framyvir. Tískil hevur skjótibreytin, sum liggur niðanfyri Sandvíkahjalla, ligið still í góð tíggju ár. Skjótifelagið Byrsumúli í Havn hevur tí onga breyt at venja á í løtuni. Tað hevur eisini havt avleiðingar [...] fyrstu árini var skjóting ein fastur táttur av føroyska íkastinum til Oyggjaleikirnar. Men síðan 1993 hevur Føroyar ikki luttikið í greinini skjóting. Orsøkin er ein ósemja við bóndan í Hoyvík um skjótibreytina [...] sum íðka hesa ítróttargrein í Føroyum, nú teir ikki hava umstøðurnar til venjing. Felagið Byrsumúli hevur annars 25 ár á baki. Sundamenn tikið táttin upp Men ein skjótibreyt er á Norðskála, og har hava nakrir
royndir Beinta er BA í samfelagsfrøði og hevur harumframt lisið Kultur- og sprogmødestudier á RUC. Hon hevur nakað av royndum sum lærari og á CISV barnalegum og hevur annars verið sera virkin í tónleikasamtakinum [...] framyvir skal nýtast sum virkishús fyri ung undir 18 ár. Onki ungdómshús hevur verið í býnum síðani einaferð í 80unum, so í Klaksvík hevur verið fylgt við spenningi við ætlanunum fyri virkishúsið. Hósdagin frættist [...] at síðani hon flutti aftur til Føroyar fyri tveimum árum síðani, hevur hon leitað eftir einum starvi, ið líktist júst hesum, hon nú hevur fingið. - Eg var farin at halda, at tað nokk ikki funnust slík størv
Hellurnar tann 14. september Nú frammi hevur verið í fjølmiðlunum, at kvotur eystanfyri verða handlaðar fyri 40 milliónir krónur hvør, kvotur sum landsstýrið hevur samrátt seg til, og sum nú privatir skúma [...] rættindini, at so landsstýrið hevur bøtt um hesi rættindi við at lata russum svartkjaft, sum ongin her heima brúkti allíkavæl, er ein onnur søga. At svartkjafturin í dag hevur fingið størri virði enn í sjeyti [...] sum stavar frá Kjølbro, og fyri tað hjá "Vesturvón" er tað ikki galdandi, at landsstýrið einsamalt hevur tryggjað hesum feløgum kvotur. Við undantakið av árum við fiskaloysi í Barentshavinum hava trolarar
Heine Fernandez hevur HB hartil ein venjara, sum hevur góð sambond við nógvar royndar fótbóltskreftir í Danmark. Hann er fyrrverandi liðfelagið við eitt nú Toda Jónsson, og eisini hevur gjøgnum árini komin [...] Brøndby-veteranin, Morten Wieghorst, sum júst hevur sett fótbóltsgaggurnar á hillina í Brøndby, Viðvíkjandi Toda, so sigur klaksvíkingurin tó sjálvur, at hann ikki hevur tosað við umboð fyri HB. Sjálvur er Heine [...] uppgerð við Champions League meistararnar úr Liverpool brádliga er á skránni. Einki verður váttað Enn hevur ikki verið gjørligt at fáa nakað sum helst av hesum váttað, men sum tikið verður til, so rýkur tað
eitt spennandi ískoyti til Prix Føroyar tónleikakappingina. Síðani hevur Rókur Jakobsen verið við í Prixnum hvørjferð, og hann hevur samanlagt verið við trimum ymiskum bólkum. Leygarkvøldið fer hann aftur [...] av Føgru Blómu, sum hevur verið nógv at hoyrt í útvarpi. Væ smurd maskina Rókur Jakobsen kom upp í All That Rain í fjørsummar, og hann trívist væl í nýggja bólkinum. ? Tað hevur verið lætt hjá mær at [...] Hinir tónleikararnir í bólkinum hava spælt saman í fleiri ár, so bólkurin hevur eina sterka grund, sigur Rókur Jakobsen. Hann hevur sjálvur fótað sær sum sangari og yrkjari í All That Rain, meðan teir í bólkinum
