partur av FM-endaspælinum í vár. Sjálvandi var saknur í Linu hesaferð, men eitt slíkt samanfall eigur ikki at koma fyri hjá liði, sum tykist hava ætlanir um at amast móti oddinum í ársins útgávu av Sunse [...] Kyndli og Neistanum hittust sunnudagin. Kyndil hevur staðið seg rættiliga væl higartil í ár, og tó at tær vóru skerdar, nú Lina Andriulyta var sjúk, so tóktust tær at hava eitt sera gott tak á grannunum fyrstu [...] einki rigga hjá teimum grønu. Neistin fekk alt fyri eitt tvey-trý skjót mál, og so fall alt saman. Í álopspartinum mest sum kappaðust Kyndils-kvinnurnar um at fremja mistøk, sum náðisleyst vórðu revsað
skift gear. Líka síðani vit tóku fyrsta stigið út í tað stóru fótbóltsverðina í 1990, hevur knípt við at koma upp í gear! Og ikki so sjáldan hava vit spolað í brekkuni, og hava fingið nakrar ordans yvirhálingar [...] kemur – vónandi skjótt – er hann mest skorandi føroyingur í heimssøguni, við 10 málum. Men tað er kalt í botninum! Vit hava tr‡ mál frá Rógva í hesari kappingini, men enn er kalt; 0 stig. Vit hava tríggjar [...] “Bill” Clinton, ið kom til lands. Kom oman á Vaglið, stuðlaði handilsvinnuni í Miðbýnum, og segði so nøkur góð og væl vald orð í Norðurlandahúsinum. Og sigast má, at Bill legði okkum “Flag” á. Flestu okkara
Eini gomul hús í Sumba brunnu í grund seinnapartin hósdagin. Ein eldri kona búði einsamøll í húsunum og sum skilst, so hevði hon kykað í kolkomfýrinum. Boð komu ikki fram Fólk hava havt á lofti, at long [...] fatur ikki fæst á í undanfarnu støðum. Ringt verður til allar í senn og boðini síðani givin og so játta menn móttøkuna av boðunum. Verri enn nakrantíð Guðmund Jacobsen, sløkkiliðsleiðari í Vági, váttar [...] samskiftinum. - Nú er verri enn nakrantíð og tað kann ikki góðtakast, tí hetta er álitið hjá fólkinum, ið her býr, sigur Guðmund Jacobsen, sum hevur biðið um frágreiðing frá alarmsentralinum í Havn í samband við
tunnilin fer inn í neðra og kemur út aftur í neðra. Og tað liggur fast, sigur Henrik Old. Vit spurdu eisini Henrik Old, hví ætlanin er nú at gera útrokningar fyri, hvussu stór nytta er í tunlinum afturímóti [...] Oravík og Hov er í góðum og tryggum hondum. Tað staðfestir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann vísir staðiliga aftur, tí sum Hergeir Nielsen førir fram um, at samgongan í veruleikanum súltar [...] gera tunnilin longri uppi í fjallinum, har jarðfrøðiligu viðurskiftini eru tryggari. Stóri spurningurin er so um tunnilin verður niðri í dalinum, ella um hon verður longri uppi í fjallinum. ? Vit arbeiða
ógvuliga skerd, nú Brimil liggur. Skuldi ein oljuvanlukka hent, hevði hetta havt álvarsamar avleiðingar fyri alt landið, nú tilbúgvingin er á so lágum støði sum nú. Tí er altavgerandi, at V&B fæst at virka optimalt [...] arnevnd í sambandi við Brimil. Starvsmannafelagið vísti uppskotinum aftur í skrivi dagfest 17. januar 2001. 19. januar 2001 sendi Fíggjarmálastýrið felagnum uppskot um at velja semingsmann. Í skrivi dagfest [...] semingsmaður kom inn í myndina. 31. januar 2001 heitti Fíggjarmálastýrið á Starvsmannafelagið at Brimil verður avgreiddur í sambandi við vanligu sáttmálasamráðingarnar. Tað ber í sær, at eingin konflikt
