erik Rasmussen, Ruslan Screlea, Silva de Braga (Jógvan H. Samuelsen, 5.) ? Clayton Soares Gult kort: Jógvan H. Samuelsen 67., Jákup Joensen 90. Dómari: Dagfinn Olsen [...] um at halda tørn. B68arnir trýstu og trýstu, og tað bar við sær, at tað gjørdist tunnligt í verjuni hjá teimum. Serliga eftir at Hans Fróði Hansen var útvístur, var onkra ferðina um reppið, at vit komu ígjøgnum [...] og tað heldur hann, at úrslitið sunnudagin bar boð um. ? Men tað kundi havt gingið heilt øðrvísi hjá okkum. Fyrstu 25 minuttirnar vóru vit so at siga ikki frammanfyri miðstrikuna. Teir høvdu bóltin mest
verður 20 dystir longri. Tað sigur venjarin hjá VÍF, Jan Ottosen, nú Aganevndin er komin til ta niðurstøðu, at dysturin í Vestmanna sunnudagin 27. oktober millum kvinnurnar hjá VÍF og VB skal spælast umaftur [...] fáa eina rúgvu av dystum og umdystum, leggur VÍF-venjarin speiskliga aftrat. VÍF hevur sjey dagar til at koma við sinum viðmerkingum til niðurskurðin hjá Aganevndini, men sum skilst, hava tey í Vestmanna [...] tríggjar av fimm feilum. Við hetta lag verður eingin endi á teimum kærum, ið fara at koma, heldur VÍF-venjarin. Nógvir umdystir verða – Sjálvandi skulu vit fylgja teimum reglum, sum eru, men tá viðhald verður
sum fyrr hevur verið venjari hjá svenska leikaranum í FC Barcelona. Zlatan Ibrahimovic hevur eisini fleiri ferðir fyrr latið illa at Pep Guardiola – millum annað í bókini hjá Zlatan. Við italsku heimasíðuna [...] konfliktina. Tí haldi eg ikki at Pep Guardiola er tann vánaligasti venjarin sum eg nakrantíð havi havt, men heldur at hann er tann mest óbúni venjarin, sigur Zlatan Ibrahimovic. Zlatan Ibrahimovic er fyri stuttari [...] Fleiri leikarar og venjarar fóru eftir dystarlok mestsum til hendurs, og endin var, at hjálparvenjarin hjá Manchester City, Mikel Arteta, fór at bløða illa um andlitið, tá hann varð raktur av eini fløsku. Og
Klaksvík til venjingar hjá KÍ, sum Mikkjal stóð fyri, og tí er ikki óhugsandi, at summir spælarar heilsaðu upp á Haakon Lunov tá. Nýggi venjarin er eisini við í tekniska toyminum hjá UEFA sum eygleiðari og [...] hevur arbeitt við spælaramenning í bæði Celtic og í akademinum hjá Everton FC og hann er útbúgvin Bsc í vísindum og fótbólti. Nýggi KÍ venjarin hevur vitjað við Djúpumýru fyrr, tað var tá ið hann tók UEFA [...] sáttmála við Haakon Lunov, og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. Nýggi venjarin kemur til Føroya mánadagin, tá ið fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara fara í gongd
at eydnast at halda Skála burtur frá málinum hjá Gunnari á Steig, og at vit eisini hesa ferð fara at spæla okkum til málmøguleikar, sigur EB/Streyma venjarin Piotr Krakowski. Páskaaftan fekk Andrzej Pacek [...] sum løgdu bragdliga fyri í fyrsta umfarinum, sum hittast á Mølini í morgin. Næstu fótbóltsgrannarnir hjá EB/Streymi eru Skála. Felags fyri bæði liðini er, at tað er ikki fyrrenn í heilt nýggjari tíð, at tey [...] mikið stóran løst í liðbondini í øðrum fótliðnum, at tað ikki bar honum til at spæla í Gøtu, og venjarin hevur ikki serligar vónir um, at tað fer at bera honum til at spæla í morgin. Annar av málskjúttunum
kunnu vit ikki gera nakað við júst nú, men vit fara at hyggja upp á hetta. AB venjarin Oddbjørn Joensen hevur gott mót: -Spælið hjá okkum hekk betri saman fyri viku síðani ímóti KÍ, enn tað hevur gjørt undanfarnu [...] sum ikki eigur at verða endurtikin á Skála, sigur AB venjarin Oddbjørn Joensen. Hann fegnast um, at Sorin Anghel er tøkur aftur eftir leikbann. Hjá AB er álopsspælarin Karstin Højgaard so mikið plágaður [...] Eliesar Olsen av sum venjari. Liðið hevur knívin á barkanum, nú AB í dag stendur fyri tørni, og venjarin ásannar, at støðan er álvarsom: -Eitt er støðan á stigatalvuni, sum hon er júst nú. Tað mugu vit
Spurningarnir snúðu seg millum annað um, hvat týski venjarin heldur um, at heimsstjørnurnar hjá honum skulu spæla ímóti pinkutjóðum sum Føroyum. Týski venjarin hevur áður sagt, at hann heldur ikki, at ovbyrjaðu [...] smátjóðirnar vóru í prekvalifikatión, áðrenn tær komu í kapping við størru tjóðirnar, helt týski venjarin. Joakim Löw rósti føroyska laksinum, sum hann hevði smakkað á veg til Føroya. Samstundis helt hann [...] fleiri føroyingum at venja á Tórsvølli. Undir myndini ber til at hoyra eitt ljóðbrot við svarinum hjá Joachim Løw. Brotið er umsett til føroyskt.
kostaði, at vit ikki megna at fáa úrtøku burturúr, segði Víkinga venjarin, sum nú skal seta steypavinnararnar upp av nýggjum. Hjá Víkingi var Niclas Niclassen uttanfyri mikukvøldið. Sølvi Vatnhamar [...] fyrstu ellivu, er aftur í hitanum. Hjá FC Suðuroy vóru fleiri av føstu monnunum uttanfyri mikukvøldið: Poul N. Poulsen, Jón K. Poulsen, Heri Kjærbo og spælandi venjarin Sasa Kolman. Tá ið Víkingur vitjaði [...] føstu monnunum ikki vóru tøkir, segði liðformaðurin Palli Augustinussen í samrøðu við Rás2. Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen harmaðist 1-0 tapið í Runavík: – Tað kunnu vit bara takka okkum sjálvum. Vit