við. Svarini, ið koma úr Føroyum, fara at geva okkum innlit í, hvussu fólk, ið bera brek, uppliva fótbóltsumhvørvið í Føroyum, og hvat kann gerast betri. Øll kunnu taka lut í spurnakanningini – eisini [...] hvussu kann trivnaðurin við vøllirnar gerast betri? Í næstum fer UEFA undir at kanna hesi viðurskifti. Kanningin verður gjørd í øllum 55 limalondunum í evropeisku fótbóltssamgonguni, og fyri Fótbóltssamband [...] FSF skrivar: - Í næstum fer UEFA at seta sjóneykuna á fótbóltsumhvørvið hjá teimum, ið bera brek. FSF er við í kanningini, og aftaná verða føroysku svarini grundarlag fyri arbeiðinum at betra um umstøðurnar
fyrsta barnið í 1995, starvaðist hon á Kósini, og eftir at hon er liðug at eiga børn, hevur hon starvast í 21 ár á Kósini. Kósin er størsta flakavirkið í Føroyum. Anna Glerfoss stendur oftast í maskinunum [...] hjá teimum. sum arbeiða á flakavirki heldur ikki til tað. Lesið samrøðu við Onnu Glerfoss í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum [...] har fiskurin verður avhøvdaður, hetta hevur hon gjørt í 15 ár. Eisini reinsker hon fløkini, og hevur roynt at pakka og salta. – Eg fari har sum eg verið send. Anna Glerfoss dámar væl arbeiðið á Kósini
av Olympisku leikunum í 2028. Í Føroyum hevur áhugin fyri hesi greinini eisini víst seg. Í 2020 tók Róðrarsamband Føroya (RSF) fyrsta stigið til at menna coastal rowing í Føroyum og keypti tá tveir coastal [...] grein í rógving í Føroyum og skapar hetta møguleikar fyri venjing og kapping á altjóða stigi. Við góðari útgerð, íðkarum og feløgum, sum eru klár at leggja orku í nýggjar leiðir, er coastal rowing í Føroyum [...] ikki. Hann gevur ein góðan pall at læra rætta teknikkin í scull-rógving, ið er grundarsteinurin í coastal rowing. 11 mai 2025 var stórhending í føroyskari coastal rowing, tá bátarnir loksins vórðu flotaðir
trúgva tænastu tilframa fyri barnaansingarøkið í Tvøroyrar kommunu. Mýrifípan hevur seinastu árini ment seg til ein av størstu barnaansingarstovnum í Føroyum. Frá upprunaliga at hava pláss fyri 52 børnum [...] frítíðarskúla. Stovnurin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi við góðum møguleikum fyri spæli og menning, og hevur verið ein týðandi partur av barnaansingini í Suðuroynni í 35 ár. Hátíðarhaldið var ein góð [...] felagsskapin, sum eyðkennir stovnin. Millum gestirnar vóru borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, og forkvinnan í sosialu nevndini, Anita Vibergsdóttir. Tey nýttu høvið at heilsa upp á starvsfólk
lond eru í bólki við Føroyum í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum. Føroyar endaðu í bólki D saman við Montenegro, Spania og Paraguay. Montenegro endaði á einum sjeynda plássi í HM-endaspælinum í 2023 [...] Rotterdam og S-Hertogenbosch í Niðurlondum, og Trier, Stuttgart og Dortmund í Týsklandi. Besta kvinnuliga landsliðið í 21. øld, Noreg fer at spæla sínar innleiðandi dystir í H í Trier. Mótstøðuliðini hjá [...] einum áttanda plássi í EM-endaspælinum í 2024. Spania úr styrkisbólki 2 var tó ikki tað besta lutakastið fyri okkara kvinnur. Spania endaði á einum 13. plássi í HM-endaspælinum í 2023, men endaðu so frammaliga
