samd.² Miðaltalið í OECD er 43 prosent, og norðurlendska miðaltalið er um 40 prosent. Í Svøríki eru 37 prosent samd í útsøgnini, í Danmark og Noregi 39 prosent, í Finnlandi 46 prosent og í Íslandi 48 prosent [...] sterka próvførslu. Vit hava í Føroyum eisini eina sterka siðvenju fyri verkligari vitan. Tað, sum sjómaðurin, bóndin, handverkarin ella sjúkrarøktarfrøðingurin hevur sæð og roynt í áratíggju, er sera virðismikið [...] sum ein persónur hevur upplivað, kann geva okkum eina hypotesu. Vit mugu framvegis kanna, um hon heldur. Tað er ikki nóg mikið at læra fleiri fakta Svarið er tí neyvan bara fleiri tímar í náttúruvísindum
ikki á hvørjum degi, at vit kunnu standa heima á Eiði og síggja eina sólarmyrking. Hesaferð vóru vit á rætta staðnum undir rætta gloppinum í skýloftinum. Hann leggur aftrat, at hetta var ein stutt, men serlig [...] Martin Kristoffur Kristiansen hevur skrivað nakrar reglur á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu - www.eidi.fo - um, hvussu tað var at uppliva sólarmyrkingina á Eiði mikukvøldið. Nógv fólk kring heimin vóru spent [...] Sólarmyrkingin sást tí serliga væl her hjá okkum, og eftir øllum at døma var Eiði eitt av heilt fáum støðum í Føroyum, har til bar at uppliva fyribrigdið. Martin Kristoffur Kristiansen skrivar, at av tí sama var
vann 4-3 í Gundadali ímóti B36, og nú hevur hann skorað sjey mál í ár. Fyri einari viku síðani var tað Nikolei Johannesen, sum skoraði 4-3 sigursmálið í Gundadali. Tað var fyrsta málið hjá honum í ár, og [...] Um eina viku fær TB vitjan av NSÍ, og um eina viku fær EB/Streymur vitjan av ÍF. Í dag var tað Mathias Andersen, sum eftir eitt stórt korter legði heimaliðið framum 1-0. Hetta var sætta ferðin í ár, at [...] at hann var málskjútti í 1. deild í ár, og hann er toppskjútti hjá EB/Streymi í næstbestu deildini. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Aron Arnholdsson, sum javnaði fyri TB til 1-1. Fyri einari viku
Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro høvdu eina sera torføra uppgávu á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag. Talan var um dyst móti verandi meistarunum í Gigantium høllini í Aalborg. Frammanfyri [...] liðfelagarnir tepurt 29-31 fyri verandi meistarunum. Í steðginum var Aalborg á odda 15-14. Teis skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir. TTH Holstebro hevur tvey stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar. Hóskvøldið [...] Hóskvøldið klokkan 20 verður føroyingauppgerð í Arena Svendborg. Tá taka Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG móti TTH Holstebro. TV2 Sport vísir dystin.
