tónleikari: Gleðin um at skriva tónleik. Gleðin um at framføra tónleik, og gleðin um at kunna gleða onnur við mínum tónleiki. - Tað er hjá mær, sum um hugurin at skriva løg og at framføra tey, er vaknaður til [...] prís uppá. Sooo langt? At Russ Taff hevur verið her tríggjar ferðir áður, er ikki nakað sum er farið ómerkt aftur við borðinum hjá tónleikavinum hansara í USA. Hann er sjálvur sannførdur um, at Føroyar eru [...] Ja, ein nærum gloymir, hví ein er tónleikari! Henda hugsanin og henda kenslan eru nú skúgvaðar til viks. Gleðin um tónleikin er komin ístaðin. - Hetta minnir ikki sørt um ta fyrstu gleðina og ta fyrstu
yvirhøvur vóru greiðir yvir, hvussu góðan formann teir í veruleikanum høvdu, heldur hann fyri. Nú er Jan Højgaard formaður í Føroya Fiskimannafelag. - Jan er komin í Ólasa stað, og vit í leiðsluni fara sjálvsagt [...] Eyðun um leiklutin hjá Óla í FF øll hesi ár, nú hugt verður í bakspegilin? - Tú visti, at við Óla høvdu vit ein serstakliga góðan framherja, sum var fullur av vitan, grundgevingum sum bóru langt, og kortini [...] ringdi Óli sjálvur at fregnast. Hetta var eitt úrslit, eg slett ikki hevði droymt um. Hevði onga løtu verið í iva um, at Óli fór at vinna valið. Eg gjørdist ógvuliga bilsin og má viðganga, at eg var rørdur
ikki so nógv um hetta málið í gerandisdegnum. - Eg eri helst eitt sindur líkaglað, men tað er eitt, sum eg verði kedd um. Og tað er, at um fylgjurnar av øllum hesum fara at ganga út yvir samstarvið í nevndini [...] næmingarnar um nøkur hugtøk. Eitt var fakta og eitt var fiktión. Og so er eitt annað hugtak út frá hesum báðum, sum verður kallað faktión. Tað er tillagaður veruleiki. Tað vil siga, at tað er ein søga, har [...] viðkomandi hevur ella er í ferð við at ríva seg leysan frá fólkakirkjuni líka sum Dimmalætting sigur í eini oddagrein tann 13.09.02 um mannin hjá mær. Og tí haldi eg, at hetta heldur er eitt mál, sum átti
Petersen, og er tann fyrri um, hví ikki allar landsstýriskunngerðir eru avgreiddar í sambandi við nýggju kirkjulógirnar? Og so vil Lisbeth L. Petersen hava at vita, hvussu langt arbeiðið er komið ? ? Tá [...] in er skeivt, tí landsstýrismaðurin eigur ikki at ?delegera? hesa uppgávu til aðrar, sigur Lisbeth L. Petersen. Svarar ikki ? Somu viðmerking hava teir til avgerð landsstýrismansins, tá talan er um ki [...] ógreitt, tá talan var um Kirkjugrunnin, Kirkjukassarnar og roknskap og eftirlit í sama sambandi. ? Landsstýrismaðurin hevur gjørt kunngerð í sambandi við kirkjugrunnin, og latið tað yvir til stiftsstjórnina
høvdu ætlanir um at lata blásararnar koma longur fram í ljóðmyndina. Konsertin hjá Swinging Link fór ein góðan hálvan tíma útyvir ásettu tíðina, og hóast hon soleiðis gjørdist nokkso lang, so fóru áhoyrararnir [...] bóli við eini rødd, sum næstan fekk Stevie Wonder til eitt blikna. Tað tyktist næstan, sum var einki mark fyri hvat hesin lítli maðurin kundi syngja og annars fáa í mikrofonina av ymiskum ljóðum. Men aftur [...] sindur keðiligt. ? Nu går vi over til noget med lidt mere sving i, segði Jens Nørholm við ljómborðið og nú byrjaði bassurin at ganga. Blásararnir spældu sínar fyrstu soloir, og gittaristurin vísti sítt virði