tú er ein av teimum, sum er um at drukna í businesskortum. Við hesi appini kanst tú lættliga skanna kortini inn, og navn, telefonnummar og adressa verða goymd í tínum kontaktum. Ókeypis og er bæði til Iphone [...] tíðindum og øðrum, sum er at finna á portal.fo. Appin er ókeypis Nummar.fo er føroyska telefonbókin, sum fæst til bæði Iphone og Android. Ein hent app, sum finnur tær navn, bústað og nummar fram. Appin er ókeypis [...] Ber eisini til at senda millum sín. Appin er til Iphone og er ókeypis QRReader er næstan eitt must, nú nógv bløð, lýsingar og vørur ofta hava tær sokallaðu QR-koturnar á sær. Við hesum lesaranum er tað
í føroyskum politikki og samfelagsbroyting, sum nú fer inn í eitt nýtt stig. Góði Poul! Tú ert ein einastandandi viljasterkur og áhaldin undangongumaður í øllum, tú fæst við og hevur fingist við. Um tað [...] vit í felag eru mest errin av og sum vit meta sum dýrastu ogn í samfelagnum í dag, er tað, sum mest mótstøða var ímóti og sum varð niðurgjørt. Hóast ótolin og bráður av lyndi, hevur tú hildið á í ein mansaldur [...] ynskja tær og øllum tínum alt tað besta í komandi tíðum. Og nú arvurin verður latin áfram í Framsókn til Ruth Vang sum forkvinnu og til Bjarna, Honnu og øll hini í flokkinum, fara vit at ynskja Ruth hjartaliga
trygdarmiðstøð í Klaksvík eiga at halda fram”. Nú landsstýrið aftur arbeiðir við at gera tillagingar í samband við íløguætlanina, og í tí sambandi fer at leggja fram eykajáttanarlóg fyri Løgtingið í heyst, eigur [...] Fróðskaparsetrinum og innan gransking í Føroyum. Bygningarnir hjá Vinnuháskúlanum eru upplagdir til hesi endamál. Tróndheimur í Noreg, Akureyri í Íslandi og Oulu í Finnlandi eru dømi um júst tað sama. Lærdir [...] lag á manni at farið undir at bygt nýggjan Vinnuháskúka í Klaksvík. Ein slík byggiverkætlan hevði eisini verið rættiliga arbeiðsskapandi í økinum, nú fiskivinnan so at siga er steðgað upp og talið av arb
Tað er eitt rák uppi í tíðini, har føroyski gourmet køkurin verður settur í fokus, og so seint sum fyri 14 døgum síðani var eitt ferðalag við útlendskum kokkum í Føroyum at matgera við føroyskum rávørum [...] kappingina, um hugskotið ikki lat seg gera. - Vit hava verið við nú í nøkur ár. Vit skipa fyri einari kapping á vári, sum verður hildin í SMS, har dómarar døma út rá somu kriterium, sum er galdandi fyri [...] miðskúlum í landinum, sigur Helena Dam á Neystabø. Her er eitt høvi hjá næmingunum at rúka alla tað vitan, tey læra um í skúlnum. - Hendan kappingin ger tað møguligt hjá næmingunum at brúka tað í verki, sum
ikki til at fáa í CHE samstarvinum. Ríkisveitingin verður nú ikki lækkað í óðum verkum við stórum upphæddum av reinum nationalistiskum ávum, soleiðis at vælferðin kann koma í vanda. Í staðin er avtalað [...] arbeiðis við ABC Nú hava vit fingið nýggja samgongu og nýtt samgonguskjal, sum eisini inniheldur nógv góð javnaðarmál. Tey fylla kanska ikki so nógv í vavi í hesum skjalinum og eru ikki so innvavd í gylt lýsingarorð [...] lýsingarorð. Men í Javnaðarflokkinum eru vit tó sannførd um, at veruligur politikkur snýr seg um at fáa framt hugsjónina í verki, heldur enn bert at eiga hana á pappíri og í retorikkinum. Tað er okkara greiða