India var á veg úr Phuket í Tailandi til Delhi í India við 137 ferðafólkum umborð. Flogfarið misti brádliga umleið 300 føtur – góðar 90 metrar – í hædd, og 17 fólk fingu skaða. Í fyrstu atløgu varð eisini [...] Bureau d’Enquêtes et d’Analyses, tekur lut í kanningini, tí Airbus hevur høvuðssæti í Fraklandi. Kanningin verður væntandi serliga vend móti teknisku skipanunum í flogfarinum, flogdátum og upptøkum úr stýrhúsinum [...] indiskum miðlum kann talan hava verið um brek í øllum trimum hydraulisku skipanunum í flogfarinum. Keldur við kunnleika til málið hava upplýst, at fleiri brek í hydraulikkinum og stýriskipanunum komu fyri
gekkst við honum í skjúrtulummanum allatíðina. Tá fekk mamma veruliga sveittan fram. Ella ta ferðina í Spania, tá ið tú hoppaði í uttandura svimjuhylin og gloymdi, at tú hevði pengaseðlar í shortsunum. Tú [...] og tað eri eg so ómetaliga takksom fyri, og tað goymi eg altíð í mínum hjarta. Eg vaks upp, meðan virksemið hjá tær var á tí allarhægsta. Í vinnulívinum vart tú ein maður við stórum skilsemi og eldhuga [...] stóra ábyrgd fyri tí, tú skapti. Tað merkti eg eisini so týðiliga, tá eg arbeiddi hjá tær í Grønadali, á Roykivirkinum í Porkeri, og tey mongu summrini, har eg málaði ymsar bygningar fyri teg. Tú vart so ótrúliga
samkomulívinum, fyrst í Elim í Søldarfirði og seinni í Berøa í Saltangará, har hann sat í elstaráðnum i mong ár. Olaf hevur týtt til føroyskt fleiri bøkur um trúarkappar, ið hava ávirkað hann og mong onnur. Hóast [...] borin í heim í Søldarfirði í 1935. Foreldrini vóru haðani, Agnas og Jákup Olsen, vanliga nevndur Jakku í Søldarfirði. Tey bæði fingu 8 børn, 2 dreingir og 6 systrar, men yngsta, Rosa, doyði bert eina viku [...] sum vinnulívsmanni í Fuglafirði og í Havn á trolvirkinum Vónini og í Runavík á Beta. Í Íslandi spardi hann 3.000 kr saman hvørt ár til Sjómannaskúlan. Summarið 1958 var hann við Kaj í Hvannasundi á Skálabergi
var støða tikin í samgonguni og fjallasúkklubreytin skuldi gerast við Vesturvarða. Á býráðsfundinum í februar varð eisini samtykt, at Tórshavnar kommuna skal rinda 2 milliónir til eina fjallasúkklubreyt [...] tað okkara ábyrgd at siga frá. Í hesum føri hava vit ta betri vitanina, tí vit skilja, tí vit hava upplivað. Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki.” Brandur í Dali Formaður í Ríðisambandi Føroya [...] Viðmerking til borgarstjóran Í tíðindasendinfini hjá ÚF sunnudagin kl 18, var samrøða við borgarstjóran í Tórshavnar Kommunu (TK), Elsu Berg. Borgarstjórin kom væl frá samrøðuni og segði nógv rætt, nógv
endurgeva, hava illgruna um, at Russland var uppi í hendingini. Russland hevur víst aftur skuldsetingunum. Týska yvirgangsløgreglan hevur sett eina kanning í verk. Sambært týska ríkisákæranum eru nóg mikið [...] spreingievni er funnin eftir eina møguliga atsókn at flogvøllinum Leipzig/Halle fyrst í august. Fleiri týskir miðlar, teirra millum NDR, WDR og Süddeutsche Zeitung, skriva um málið í dag. Sambært miðlunum funnu [...] Týskland fer at víðka granskingina í dronum sum part av átøkunum ímóti nýggju hóttanunum. Millum annað verður ein nýggj granskingarmiðstøð fyri dronutrygd sett á stovn í týska samlandslandinum Sachsen-Anhalt
hon. – Tann boðskapin kunnu vit væl endurtaka í dag. Men eg vóni ikki, at nakar ivast í honum – hvørki í USA ella í restini av heiminum. Donald Trump hevur fleiri ferðir sagt, at USA eigur at fáa ræði á [...] – umleið 1,5 milliardir krónur – í Grønlandi, hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, aftur gjørt vart við ynskið um amerikanskt ræði á oynni. Trump legði í dag eina broytta kortmynd út á sín sosiala [...] kortinum. Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, sum í hesum døgum vitjar í Grønlandi, tekur nýggja útspælið frá amerikanska forsetanum í álvara. – Grønlendska stjórnin og grønlendska fólkið hava