Fyri fyrstu ferð nakrantíð møtast Spania og Italia í einari endaspælsfinalu. Millum sín hava hesir báðir latínsku fótbóltsrisarnir heili 14 EM og HM finalur at vísa á. Italia hevur vunnið fýra og hevur [...] finalan endaði við javnleiki 1-1, meðan umdysturin – tað brúkti teir tá á døgum – endaði við einum 2-0 sigri til Italia. Tvey ár seinni var Italia í HM-finaluni ímóti Brasil í HM-endaspælinum í Meksiko [...] Madrid vunnu ein sannførandi 3-1 sigur á Vesturtýsklandi. Ì 1994 hevði Italia møguleikan at fáa hevnd fyri HM-finalutapið í 1970, tí tá møttu teir aftur Brasil í finaluni, sum hesaferð var leikt í Los Angeles
hevði orðið í morgun, helt fyri, at tað loysir seg ongantíð hjá eini stórari tjóð at trýsta eina minni tjóð fyri at fáa ein størri lut í einum felags tilfeingi. Hann helt fyri, at tað í longdini tænir báðum [...] føroyingar og einir 60 útlendingar úr 13 ymiskum londum vóru við. Millum teir 60 útlendingarnar, vóru 20 úr Noregi, 16 úr Íslandi, níggju úr Danmark, fýra úr Hálandi, tveir úr Stórabretlandi, tveir úr USA [...] Fiskimálaráðið við fiskimálaráðharranum, Jacobi Vestergaard, á odda. Tey, sum serliga hava staðið fyri fyrireikingunum til stóra tiltakið, eru úr Fiskimálaráðnum Jákup Mørkøre, sum varar av granskinga
tað seg, at toskurin var við at koma aftur og tí vóru fleiri, ið høvdu hug at rógva út. Fyri at skapa møguleikar fyri arbeiðsplássum vórðu tí nógvir eyka dagar tilluttaðir útróðrarbátunum. M.a. av hesari [...] skipanarnevnd funnið fram til, hvussu nógvar fiskidagar einstøku skipabólkarnir áttu at fáa tillutaðar, fyri at ein ávísur veiðisetningur kundi haldast. Hesin leistur, sum semja var um, vísti at parturin hjá [...] farnar fram, eru meira enn 17.000 fiskidagar eftir í hesum bólki. Hetta er sostatt framvegis nærum 20 prosent fleiri dagar, enn upprunaliga ætlað. Føroya Ráfiskakeyparafelag tekur tó undir við, at fis
Kvinnufótbóltur: Síðstu 20 árini hevur hon spælt fótbólt, harav tey síðstu 16 árini í bestu kvinnudeildini, og seinnu árini hevur hon verið liðformaður hjá KÍ-kvinnunum, sum hava vunnið føroyameistaraheitið [...] betri, men tíverri kann tað sama ikki sigast um áhugan og umstøðurnar. Alla aðrastaðni stendur áhugin fyri kvinnufótbólti í vøkstri, men her í Føroyum sær hann bara út til at minka, sigur Malena, ið heldur [...] veruleikin. Og hon sigur, at hetta hevur verið gongdin í mong ár nú, so allir partar mugu hjálpa til fyri at fáa vent keðiligu gongdini. – Skulu vit fáa meira fokus á kvinnufótbóltin, so áhugin og tilgongdin
betur saman og vóru yvirhøvur næskari í sínum royndum. Munurin var kanska ikki so stórur fyri steðgin, men beint fyri hálvleik eydnaðist Leif Niclasen at leggja EB/Streym á odda, tá hann í tveimum førum skallaði [...] framum í vanliga dystinum, áðrenn Ibrahima Camara fekk sneitt sær millum nakrar ljósabláar og javnað fyri B68. 1-1 helt sær allar 90 minuttirnar, og tí mátti umdystur spælast í tvær ferðir eitt korter. Ibrahima [...] kom dátt við hjá NSÍ, sum tíðliga í seinna hálvleiki fekk enn ein frammaná, tá Gert Hansen økti til 2-0. Eftir hetta gjørdist tað meira enn trupult hjá heimaliðnum at gera seg galdandi, samstundis sum gestirnir
