afturgongd hevur verið í umsetninginum og inntøkunum, og vantandi tilpassing av útreiðslunum hevur ført til stóra hallið. Leiðslan er ikki nøgd við úrslitið, men skrivar í roknskapinum, at hon hevur sett tiltøk [...] vænta verður munandi minni enn 10 milliónir krónur. Eitt av tiltøkunum er, at Føroya Keypsamtøka hevur latið aftur deildina á Skálafjørðinum síðst í januar í ár. Bruttovinningurin í fjør var upp á 37,7
verður vertur í 2029. Nú hevur Áland søkt um vertsskapin fyri oyggjaleikirnar í 2031. Lantråden á Álandi - tað sum svarar til okkara løgmann - hon eitur Annika Hambrudd, hevur vegna álendska landsstýrið [...] evndini at hýsa oyggjaleikunum í 2031. Hetta skrivar Ålandstidningen. Altjóða oyggjaleikanevndin hevur ársfund á Orknoyggjunum í summar, og tá verður umsóknin hjá álendsku oyggjaleikanevndini handað um [...] Álandi, so álendingar eru væl fyri at taka ímóti nógvum fólki í samband við oyggjaleikirnar. Áland hevur tvær ferðir áður hýst oyggjaleikunum. Fyrru ferð var í 1991 og aðru ferð var í 2009. Í 2009 vunnu
undir eina umfatandi avtalu um samstarv millum bæði londini. Putin hevur góðkent uppskot til avtalu, sum er russiska uttanríkisráðið hevur gjørt, søgdu russiskir embætismenn undan vitjanini. Avtalan skal [...] Interfax sambært Reuters. Vitjanin er eftir innbjóðing frá leiðaranum í Norðurkorea Kim Jong-un. Putin hevur eina ferð áður vitjað Norðurkorea. Tað var í 2000. Tað var, bara fáar mánaðir eftir at hann hevði [...] bæði Vladimir Putin og Kim Jong-un. Tað frættist einki í dag um, hvat avtalan snýr seg um. Men Putin hevur áður sagt, at hann undir ríkisvitjanini fer at styrkja handils- og trygdarbondini til Norðurkorea
svari til Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu, sum hevur sett landsstýrismanninum ein grein 52a fyrispurning um málið. Hon spurdi soleiðis: 1. Hevur landsstýrismaðurin sett í verk royndir, saman við Havstovuni [...] Hinvegin kann nevnast, at landsstýrismaðurin hevur boðið umboðum frá Føroya Sílaveiðifelag at koma á fund at greiða frá verkætlan, sum er í umbúna. Verkætlanin hevur til endamáls at endurreisa villlaksin í
politisk og fasistisk. Hetta hevur millum annað fingið øði í myndugleikarnar í Turkalandi. Turkaland megnaði akkurát, at vinna á Eysturríki, meðan móitstøðuliðið Holland hevur víst ávísa styrki til EM-endaspælið [...] til dystin millum Holland og Turkaland. Tað er balada til EM-endaspælið í Týsklandi, eftir at UEFA hevur givið turkiska miðverjanum, Merih Demiral, leikbann í tveir dystir, fyri at gera eina úlvaheilsan [...] vinstri vongurin, samanborin við týdning, sum Ruud Gullit hevði í EM-sigrinum í 1988. Turkaland hevur fleiri leikbann og Holland verður mettur sum stórur favorittur at vinna í kvøld. Væntaðar uppstillingar:
komin á breddan í Danmark, har Mette Frederiksen hevur tikið málið upp. "Deyðin kann vera ein óboðin gestur, men deyðin kann eisini vera ein frelsari," hevur hon m.a. sagt í eini samrøðu við Weekendavisen [...] ein møguleiki hjá deyðiliga sjúkum føroyingum? Tað heldur Georg L. Petersen, sum í fleiri umførum hevur roynt at fingið eitt orðaskifti um málið í Føroyum. – Prøva at ímynda tær, at tú ert deyðiliga sjúkur [...] n. Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og limur í Etiska ráðnum, hevur eina meiri varisliga støðu. – Hóast tað onkuntíð kann tykjast sum eitt slag av undanførslu, tá ið víst verður á palliatión,
##med3## Kápumyndina hevur Eivör Pálsdóttir teknað, og myndin er í tráð við aðrar tekningar av aldum og havi, sum Eivör hevur arbeitt við seinastu tíðina, og júst hendan myndin hevur givið íblástur til navnið [...] navnið á ölini. Sum brimið skolar yvir hesar klettarnar og myndar staðið, sum hevur fostrað G! festivalin, skolar ein flóðalda av tónleiki og mentan inn yvir okkum hvört ár á G!, og er við til at mynda
hann millum annað nevndi hetta: ”Góði Hanus, Tú hevur nú í 50 ár tænt føroyska fólkaskúlanum. Sum vanligur lærari, sum skúlastjóri og sum ráðgevi. Tú hevur hesi árini upplivað og verið við til at myndað [...] fyri so mangt annað. Millum annað sum hondbóltspælari, telvari, kórleiðari og urguspælari. Hanus hevur síðan 2017 starvast sum ráðgevi í Undirvísingarstýrinum innan fólkaskúlaøkið. Stjórin á Undirvísi [...] myndað stórar broytingar í fólkaskúlaskipanini. Tað, at hava ein góðan skúla, trúgvi eg, hevur øll hesi 50 árini, staðið fremst í tínum huga. Tú ert framskygdur og sært heldur møguleikar enn forðingar, og smæðist
donskum eygum var starturin á olympisku leikunum góður í morgun. Sverri S. Nielsen hevur verið á vatninum, og hann hevur kvalifiserað seg at vera við í fjórðingsfinaluni. Tað var eitt sindur av fjáltri á [...] at Sverri í gjár segði, at pína í ryggingum var orsøk til, at hann seinastu vikuni ikki rættiliga hevur fingið vant. Men í morgun bendi avrikið als ikki á, at miðvingurin í danska bátinum var darvaður av [...] tað bara kapping um næstfremsta plássið. Sverri S. Nielsen spurtaði fyri at royna, hvussu ryggurin hevur tað, og hann vann so sera sannførandi. ##med2##
Tað hevur valdað stór óvissa um hvussu fór at vera við kappríðingini á ólavsøku í ár. Kappríðing var fyrstu ferð á ólavsøku í 1921 og aftaná ein lítlan steðg hevur hon verið fast hvørt ár síðani 1936. [...] Vegna nýggja innkomuvegin uppi í Marknagili hevur tó verið óvist hvussu fór at vera í ár. Nú meinar nevndin í Føroya Ríðingarfelag tó at at hava funnið eina nøktandi loysn, tað er ikki ein optimal loysn [...] loysn, men felagið vil leggja nógv fyri, at røðin av kappríðingum ikki skal vera brotin. Tí hevur felagið við góðari hjálp frá Articon, Tórshavnar Kommunu og Berghestum gjørt eina ætlan, so ríðast kann í