avgerandi fyri møguleikan hjá GÍ, at ÍF tekur sær væl og virðiliga av tvørámonnum, tá ið teir fara at spæla í Fuglafirði. Tað er ikki komið fyri áður, at úrslitið hjá ÍF kann gerast avgerandi fyri, um GÍ [...] málmunin +25, og B36 hevur málmunin +20. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er lagt upp til finalu í Gundadali millum B36 og HB um FM, og at tað er møguleiki fyri, at hvørgin parturin fer at vinna FM [...] frá UEFA, og hvør tað næsta árið skal bera høvdið høgt og klikkja niður á grannarnar. B36 er best fyri á stigatalvuni. HB er eitt stig aftanfyri grannarnar, og SKÁLA er aftur eitt stig aftanfyri HB. Men
at skapa forstáilsi fyri føroyskum viðurskiftum, greiðir Sjúrður Skaale frá og nevnir hansara møguleika at fremja lobbyvirksemi fyri nýggju samgonguna. – Samgongan hevur sett sær fyri at vera meiri virkin [...] Føroyum í dag, og heldur so fyri, at: »gud nái okkum um vit ikki høvdu teir«. – Tað hevði broytt nógv, um man bara kundi tikið partar av útbúgvingini í Føroyum. Tí tað er í 20-unum at tú nemur tær útbúgving [...] Størsti trupulleikin í Føroyum er uttan samanbering, at fólk ikki flyta heimaftur til Føroya. Tað forðar fyri vøkstri og menning, tí eitt samfelag er fólk. – Ofta er hetta eisini vælútbúgvið fólk, sum ikki venda
keypt mær eina boks á bilin, og tá vit koma til Hanstholm eina tíma fyri fráferð fekk eg at vita, at vit skuldu koma 1 1/2 tíma fyri fráferð. Og at nú var bilurin nógv ov høgur. Persónbilur má bara vera [...] gera meira fyri børn frá 7-12 ár? (Tað var nógv stuttligari og betri umborð á gomlu Norrönu). Um tit vilja tjena meiri pengar, setið so prísin niður á øllum vørum og service umborð. Takk fyri. Vinarliga [...] skal sigast, at undirritaði hevði ikki verið um borð fyrr. Tað var eitt sjokk, tá eg sá umstøðurnar fyri børn umborð. Tað einasta, sum børn frá 7-11 ár kunnu gera, er at spæla casino spøl ella pengamaskinur
er skelkandi at hoyra, at Múrurin skal gerast til brúksbygning fyri at nýta hann í ferðamannavinnuni. Sjálvandi skal hann vísast fram fyri ferðafólki, men hann kann og skal ikki nýtast til annað enn tað [...] Man hevur ikki kunnað loyst upp fyri nøkrum sum helst. Og hesum havi eg so tikið avleiðingarnar av og valt ein mann, sum vit í Mentamálastýrinum hava stóra virðing fyri og stórt álit á. [...] Fyrst í 1997 vóru tvær ætlanir fyri múrin í Kirkjubø lagdar framm. Onnur kom úr Føroya Fornminnissavni, hin frá einum áhugabólki, sum var mannaður av Páll Patursson, bónda í Kirkjubø, Tróndur Paturson
í steypakappingini vórðu settar saman, mundu tey flestu halda, at vegurin til finaluna lá víðopin fyri Neistanum. At spælarar og venjari eisini hildu hetta, tóktist eisini vera ein veruleiki, tá farið [...] Hansen sat á beinkinum fyrstu longu løtuna, meðan Annika Ljósstein bert varð nýtt í verjupartinum fyri tað nógva. Frusteraðu heimaliðið Kanska høvdu tær bláu gloymt, at StÍF so sanniliga eisini ætlaði [...] ikki støðuna verri at Adela Burcea í málinum hevði ein fínan dag. Nakað sum tó eisini var galdandi fyri Fríðu Petersen í Neista-málinum. Hetta hóvaði avgjørt ikki Neistanum, sum hevði sera ilt við at fáa