van Ritzau. Í Føroyum er fólkapensjónsaldurin 67,5 ár í løtuni. Hann hækkar til 68 ár í 2031. Landsstýrið ætlaði at hann skuldi hækka til 70 ár í 2042, men tað uppskotið varð tikið aftur í Løgtinginum [...] samtykt í Fólkatinginum í dag við atkvøðunum 81 fyri og 21 ímóti millum tey møttu og eftir orðaskifti, sum vardi í næstan tveir tímar. Fólkapensjónsaldurin er í dag 67 ár, men hækkar stigvít. Í 2030 veksur [...] veksur hann til 68 ár, og í 2035 verður hann 69 ár. Leypandi hækkingin av pensjónsaldrinum er ein avleiðing av vælferðaravtaluni, sum varð samtykt í 2006. Har varð semja um, at pensjónsaldurin skuldi hækka
fram á pallin sum bodybuildari í Føroyum. Líka legði Gunnar í, at føroyingar gingu í úlpum og skipstroyggjum, sjálvur vísti hann seg fram, nærum naknan, við glinsandi holdi og í kulørtum undirbuksum. Møguleiki [...] tvinnar kostir í at velja, antin valdi hann sær fløskuna, ella seg. Mamman flutti niður og Gunnar fór stutt eftir sama veg. Á flatlondum traðkaði Gunnar inn í ókendar gøtur, men fann skjótt stevið í eini ítr [...] apukattur ið bert hugdi at sær sjálvum, men Gunnar treivst í leiklutinum og vandi bein hart til donsku meistaraheitini í 1990 og 1995. Besta tíðin í hjansara lívið. ##med2## Gunnar fekk familju og nøgdsemi
skip og byggja nakað upp fyri okkum í Føroyum, men serliga her norðuri í Klaksvík. Eg gjørdist stjóri í JFK í 1996. Tá átti JFK flakatrolararnar Sundaberg og Skálaberg. Í 1994 kom lógin um vinnuligan fiskiskap [...] fylgt hesum ásetingum í lógini, og hava verið við til at minka um flotan. Vit hava keypt fleiri skip við rættindum, og ongantíð hevur nakar bjóðað ímóti okkum. Einki í bygnaðinum í okkara samtaki er innrættað [...] so hvørt sum vit hava gjørt íløgur – og í fleiri førum íløgur í skip saman við serliga skiparum. Tað eru serliga partrolararnir og línuskipini, sum nú eru fangað í nýggju reglunum um nærstandandi. Tað, sum
suðuroyrtunnil ! Mær vitandi er hetta ikki gjørt áður, tá vit hava kjakast um aðrar útbyggingar í Føroyum sum eisini hava verið kostnaðarmiklar eitt nú vágatunnulin, norðoyartunnulin, eysturoyar – og s [...] við, at vit gera nakað við demografisku avbjóðingarnar, at vit tryggja, at vit hava fleiri ung í Føroyum, at vit skapa arbeiðsmøguleikar, herundir stytri arbeiðsviku, lestrarmøguleikar, bústaðarmøguleikar [...] burðartalið upp aftur, og at vit skapa familjunum góðar fíggjarligar umstøður at liva og og virka í Føroyum. Tey tingini høvdu natúrliga hingið saman við spurninginum um ein hækkaðan pensjónsaldur. Harumframt
fyrireiking til EM-endaspølini í summar, sum bæði verða leikt í Montenegro. U19 spæla í døgunum 9. – 20. juli, meðan U17 spæla í døgunum 30. juli til 10. august. U19 eru í bólki saman við Týsklandi, Rumenia [...] Soleiðis er eisini í ár og er talan um gentusíðuna. Fyrst fer U15-landsliðið til Íslands vikuskiftið 31. mai – 1. juni, meðan U17- og U19-kvinnulandsliðini hjá Íslandi koma á vitjan í Føroyum hálvan juni. Dystirnir [...] Ísland – Føroyar Sunnudagin 1. juni á Savamýru kl. 15.00 U15 Ísland – Føroyar Leygardagin 14. juni í Vestmanna kl. 14.00 U17 Føroyar – Ísland kl. 16.00 U19 Føroyar – Ísland Sunnudagin 15. juni við Streymin