eftir at hann hevur fingið harða atfinning frá lokalformanninum í Venstre í Holstebro í kjalarvørrinum á stríðnum um nýggju taðingarlógina. – Eingin hevur gagn av einum fólkatingsvalevni, har álitið eyðsæð [...] lokalafelagnum hevur tikið álitið burtur. – Tá eg uttan at vera ringdur upp av mínum baklandi síggi, at tey alment kalla meg eyðkennandi nøvn, so er álitið burtur. Tá er betri, at vit fara hvør sína leið, sigur
myndir og video, lurta eftir ljóði og nýta tænastur, sum byggja á vitlíki. Tí kann vera torført hjá fólki rundan um brúkaran at vita, um tey verða tikin upp. Sambært DR heldur Enhedslisten, at tøknin er [...] Meta-brillurnar hava eina lítla ljósdiodu, sum skal vísa, tá myndatól er virkið. Kritikarar vísa tó á, at ljósið kann vera trupult at síggja, og at slík trygdartiltøk kunnu verða broytt ella sett úr gildi
byggir á søgu hjá Gulag yvirlivaranum, Georg Demidov (1908-1987), sum sat fangi í Sibir í fjúrtan ár. Sergei Loznitsa (f.1964) hevur skrivað handrit og leikstjórnað í eini altjóð framleiðslu á ukrainskum [...] the project, you end up with a Kalashnikov." Loznitsa tók seg úr evropeiska filmakademinum, EFA, tá tey eftir russisku innrásina í 2022 ikki vildu kalla atsóknina kríggj - to call a war a war, to condemn
Hormuzsundið. Tann avtalan er síðani kollsigld, og álop á skip í sundinum halda fram. Leygardagin skuldsettu Sameindu Arabisku Emiratini Iran fyri enn eitt álop á eitt oljuskip. /Ritzau/AFP [...] krígsskaðaendurgjald. Harumframt krevur Iran, at fryst iransk ogn verður latin leys, og at álopini á sameindu hjá Iran í økinum halda uppat. – Okkara ætlan er at halda Hormuzsundið stongt, til fíggindin [...] svara til eina »fullkomna yvirgeving« hjá USA. Hann metir ikki, at amerikanarar kunnu ganga undir tey. Samstundis sigur iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, at Iran er nær við at fáa eina avtalu
ónollur eftir, og hatta er ein av teimum. Eg haldi ikki, vit eiga at brúka pengar upp á at halda arbeiðsfólk føst á ali- og fiskavirkjum, sigur Atli Gregersen. Sambært honum manglar arbeiðsmegi í Føroyum [...] mást tú antin løna teimum upp á ein annan máta ella finna onnur ráð. Eg haldi ikki, tað er rætt, at ein annar skal rinda fyri títt virki, sigur Atli Gregersen. Hann vísir á, at ALS er ein sosial skipan [...] skipanir eftir, sum áttu at verið tiknar av. Til dømis skattalættin til sjófólk, skattafyrimunir til tey, sum arbeiða uttanlands, og FAS-skipanin, tá hon verður brúkt til alivinnuna, sigur hann. Sambært stjóranum
tað torførasta málið í møguligum samráðingum. Tey, sum eru ímóti, stúra fyri, at Ísland skal laga seg eftir felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES, og at ræðið á íslendska fiskatilfeinginum kann vikna. Fiskavørur [...] prosent av íslendska vøruútflutninginum, og ræðið á fiskimiðunum hevur stóran bæði búskaparligan og tjóðskaparligan týdning. Ja-síðan vísir hinvegin á, at ein atkvøða fyri samráðingum ikki er tað sama [...] Leygardagin 29. august verður fólkaatkvøða í Íslandi um framtíðarviðurskiftini við ES. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Talan
tøgnmentanin, ið hevði fastatøkur á føroyingum, verður væl lýst. Tað varð ikki tosað, ikki orð sett á sorgina. Hon skuldi tigast burtur. Sum um, at um ongin setti orð á, so hvarv alt hetta syrgiliga av [...] skrivar á facebook-vanganum hjá Leikhús SKIFT soleiðis, tá hon og Gunnvá byrjaðu ferðina við Upphav kring landið: Gunnvá og eg hava longu tá ið vit gingu á sjónleikaraskúla lagt stóran dent á at fáa leiklist [...] annan serkunnleika, fyri at fáa luft og seta orð á ymiskt. Og er tað ein útvarps-ella sjónvarpsmikrofon, ið stendur í boði, so tykist heldur ikki standa á at fáa føroyingar at greiða frá, hvørt tað er sorg
Men handan orðini liggur eitt tað størsta álopið á fólkaræðið, ið vit nakrantíð hava verið vitni til. Vit hava síðan áðrenn summarfrítíðina roynt at fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum í talu. Tað [...] royndir, ønir Aksel V. Johannesen okkum ikki aftur. Politiska valdið, við formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka samráðingarrættin frá okkum og niðurlaga fakfeløgini. Hann tykist at hava [...] at renna ørindi fyri politiska myndugleikan. Lógarfest neyðtilbúgving skeiklar ikki bara javnvágina á arbeiðsmarknaðinum. Hon tekur verkfall úr amboðskassanum hjá fakfeløgum og letur upp fyri diktaturi
an Scanlon Associates eru stevndar. Vísa til eldri dómar Flogskipararnir byggja millum annað málið á ein dóm í bretska kærurættinum í fjør. Har varð staðfest, at Ryanair-flogskiparin Jason Lutz var at [...] aðrastaðni í Evropa. Í januar í ár kom ein týskur dómstólur til ta niðurstøðu, at Ryanair-flogskiparar á týskum støðum vóru starvsfólk og tí fevndir av reglunum um sosial tryggingargjøld. Ein spanskur dómstólur [...] hægstirættur staðfesti, at Uber-bilførarar vóru arbeiðstakarar og ikki sjálvstøðugir kontrakttakarar. Tey 262 flogskipararnir vilja nú hava sama prinsipp at galda fyri flogskiparar, sum eru útvegaðir flogfeløgum
nýtsluni, men tað skal í veruleikanum eisini vera við til at broyta normarnar, so børn og ung byrja seinni á sosialum miðlum, sigur hon við Politiken. Ætlanin er, at lógaruppskotið skal leggjast fyri Fólkatingið [...] møguleikanum hjá foreldrum at geva 13- og 14 ára gomlum undantak. Sambært Politiken bendir nógv nú á, at breiður politiskur meiriluti verður fyri nýggju lógini. Umframt stjórnina eru Venstre og Konservative [...] sosialum miðlum. Flestu stóru sosialu pallarnir hava longu egin aldursmørk, men sambært Politiken verða tey ofta ikki handhevjað. Nýggjar leiðreglur frá ES-nevndini í juli 2025 gjørdu tað møguligt hjá Danmark