venda skjótt aftur til 1. deild, sum teir taptu í fjør. Sandoyingar taptu 2-1 á grasvøllinum í Hvalba, og einki kundi setast á sigurin hjá heimaliðnum. Tað vóru ikki nógvir heilt opnir kjansir í dystinum [...] eini fimm minuttir gamal, tá 1-0 bleiv til 2-0. Aftasti maður hjá Royn, Poul Poulsen, var komin framvið til eitt hornaspark, og hann skallaði á tvørstongina. Bólturin endaði hjá Róin Schrøder, sum hevði [...] hevði tamarhald á heilt fram til 78. minutt, tá B71 fekk eitt sindur av trúnni aftur. Eli Hentze fekk bóltin nakað uttanfyri brotsteigin. Hann royndi seg við einum skoti, bólturin kom á knæið hjá Róin Schrøder
viðkomandi missir koyrikortið. Eldsbruni á Strondum Mánamorgunin fekk løgreglan fráboðan um at eldur var í einum bilverkstaðið á Strondum. Tað var so heppið, at sløkkiliðið á Skála hevði venjingar og tí vóru samlaðir [...] løgreglan møtti til arbeiðis í Runavík mánadagin lá ein langur listi fyri teimum. Ein eldsbruni á Strondum og ikki færri enn fimm innbrot í Fuglafirði skuldu kannast nærri. Leygardagurin var annars fyr [...] samlaðir. Teir komu skjótt á staðið og fingu bast eldinum, sum var byrjaður í køkinum. Enn er ikki vist hvør orsøkin var. Innbrot í Fuglafirði Mánamorgunin fekk løgreglan fráboðan um fimm innbrot í Fuglafirði
Føroya tjóð...,« spurdi Jóannes bóndi, sum leingi trúði á stjórnarsamstarv við Danmark, hóast hann hevði einki uttan andróður í sínum samstarvsroyndum; á ólavsøku 1946 bað hann í síni seinastu røðu Føroya fólk [...] grein á, hvør hann er, hann skal vísa samleikaprógv. Vilja vit ikki hava fult føroyskt samleikaprógv, ja, so eru tað vit sjálvi, ið siga okkum ikki vera føroyingar og sum skriva okkurt annað »upp á ryggin« [...] ryggin« á okkum. Í STÓRU VERÐ Sum er, er samleiki okkara skerdur. Tá ið eg ferðist uttan fyri Norðurlond og skal gera grein á tjóðskapi mínum, so noyðist eg at sleppa samleika mínum og siga (lúgva), at eg
Á fundinum, sum norðurlendsku javnstøðunevndirnar høvdu á Hotel Hafnia um vikuskiftið, tosaði Anne Lise Ryel frá javnstøðuráðnum í Noregi um lønarviðurskifti hjá kvinnum sum heild og hvussu týdningarmikið [...] kvinnum. Og niðurstøðan er, at kvinnur eru verri fyri, tá ið roknistykkið verður gjørt upp. Tær enda á lægri lønarstigi, fáa lægri pensjón og so framvegis. Anne Lise Ryel førdi fram, at nógvar lønarskipanir [...] sama sum ein skrivari, men fær hægri løn. Fleiri dømi eru um konufólk, ið koma í eitt starv, sum ein maður hevur sitið í, men fáa minni í løn enn hann. Maðurin hevur kanska ført fram, at hann hevur eina útbúgving
høvuðsevni í sambandi við javnstøðu er spurningurin um, hvussu arbeiðslív og familjulív hanga saman. Á fundinum, sum norðurlendsku javnstøðunevndirnar skipaðu fyri um vikuskiftið í Føroyum, tosaði Inge Galamba [...] 10% kvinnur. Eisini í pensjónsviðurskiftum er stórur ójavni millum kynini. Hóast ein kona og ein maður gjalda sama krónutal í pensjón í líka langa tíð, fær maðurin størri upphædd útgoldna, tí pensjónskassarnir
eisini ferðsluóhapp á Skála. Ein bilur skuldi bakka út úr eini garagu, men førarin hevur neyvan hugt nóg væl eftir, tí ein bilur, sum var á veg út á Strendur rendi upp í reyvina á honum. Eingin av hinum [...] annan, men rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri. Hvør orsøkin var er ikki greitt enn, men tað er okkurt sum bendir á at ferðin hevur verið nakað høg. Sunnudagin var ein maður tikin fyri at koyra við kenning [...] hinum støðunum hevur nakað at greiða frá. Vakthavandi á støðini á Tvøroyri sigur at tað keðiligasta sum hendi har suðuri hetta vikuskiftið var: ? At VB ikki kláraði at halda tørn ímóti HB í fyrradagin
at síggja nakra orsøk til eisini at taka henda spurningin upp á fundinum týsdagin og vísir til, at landsstýrið enn einki hevur fyrireikað á hesum øki. -Tað einasta, sum tikið verður uppí, er, at vit fara [...] snúgva seg um at viðgera mál, ið hava ein akuttan tørv á at verða loyst. -Hvat viðvíkur ríkisrættarliga spurninginum, so er tað fyrsta, sum hendir á tí økinum, at Føroya løgting skal samtykkja at fara undir [...] henda á hesum øki uttan, at fólkið er spurt fyrst. Har verða ikki færri enn tvær fólkaatkvøður um hesar spurningar, so eingin eigur at bera ótta fyri, at nakað verður kroyst niður yvir høvdið á fólki.
Men Allan Simonsen vísir á, at hóast Óli sjálvandi er ein missur, so hevur hann gott fólk at seta í hansara stað. - Sum nú er, havi eg eini 20-22 spælarar, sum allir kunnu brúkast á landsliðnum. Tað er positivt [...] Føroyar spældu ein venjingardyst móti Estlandi í fjør og hava eisini spælt móti estlendingum á eini venjingarlegu á Kypros. Tann dysturin endaði við javnleiki 2-2. - Eg veit ikki so nógv um Estland, men hinvegin [...] í kvøld. - Tað er eingin ivi um, at teir fara at geva alt, teir eiga í sær. Teir taptu móti okkum á heimavølli í fjør, og tann blettin vilja teir ivaleyst fegnir vaska av sær aftur, heldur føroyski l
pallinum í tí nýggjasta og smartasta úr løttu summarkolleksjónunum hjá handlunum. Drós á Áarvegnum hevði lagt smyrsl á genturnar. Ja, tær riggaðu væl tær ungu; so Anfinnur Jacobsen, sum hendan dagin var [...] frásøgumaður fyri Miðbýarfelagið, hevði ilt við at fylgja við. Men vart tú ungur drongur ella maður, sum ætlaði at keypa, mátti tú bíða til handlarnir Wrangler, Kallkyn ella Kissa sendu sítt stás út at [...] meðan Kissa vísti tað pena og fína. Mr. Universe Men hvøkkinum kom Kallkyn við. Hann hevði fingið fatur á Roberto Morisho, sum var valdur til ársins mannfólk í ´95, og betri fært tú neyvan at vísa mannfólkaklæði
-Eg vóni, at alt løgtingið stendur saman sum ein maður, nú tá farið verður til Danmarkar at samráðast sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður nú fáar dagar undan samráðingunum. Hann hevði fund við Uttanlandsnevndina [...] við í eina avtalu fyrimunir fyri danskar fyritøkur? -Eg haldi, at allar bindingar ella nakað annað á tí økinum eru óhepnar, sum vit mugu gera alt fyri at sleppa undan. Løgmaður sigur annars, at hann ætlar