upplýsir, at talan var um eitt óhapp, sum hendi, meðan skipið bunkraði. Málið verður nú kannað nærri, og sambært løgregluni verður ábyrgdin vanliga løgd á tann, sum hevur ábyrgdina av bunkringini. Tað kann [...] Umframt bótina skal dálkarin eisini rinda útreiðslurnar av at rudda dálkingina upp. Er talan um tilætlaða dálking ella grovt ósketni, kann revsingin verða nógv strangari, í ringasta føri upp til tvey ára fongsul
hvørji ítøkilig átøk verða sett í verk fyri at tryggja, at borgarin altíð er í miðdeplinum. Løgtingskvinnan vil eisini vita, um arbeitt verður við at geva sjúkum fólkum eitt stað at venda sær til. Har skulu [...] fáa vegleiðing um, hvør hjálp er tøk, og hvør kann veita hana. Ein annar spurningur er, hvat tað almenna ger, tá fólk hava stóran hjálpartørv, men ikki sjálv megna at taka fyrsta stigið ella taka ímóti hjálpini [...] Tað heldur Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, ein skrivligan fyrispurning um rættstundis hjálp til sálarsjúk. Hon spyr, hvørji
skunda undir, at privat gera slíkar íløgur, og tað fer at gagna bæði teimum sjálvum og grøna orkuskiftinum. Sambært orkupolitikkinum sum Løgtingið samtykti í 2022 verður miðað eftir, at samlaði mátturin [...] hinvegin? Landsstýrismaðurin svaraði, at Taks hevur mett, at henda sølan eigur ikki at vera roknað sum vinnulig, og tí kann íløgan og keyp av øðrum streymi frá SEV ikki trekkjast frá skattskyldugu inntøkuni [...] n segði eisini, at Landsstýrið hevur tikið málið upp og ætlar at broyta hetta, soleiðis at streymsøla frá smáum sólorkuverkum hjá privatum húsarhaldum skal vera skattafrí. Hetta er at fegnast um, tí uttan
álvara. Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vóni eg, at Løgtingið og landsstýrið vilja hjálpa kommununum at loysa henda trupulleika. Tað ber til. Men tað krevur vilja frá landspolitikarunum. [...] lagi. Tað elvir til ótryggleika, tí hvar skulu fólk búgva í teir mánaðirnar, ið tey mugu úr bústaðnum? Skipanin við stutttíðarleigu er vorðin óburðardygg, og tørvur er á heimild til kommunurnar at skipa [...] skipa økið betur. Løgtingið má eisini gera leigulógina strangari, so fólk ikki verða koyrd út úr bústaði sínum í heilum. Í Tórshavnar kommunu eru væntandi áleið 800 tóm býli. Heilt nógv av hesum kunnu brúkast
fiskidagarnir hjá útróðrarflotanum í bólki 5B vóru um at verða uppi. Uttan fleiri fiskidagar var tí vandi fyri, at bátarnir í bólkinum noyddust at liggja tað, sum eftir er av fiskárinum. Bólkur 5B fevnir um [...] meiriluta at geva bólki 5B 750 eyka fiskidagar restina av árinum. Umframt samgonguflokkarnar atkvøddu tingfólkini hjá Miðflokkinum og Sjálvstýri fyri uppskotinum. Tingfólkini hjá Framsókn og Tjóðveldi [...] innaru leiðunum. Við lógini fær bólkurin 750 eyka fiskidagar at býta sínámillum restina av 2026. Málið varð skundviðgjørt í Løgtinginum. Tað merkir, at tær tríggjar viðgerðirnar eru avgreiddar skjótari enn vanligt
Eg spældi yrkisfótbólt í 20 ár, og trúgvið mær, eg havi møtt nógvum svikafullum fólkum. Men tað, eg havi sæð seinastu tíggju dagarnar, er tað mest vesæla, svikafulla og sjálvsøkna, eg nakrantíð havi verið [...] verið vitni til, skrivar hann. Hann leggur aftrat, at ein persónur, sum roynir at trýsta so stórar broytingar ígjøgnum fyri at ríka seg sjálvan og sínar vinir, ikki hevur nakra framtíð í altjóða fótbólti [...] ð, Uefa, sigur, at álitið á Fifa er horvið. Sambært Uefa livir Infantino ikki upp til lyftini um opinleika og gjøgnumskygni. Eisini Fótbóltssamband Føroya (FSF) hevur boðað frá, at tað hevur mist álitið
verður skúlin 50 ár og hevur soleiðis eina hálva øld aftanfyri seg. Hetta verður hátíðarhildið við eitt nú lagkøku, kaffi og te, og her eru øll hjartaliga vælkomin. - Tað hevði glett okkum at sæð bæði fyrrverandi [...] næmingar, avvarðandi, starvsfólk og aðrar samstarvsfelagar til eina hugnaliga løtu. Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at á hátíðardegnum verður eisini eitt [...] eitt búmerki, sum kommunan hevur latið skúlanum, avdúkað. - Klokkan 15 henda hósdagin verða talur, sangur og framløga av nýggja búmerkinum. Føðingardagurin í Kvívík endar við konsert í skúlagarðinum, sum
Fólkakirkjan skrivar, at tá hon var sett sum dómpróstur, var tað ein týðandi uppgáva, ið hon valdi at átaka sær. Tað var samstundis eitt týdningarmikið søguligt fet í menningini av fólkakirkjuni. Nú eru [...] tær avgerðir, ið koma at mynda kirkjunnar framtíð. Ein fjølbroytt leiðsla fevnir væl breiðari og nemur fleiri sjónarmið í ymsum málum, bæði innankirkjuliga og í samfelagnum sum heild. Tí leiðsla snýr seg [...] seg eisini um umboðan og ávirkan. Tá bæði menn og kvinnur eru við, har tær týdningarmestu avgerðirnar verða tiknar, verður leiðslan í breiðari høpi ein mynd av kirkjuliga felagsskapinum í Føroyum. Dómprósturin
upp á tað solidariska samfelagið. At vit hava ábyrgd av hvørjum øðrum, og at samfelagið skal geva øllum góðar og javnar møguleikar. Hann var eisini upptikin av, at tað skuldi bera til at liva og virka [...] hjá Javnaðarflokkinum og altíð var fúsur at taka eitt tak. Men fyrst og fremst var Hans maður, pápi, abbi og langabbi. 16. august í ár høvdu hann og Jórun verið gift í 57 ár. Tað var bara góðar tvær vikur [...] Eftir at hann sjálvur hevði verið hjartasjúklingur, gjørdi hann nógv burtur úr arbeiðinum fyri bypasssjúklingar og var altíð fúsur at tosa við onnur, sum vóru komin í somu støðu. Og Hans helt fram at vera
Kongelige Livgarde, og á Marienborg. Mette Frederiksen og Beinir Johannesen, løgmaður, verða vertir fyri fundinum. Eitt høvuðsevni verður, hvussu Norðurlond kunnu styrkja verjusamstarvið og felags hernaðarligu [...] russisku innrásina í Ukraina og hóttanirnar, sum amerikanski forsetin Donald Trump fleiri ferðir hevur sett fram móti Danmark og Grønlandi. – Tað er í tíðum sum hesum, at tætta norðurlendska samstarvið [...] tilbúgvingina. – Vit skulu fyrst og fremst umrøða, hvussu vit styrkja samstarvið um hernaðarligu uppbyggingina og økja felags fyribyrgingarmegi okkara, millum annað við at gagnnýta nýggjastu vitanina frá