álvarsama tiltakið, ið setast skal í verk, er eitt byrjanarskeið, sum útlendingar skulu ígjøgnum, fyri at fáa ikki-avmarkað uppihaldsloyvi. Talan er um eitt skeið í føroyskum máli, mentan og um føroyska [...] . Bólkurin mælir eisini til, at Mentamálaráðið í samstarvi við Innlendismálaráðið ger námsætlanir fyri hvørt skeiðið sær, ásetir krøv til undirvísingartilfarið og ger av, hvørjar førleikar tey, sum undirvísa [...] Børn undir skúlaaldur Sambært verandi fólkaskúlalóg fáa næmingar við føroyskum sum annað mál í boði 20 eyka undirvísingartímar, men arbeiðsbólkurin mælir til, at nýggj føst skipan verður gjørd um eyka
javnar og bara tapt ein. Felags fyri bæðini liðini er, at ósigurin kom fyri oddaliðnum HB. So talan er um tvey jøvn lið, har útiliðið hevur tvey stig færri, men hevur fyrimun av longri hvíld, tí NSÍ hevur [...] tapir eisini allar heimdystirnar. So okkurt verður broytt eftir dystin sunnudagin. Tað, sum talar fyri AB er, at Víkingur hevur spælt hálvfinalu í steypakappingini mikukvøldið og tí hevur væl styttri hvíld [...] móti AB, men ÍF tykist hava munin á 07 Vestur. NSÍ - TB (Dysturin hesa vikuna) Sosialurin tippar: 2-0 Hyggja vit burtur frá tveimum teimum fyrstu umførinum, so hevru NSÍ vunnið fýra, spælt fýra javnar
gongst sum ætlað, verður skipið á Klaksvík dýra biðidag, 8. mai. - Norðborg fór úr Chili 14. apríl, og fyri eini viku síðan vóru teir leysir úr Panamaveitini, har teir eisini lógu í Panama í hálvt annað samdøgur [...] Formula letur. Hann sigur, at sjey flakamaskinur eru umborð á Norðborg, tá hon kemur, men pláss er fyri tveimum maskunum aftrat, sum reiðaríið longu eigur. Hesar verða tó ikki settar í skipið beinanvegin [...] royndar. - Hin møguleikin er, at royndartúrurin verður eftir sild. Vanliga byrjar sildatíðin millum 20. og 25. mai, men nú veldst eisini um, hvat frættist um sild, tá tann tíðin kemur. Við nýggju Norðborg
einsamøll. Fleiri bjargingar á rað syrgdu fyri, at Tjaldur ongan veg slapp, hóast Stjørnan hevði ilt við at fáa sítt spæl at koyra. Og tá mongu bjargingarnar eisini syrgdu fyri, at Petrea yvirplaseraði fleiri skot [...] fekk gott tak á dystinum longu undan steðginum, kunnu tær fyrst og fremst takka Kristinu Griksaite fyri. Hóast hon í fleiri ár hevur verið millum fremstu mávlerjarnar í landinum, so hevði Kristina ikki [...] tær nógv størra yvirskotið, og tað var fyrst og fremst hetta, sum saman við støðugum trýsti syrgdi fyri, at finalusigurin kom til høldar. Tjaldur mátti hinvegin ásanna, at trøini ikki rukku til himmals
. Barnleys av klamydia Klamydia kann fáa álvarsamar fylgir fyri fólk sum hava sjúkuna men ikki koma í viðgerð. Hetta er serliga galdandi fyri kvinnur, tí tær kunnu fáa sjúkuna í undirlív ella eggjaleiðararnar [...] (lívssørar). Hjá monnum kann klamydia bakterian geva infektión í pungin og um tað hendir, er vandi fyri, at hesir menn gerast sterilir, men um bara annar pungurin verður raktur kunnu menn tó framvegis fáa [...] Danmark hava tey tikið trupulleikan við klamydia í størsta álvara og hava koyrt kampanjur í fjølmiðlum fyri at røkka út til serliga tey ungu. Danska Heilsustýrið hevur upprættað eina heimasíðu um klamydia HYPERLINK