Klaksvík: Unn Baldursdóttir hevur havt áhuga fyri seyming, síðani hon var smágenta. Hon minnist aftur á, at hon plagdi at sita upp yvir langommu sínari, meðan hon seymaði. Langomma Unn var tiltikin dugnalig [...] meg til eg bleiv størri, so kundi langomma læra meg at seyma, greiðir Unn frá. Hon seymar ikki nógv fyri onnur, men tað hevði hon væl kunnað hugsað sær. Tað er bara ikki vorðið til tað enn. Og tann stóra [...] enn í Danmark. Alt er móti Tá prátið fellur inn á móta, hevur Unn greiða meining um, hvat tað er fyri nakað. Hon heldur, at mótin í dag er fínur, tí alt er loyvt. ? Mær dámar væl 60´ 70´og 80´ ara mótan
Fyri flest allar føroyingar hevur fyritøkan P/F Valdemar Lützen altíð verið til, hon er nevniliga ein av teimum elstu í landinum. Fyritøkan er stovnað fyri næstan hundrað árum síðan, í 1904, og verður [...] leiga eitt øki innan fyri býlingin við Sjógv á Strondum, sum varð kallað Hulkur. Har fekk hann sær kolagoymslu, og ein atløgubrúgv varð eisini bygd á staðnum. Í 1929 fær Valdemar umboð fyri "Det Danske Petroleums [...] verður sostatt 100 ár í desember 2004. P/F Valdemar Lützen er kend sum ein ógvuliga stabil fyritøka. Fyri uttanfyristandandi hevur tað sæð út, sum at fyritøkan ikki letur seg ávirka av góðum ella ringum tíðum
leiðslu eftir løgtingsvalið, sum verður 20. januar, er byrjað, og gongdin hesar seinastu sera turbolentu dagarnar hevur víst, at Fólkaflokkurin miðvíst arbeiðir fyri at varðveita smáu flokkarnar tætt at sær [...] arbeiði, og so kann samgongan rættuliga arbeiða við fíggjarlógini fyri 2005, meðan stundirnar ikki vera serliga góðar at gera fíggjarlóg fyri 2004, heldur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur. [...] millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. -Men hví sigur tú, at Fólkaflokkurin miðvíst hevur arbeitt fyri at varðveita smáu flokkarnar tætt at sær? ? Í prosessini hesa vikuna tykist tað sum um sambandið millum
Samgonguskjalið skal ikki altíð takast fyri fult. Tað er niðurstøðan, eftir at uppskot til fíggjarlóg fyri 2004 er lagt fram. Í fíggjarlógini stendur at lesa, at búskaparpolitikkurin byggir á samgonguskjalið [...] fíggjarlóg er yvirskotið sett til 100 millónir krónur, sum er 140 milliónir krónur minni, enn fíggjarlógin fyri 2003 miðaði eftir. Sostatt verður samgonguskjalið ikki hildið á hesum øki, men tað tekur Karsten Hansen [...] føroyingur, sigur Karsten Hansen. Tað er landsstýrismaðurin væl nøgdur við. Hóast uppskotið til fíggjarlóg fyri 2004 leggur upp til, at almennu Føroyar spara stívliga eitt prosent í mun til ársins fíggjarlóg, sigur
verður í B36-húsinum fyri innbodnum kl. 19.00. Í dag, 7. juli, kl. 16.00 giftast í Dómkirkjuni Anna T. Madsen, Kvívík, og Hans Futtrup Mikkelsen, Skave - DK. Veitslan verður fyri innbodnum í Glæmuni í [...] Veitslan verður hildin fyri innbodnum í Gistingarhúsinum í Øravík. Í dag, 7. juli, kl. 15.00 giftast í Nes kirkju Ásvør Kristiansen, Fuglafirði, og Eigil Andersen, Toftum. Døgurði verður fyri innbodnum kl. 18 [...] giftast í Elim í Søldarfirði Lis Egholm, Fuglafirði, og Dánial Hansen, Glyvrum. Brúðarveitslan verður fyri innbodnum í John?s Restaurant í Saltangará kl. 18.00 Í dag, 7. juli, kl. 16.30 giftast í Sjóvar kirkju