forkvinna í næmingarráðnum í Hoydølum. Hon leggur afturat, at tey sum búgva úti, ikki mugu skerjast, og skurðurin skal ikki vera størri enn 300 krónur. Lógaruppskotið, ið fer til fyrstu viðgerð í morgin snýr [...] snýr seg í høvuðsheitum um at spara einar tríggjar milliónir um árið í studningi, og hesum kunnu næmingarnir eftir øllum at døma liva við, men meiri skerjingum kunnu tey ikki liva við. - Tey flestu hava [...] at vit ikki eru farin í gongd við eina miðvísa skerjing av studninginum hjá teimum lesandi. Hetta er nakað, vit hava verið noydd til, men meiningin er, at tey lesandi í Føroyum skulu hava so góðar umstøður
føroyskum gistingarhúsum í juli, enn pláss er fyri, er orsakað av ov lítlum flutningskapasiteti. Sjálvur metir hann,a t í ár eru umleið 1.000 flogsetur fleiri til taks, enn í gjør. Og Norröna hevur seinastu [...] meini eg, at Atlantic Airways og Maersk Air í juli mánaði í fjør samanlagt útbjóðaðu uml. 13.500 setur úr Danmark til Føroya. Eg vil meta at Atlantic Airways í juli 2005 hevur eitt útboð uppá uml. 14.500 [...] sið stendur við tómum kømurum, eftir at hava víst øðrum bíleggingum frá sær. Tá ov stórar bólkaavlýsingar knappliga koma inn, kann tað vera trupult at fylla upp aftur í eini handavending. Hvussu stórur
var lagið eitt sindur betri, enn tað var eftir dystarlok í Sveis. Mánakvøldið vóru spælararnir í Bowling-høllini, og nú hava teir bara fokus á stóru uppgávuni í kvøld. [...] Teir báðir hava búð í rúmi saman á Hotel Føroyum seinastu dagarnar. Nú leggja teir síðstu hondina á fyrireikingarnar til uppgávuna, sum teir eru samdir í, fer at verða tann størsta nakrantíð á føroyska [...] einasti, ið hevur verið við heilt frá byrjanini í 1988, fer at fáa møguleikan millum stólparnar. - Eg var fegin, tá eg fekk at vita, at eg skuldi verja málið í Sveis. Hvørja ferð eg ikki fái møguleikan, kennist
kassavirkini í Føroyum at gera íløgur í slíkar maskinum, sum kunnu prenta á kassarnar. Og tað skilir hann í grundini, sigur stjórin á Vestsalmon. Tí í fyrsta lagi er íløgan rímiliga dýr. Hon táttar væl í eina [...] Kassavirkið Sveipur á Argjum hevur skift eigara. Tað er Vestsalmon í Kollafirði, sum hevur keypt. Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon, leggur ikki í at upplýsa, hvat teir hava latið fyri Sveip. Frímund Hansen [...] eina millión. Og í øðrum lagi krevur hendan framleiðslan rættiliga nógv pláss. Kassarnir fylla nógv, og skulu so fleiri fyritøkur hava hvør sítt logo á í somu viku, verður trongligt onkunstaðni. Fraleiðsluvirkini
og konan var eftir í Svøríki. Tað varð skift eftir Rasmus í Føroyum. Tá ið Rasmus var deyður varð sagt konuni frá. Tað varð eisini lýst eftir henni í Berlingske Tidende og Dimmalætting í november 1899 [...] gravar 1. oktober 1899. Í dagbókini hjá Peter Alberg og í kirkjugarðsprotokollini verður hann nevndur “Fabrikant”. Í Havn býr Rasmus hjá bróðursoninum Sam Olsen, kendur handilsmaður í Havn. Rasmus og konan [...] Eitt teirra var Hans bóndi í Søldarfirði. Eitt annað var Sam Olsen, sum vit fara at umrøða seinni í hesi røð. Clement Olsen f. 29.9. 1828 d. 3.8.1876. Hann var nógv norðuri í Klaksvík hjá beiggja sínum
