ætlan, sum tú hevur hug at gera nakað meira við, so er ikki at bíða ikki til næsta ár. Freistin er 1. september. Melda teg til á: www.torsgota.fo/sement [...] Sement er fyri teg, sum tekur tónleikin í álvara og vil taka næsta stigið. Tað er onki aldursmark, og tú kanst vera bæði roynd/ur og óroynd/ur. Tað týdningarmesta er, at tú hevur okkurt, tú vilt vísa fram [...] ptøkur, feedback og sparring frá royndum fólki í tónleikavinnuni og møguleika at spæla teg víðari til størri pallar. Vinningarnir eru 30.000, 20.000 og 10.000 kr., og tú kann eisini vinna eitt pláss á
Tá tú fyri stuttum fanst útav, at tú ikki var sloppin við til Havnar at syngja við teimum, vart tú ikki blíður. Mann sigur, at ein skal grulva, áðrenn ein kann ganga. Hvussu hetta var fyri teg, veit [...] á hendan hátt vísti tú, at framdriftin altíð kemur fyrst, tað er hon, viljin til at gera mun, til at vera nakað fyri onnur, ið lá tær fremst í huga. Tú spardi teg ikki. Tá lívið spurdi: Hvør skal fara [...] , og mong munnu minnast teg sum ein, ið ikki var bangin fyri at geva. Heldur geva enn taka, segði tú við meg. Tú smæddist ikki, tá tað kom til at seta ting í verk, hóast tú uppá nógvar mátar var ein
samsýningar til kirkjutænarar og hjálparfólk, sum er sett í gildi, og sum fær fullan virknað 1. januar 2027. Biskupurin vísti landsstýrismanninum runt á Biskupsgarðinum. Landsstýrismaðurin gleðir seg til at halda [...] Mentamálaráðið: Á fundinum vóru eisini prósturin, Ovi Brim, og umboð fyri Stiftsumsitingina. Landsstýrismaðurin í kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupurin er ráðgevi hansara í k
Jabloko. Í síðstu viku varð flokkurin dømdur í russiska hægstarætti, og flokkinum er sýtt fyri at stilla upp til tjóðartingsvalið um nakrar vikur. Flokkurin hevur kært dómin, og sum skilst verður kæran [...] andstøðupolitikarin, Lev Shlosberg, er dømdur í fongsul í 11 ár og ein mánað. Sagt verður, at dómurin er fyri at niðurgera og spreiða lygnir - ella "fake news" - um russiska herin. Tíðindini ber russiska ávísin
verður í Hósvík komandi mikukvøld klokkan 20. Í Sunda kommunu vísa tey á, at kommunan í fjør skipaði fyri væl vitjaðum borgarafundum runt í ymisku bygdunum í kommununi. Fundirnir vórðu væl móttiknir, og kommunan [...] bæði rís og rós. Endamálið við borgarafundunum er, at allir borgarar skulu hava møguleikan at sleppa til orðanna og føra síni sjónarmið fram. - Ætlanin er, at hetta skal síggjast aftur í raðfestingunum hjá [...] hjá býráðnum, siga tey í Sunda kommunu í dag. Nú eru dagfestingar og tíðir settar á borgarafundirnar fyri 2026: 19. august: Bygdarhúsið, Hósvík 20. august: Dúvugarðar, Saksun 26. august: Við Margáir, Hvalvík
KÍ, sum fyri fyrstu ferð yvirhøvur hevði Nicolai Christensen millum stólparnar, er á veg av Argjum við 4-3 sigri, nú punktum er sett fyri 19. umfar í Meistaradeildini. Hetta var so dramatiskt og hendingarríkt [...] javnaði KÍ til 1-1 á Argjum við síðstu atsóknini av øllum, og í kvøld megnaði AB, eftir at hava verið aftanfyri 2-0, at svara aftur og leggja seg á odda 3-2., áðrenn alt síðstu løtuna fór fyri bakka. Árni [...] miðskeiðis í seinna hálvleiki til 2-2 við fínum skoti av brotsteigarmarkinum eftir sending frá Jens Eriki Bruhn. So sóu klaksvíkingarnir troyttir út, og AB spældi seg til fleiri heilt stórar møguleikar
útivølli vann 4-2 á FH. Gunnar økti til 3-1 í seinna hálvleiki, tá hann fangaði ein leysan bólt í brotsteiginum hjá FH. Soccerstand gevur Gunnari fyri avrikið karakterin: 8,3 (av 10 møguligum). FH-Víkingur [...] Gunnar Vatnhamar ger sítt allarbesta fyri Víking Reykjavík tær seinastu vikurnar hann hevur eftir av tíðini í Íslandi. Hjá Soccerstand var Gunnar dagsins leikari, tá lið hansara, Víkingur Reykjavík á útivølli [...] Gunnar Vatnhamar ('54 ) 2-3 Adolf Daði Birgisson ('59 ) 2-4 Valdimar Þór Ingimundarson ('89 ) HER ber til at síggja málini frá dystinum FH-Víkingur Reykjavík 2-4 (1-2): ##med2##
Donald Trump, til at samráðast við Iran. Sambært Reuters hava forsetarnir tosað saman í telefon dag. Her skal turkiski forsetin hava heitt á Trump um at halda fram við samrøðunum fyri at minka um spenningin [...] Sambært Reuters, sum endurgevur turkisku forsetaskrivstovuna, skal Erdoğan eisini hava bjóðað stuðul til friðararbeiðið. Tað var annars fyrr í dag, at Donald Trump segði, at USA ynskir ikki at leingja vá [...] royndini at gera eina permanenta avtalu landanna millum. Sum skilst, hevur Donald Trump lítla tiltrúgv til, at USA fær eina avtalu í lag við Iran, sum forsetin verður nøgdur við.
sambandi eigur møguleikin fyri at leggja fjallasúkklubreytina við Bøllureyn at verða kannaður nærri. Økið er longu merkt av vegum, vindmyllum og øðrum inntrivum og kann tí vera uppskot til staðseting, har fj [...] støðu til, hvussu ein møgulig breyt ítøkiliga skal leggjast, men heldur tað vera avgerandi, at ymisku staðsetingarnar verða mettar út frá teirra samlaðu ávirkan á náttúru og landslag. FNU mælir tí til, at [...] inntriv í órørt ella lítið ávirkað náttúrulendi, eiga aðrir staðsetingarmøguleikar at verða kannaðir til fulnar. Ein grundleggjandi meginregla í náttúruvernd er, at nýggj inntriv, so vítt gjørligt, verða
Beint fyri klokkan 15 í gjár fekk løgreglan fráboðan um dronuflúgving við Trælanípuna. Ein patrulja fór á staðið og fekk fatur á útlendinginum, sum hevði flogið dronuna. Løgreglan hitti viðkomandi við [...] fólk ganga út á Trælanípuna. Viðkomandi viðgekk at hava flogið dronuna, og løgreglan tók hana við sær til kanningar. Orsøkin er, at dronan varð flogin alt ov nær Vága floghavn. Viðkomandi skal á politistøðina