sum spælstýrandi, men talan er vorðin um alt ov nógv tepur tap, sum so bara eru vorðin størri og størri, sum árið hevur liðið. Hesa ferð varð aftur talan um stórtap, og um teir ikki fara at fáa stig eitt [...] skora. Hóast teir nú vóru aftan fyri við trimum málum, so royndu heimamenninir eisini í seinna hálvleiki at leggja trýst á. Veðrið var farið at versna, at í undanvindinum, sum vertirnir nú høvdu, royndu teir [...] og longur oman. Tað var tó sum um, at lagnan langt síðani hevði gjørt av, at stig skuldu tey ikki fáa á Sandi, og veruligar møguleikar gjørdist talan sum so heldur ikki um. Ein ørgrynna av hornaspørkum
deild hjá kvinnum eftir summarsteðgin varð leikt um vikuskiftið, og longu nú ber til at hóma, hvussu stigatalvan fer at síggja út, tá ið seinasti bólturin er sparkaður. Seinasta vikuskiftið varð ein dystur [...] álop stóðst av leikligu yvirvágini. Einki ivamál var um sigurin hjá KÍ, men dysturin kostaði eisini KÍ nakað, tí Rannvá Andreasen, sum í løtuni er toppskjútti hjá KÍ, varð rikin av vølli, eftir at dómarin [...] fáa tað eina stigið. Dysturin var sera javnur, og hann kundi farið báðar vegir. NSÍ hevði eitt skot á tvørliggjaran, sum eins væl kundi farið í málið, men HB kvinnurnar vildu tað øðrvísi. Tá tíggju minuttir
Mitt í sáttmálatrætuni og verkfalsrokinum á privata arbeiðsmarknaðinum er ein annar torførur sáttmálaknútur, sum skal loysast. Nú landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ikki góðkennir nýggja sáttmálan millum [...] 14, er tað einasta, eg vil siga, segði Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Hann legði tó afturat, at nýggjar sáttmálasamráðingar als ikki vóru á skránni á fundinum fríggjadagin. Talan er tí [...] øldini skuldu hækka 1% svarandi til 0,8% í virði tann 1. mars í ár og tað sama aftur komandi ár. Nú er óvist, hvussu verður við hesum sáttmálanum.
ár. Jú, Petur var ein merkismaður og tað minnast vit hann fyri. Ja, nú er henda vakra Skopunarrøddin tagnað. Hesin prúði maðurin er fluttur til ein betur stað. Góða Poulina, børn og abbabørn, Harrin signi [...] hevði nógv við postin at gera. Jú, har var nokk at taka hond í. Eitt langt tíðarskeið var Petur lærari í Skopunar Skúla. Tað bleiv sagt um hann, at hann hevði serlig evni til at undirvísa. Man hoyrir ofta [...] soleiðis bleiv ikki. Petur var ein sera fryntligur maður, hann visti nógv um okkara bygd. Tá tú tosaði við Petur, var altíð ein friður yvir manninum, dugdi sera væl at lurta, gav sær altíð tíð til tann, hann
i, er ongin ivi um at ábyrgdin kann sendast víðari. Men tá ábyrgdin er íkomin av tvørrandi ráðgeving og vegleiðing til keyparan, er tað ivasamt, um ábyrgdin kann skumpast víðari. ? Høvuðsreglan er, at [...] av røttum kundu gera sær í samband við avtaluna um vøruna. ? Eingin ivi er um, at er handilin farin fram innan fyri eitt ára freistina í keypilógini, er manglandi ár 2000 førleiki ein mangul, sum gevur [...] móti seljara um so er, at seljarin hevur »svikað«. Til hetta er at siga, at henda støðan vil ikki koma ofta fyri, av tí at tað skal lutfalsliga nógv til, áðrenn tað kann sigast, at talan er um svik. ? Í triðja