fær tey at minnast aftur á farnar dagar. Stórur áhugi hevur eisini verið fyri myndunum, sum vit hava havt í blaðnum, har Birgar við lesarans hjálp hevur fingið rættan tekst undir fleiri av myndunum. Bókin [...] Seinastu fimm árini hevur Birgar Johannessen í Havn arbeitt miðvíst við einari stórari hondbók yvir Havnina, sum nú er komin út í fyrsta bindi. Bókin er 439 blaðsíður við umleið 1.000 áhugaverdum og viðkomandi [...] bind verður um tíðarskeiðið 1940-1969. Slíkt arbeiði er sera tíðar- og orkukrevjandi, men Birgar hevur við ídni, ágrýtni og sínum væl skipaða og greiða arbeiðsmáta, givið Føroya fólki ein veruligan fong
milliónir av til seismiskar kanningar norðanfyri Føroyar. Anfinn Kallsberg sigur, at hevur samgongan í fíggjarnevndini hevur skarvað einar 25 milliónir av teimum útreiðslunum, so at tilsamans verður avlopið [...] milliónir krónur. Tað sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini. Fíggjarlógin fyri 2007 hevur verið til viðgerðar í fìggjarnevndini seinastu tíðina. Og nú er nevndin við at leggja síðstu hond [...] nær álitið verður lagt fyri Løgtingið, dugir formaðurin ikki at siga. Samgongan í fíggarnevndini hevur gjørt eitt upplegg og tað er nú til viðgerðar í andstøðan í nevndini. Tí ber ikki til at siga, akkurát
er um 22 ára gamla Thomas Gormsen, sum NSÍ hevur leigað frá SønderjyskE, har hann sambært NSÍ heimasíðuni hevur spælt 37 dystir á besta liðnum. Thomas hevur vant við NSÍ síðani undan vikuskiftinum. Tá [...] oddasessin, og B68 stríðist fyri at sleppa burtur úr vandanum fyri niðurflyting, sum alt kappingarárið hevur hingið yvir toftamonnum. Bæði á Toftum og í Runavík hava teir nýggj andlit á liðnum. Hjá B68 er Bill [...] seg fyri fyrstu ferð í B68 búnanum. Ein teirra er Hendrik Rubeksen, sum er leigaður í HB. Hendrik hevur spælt eitt sindur á besta HB liðnum. Nú skal hann á Toftum royna at koma fyri seg eftir langan skaðasteðg
handilin úti í Klaksvík. Sálarliga yvirskotið hevur verið stórt hjá Assu, sum hevur verið sannur menniskja kennari og so mongum hevur veitt ráð og leiðbeining, ið hevur verið grundað í klettafastu kristnu trúnni [...] dag, hósdagin 21. september, verður Astrid Johannesen í Klaksvík 80 ár. Hon hevur búð í Klaksvík alla sína tíð, og hon hevur altíð verið nevnd Assa. Assa er ættað av Vágsheygnum. Foreldrini vóru Armgarð [...] síðani fyri seg sjálvan og saman við øðrum. Jóhannes var 75 ára gamal, tá ið hann doyði í 1995. Assa hevur verið eitt konubrot. Hon hjálpti í fleiri ár mammuni við stóra húsarhaldinum á Vágsheygnum. Hetta
sigur Jógvan Jespersen. Útvarpsstjórin hevur ikki stórvegis hug at gera viðmerkingar til, í hvønn mun sparingin fer at ávirka dygdina á tilfarinum, ið Útvarpið hevur at borðreiða við. Men hann staðfestir [...] Eftir drúgva umrøðu hevur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, loksins tikið støðu til umbønina frá Útvarpi Føroya um loyvi til at hækka útvarpsgjaldið 200 krónur. Og greitt er, at Jógvan á [...] undanmanni sínum í Mentamálaráðnum. Meðan Høgni Hoydal í september í fjør gekk umsøknini frá ÚF á møti, hevur Jógvan á Lakjuni klípt helvtina av hækkingini burtur, so gjaldið einans má hækka 100 krónur. - Sum