við hesa lóg at gera. Í samband við hjúnarbandslógina hava vit hugtøkini hjún og gifta. Hesi bæði húgtøkini er væl defineraði í okkara málbrúki, bæði í okkara dagligari talu og í okkara bókmentum. Orðabókin [...] Hjún verður definarað (í fleirtali): eini hjún: maður og kona, sum eru gift. Hjún hevur í øllum samansetingum í orðabókini týdningin maður og kona. Gifta verður definerað: víga í hjúnaband, tey vórðu gift [...] er løgið at síggja í lesarabrævi fyri stuttum samkynda kvinnu úttala seg: Gift við konuni í 14 góð ár (tó ikki í mínum heimlandi). - Visti tú ikki, hvør segði hetta, kundi tú eftir okkara vanligu uppfatan
royna at fjala okkum, í staðin fyri at siga okkara hugsan, tá ið vit verja okkum í staðin fyri at vera opin, tá ið vit samtykkja, í staðin fyri at vera ósamd, og tá ið vit leypa á, í staðin fyri at halda [...] Jógvan Zachariassen er doktari í gudfrøði, tónleikari og rithøvundur. Hann starvast dagliga sum samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík. Nakað av tí stuttligasta at spyrja pør er: "Greið frá, hvussu tit komu [...] tað fer at krevja av okkum at elska eitt annað menniskja. Vit fara mangan at falla í kærleikanum, og vónbrot, vreiði og særdar kenslur fara at gerast partur av gerandisdegi okkara. Eingin sleppur undan
barnið í 2012. Hetta er jólagávan, sum foreldur at børnum, sum ganga á dagstovni í Havn kunnu vænta sær frá Tórshavnar býráð, um býráðsmeirlutin í Havn fær sín vilja. Triðja árið á rað ætlar býráðið í Havn [...] nar og tørvurin at bjóða námsfrøðilig tilboð til børnini eftir skúlatíð veksa alsamt. Umboð fyri umleið túsund foreldur í Havn fara væntandi í hesi vikuni á fund við býráðið við einum ynski um, at frí [...] sigur, at tað í 2012 skulu gerast stórar íløgur í trivnaðin hjá borgarunum. Men tað er hinvegin undrunarvert hvussu politiska skipanin uttan stórvegis hóvasták kann raðfesta milliónaíløgur í stadionljósmastrar
uppi í fjøllunum, har høvi var at síggja fleiri jøklar. Býurin Anchorage er bygdur nærum heilt av nýggjum eftir stóra jarðskjálvtan í 1964, sum legði nærum allan býin í oyði, umframt nógvar bygdir í Alaska [...] Alaska, serliga í Aleutunum. Jarðskjálvtin í Alaska fyri meiri enn 30 árum síðani er tann næststørsti jarðskjálvtin menn vita um yvirhøvur. Í dag búgva 225 túsund fólk í Anchorage - tað er umleið triðingurin [...] spurningin um føroyska luttøku í eini komandi oljuvinnu. Í hesum sambandi vísti Herólvur Joensen á, at hetta var nakað, sum føroyskir myndugleikar helst fóru at leggja dent á tá loyvini í fyrstu útbjóðing verða
og vit verða heldur ongantíð verandi alla tíðina í aldudalinum. Vinnulívið reistist Í kreppuárunum fyrst í nítiárunum lá at kalla øll framleiðsluvinna í skeljum. Fiskiskapur var lítil og eingin; skipini [...] Toskurin kom aftur í stórum tali, og sum árini gingu, fingu vit at síggja størstu framgongd, sum verið hevur í føroyskum búskapi í nýggjari tíð. Henda framgongd sást ikki minst aftur í Nes kommunu - við [...] Stórur áhugi Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at áhugi er at byggja uppaftur fleiri ídnaðarvirkir í kommununi, men í løtuni er kommunan í uppisetri við planeraðum lendi fram við sjó