skal venja við FCK. Ivaleyst fer hann at taka av, um tað skuldi komið soleiðis fyri, at Roy Hodgson fer at hava brúk fyri honum. Men David Nielsen dylur ikki, at hann droymir um at spæla fótbólt aðra staðni [...] staðni enn í Danmark. Eftir 1. juli verður møguleikin ivaleyst størri fyri hesum, tí tá fer tað ikki at bera til hjá FCK at krevja pengar fyri hann. Eitt hálvt ár longri Thomas Thorninger er ein annar av FCK [...] ikki vorðið til veruleika. FCK eigur eitt sindur á konto at keypa spælarar fyri. Á nýggjárinum fingu teir nakrar milliónir fyri at selja álopsspælaran Harald Brattbakk til norska Rosenborg BK, og í hesi
Sjúkrahúsið hevur ikki fastar reglar fyri tilfar, sum vit verða biðin um at goyma til møguliga nýtslu seinni. Hetta kemur av, at tað er so sjáldan, at slíkar umbønir koma fyri. Høvuðsorsøkin, at henda vevna [...] Ein lækni, sum ynskir at vevnaður frá einum sjúklingi verður kannaður nærri á patologisku deild t.d. fyri illkynjaða sjúku, útfyllir ein seðil, har navn, føðingardagur og bústaður hjá sjúklinginum stendur [...] og hesir verða goymdir við ásitandi nummari á hvørjum einkultum. Vanligt er, at goyma hesar í minst 20 ár, soleiðis at møguligt er at kanna av nýggjum, um ivi seinni verður um diagnosuna. Er tilfarið so
sóu jú øll, hvussu tað gekk fyri seg? ? Vit mugu vinna, og tí fara vit eisini at spæla álopsfótbólt. Men vit fara ikki at tveita alt ov nógv fólk fram, tí so er vandi fyri, at tað verður ov trongligt har [...] hevur tað eisini altíð verið. Spælararnir eru væl fyri í løtuni. Kappingarnar í Skotlandi og Onglandi eru júst lidnar, og tí skuldu okkara menn verið væl fyri nú. Tað eru fyrst og fremst skaðarnir, sum hava [...] tey flestu nú munnu vita, spæla Føroyar í dag EM undandyst á Svangaskarði móti Skotlandi. Meðan tað fyri føroyska liðið fyrst og fremst ræður um at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, kunnu skotar bert
í málið til 2-0. Stutt undan báðum málunum hjá HB hevði GÍ havt ein rimmar møguleika, men royndin hjá Henningi Jarnskor endaði á nettakinum. Seinni hálvleikur eitt stórt HB-álop Tað var fyri tað mesta spæl [...] tað júst umvent. GÍ-ararnir fingu ikki frið fyri HB-leikarunum, sum vunnu so at siga allar nærdystirnar. HB spælir sum ein heild, spælarnir flyta seg væl fyri hvørjum øðrum og eru raskir at bakka hvønn [...] maður sum Allan Mørkøre man neyvan hava verið betri fyri enn nú, men eisini leikarar sum Hans Fróði Hansen, Hans á Lag og Johannes Joensen eru sera væl fyri eins og restin av liðnum. GÍ harafturímóti tykist
útjaðarapolitikk. Vit ætla at gera eina samferðsluíløguætlan fyri alt landið, har tað verður raðfest hvat skal gerast yvir eitt ávíst áramál. Ein treyt fyri at fólk skulu støðast á smábygdunum og útoyggjunum, er [...] útgjaldið alt ov lágt. Og tí vilja vit hækka hetta útgjaldið. Fólkapensiónin, sum er afturútsigld fyri nógvum árum síðani, skal eisini hækkast. Soleiðis at fólkapensionistar skulu fáa minst 1000 krónur [...] partvísa pensión. Hetta hevði verið ein góð hjálp hjá teimum eldru, eins og hetta hevði givið pláss fyri fleiri á arbeiðsmarknaðinum. Nú eru aðrir flokkar farnir at bjóða seg fram við eini fólkatrygging
Stakhánov, sum skoraði eftir hornaspark. Nú var 2-0 til B68, men hóast útlitini hjá TB vóru sera døpur, valdu teir at royna at fáa okkurt burtur úr dystinum í staðin fyri at royna at avmarka tapið. Tað førdi eisini [...] áðrenn Ingi Hansen við tveimum málum slóg sigurin fastan. 5-0 á Tvøroyri er eitt gott úrslit fyri øll lið, og fyri B68 merkti tað, at teir aftur eru heilt uppi millum tey ovastu. Petur Simonsen, venjari hjá [...] sum hon var leygardagin. Tá Magni Hentze noyddist út, var Óli Johannesen longu farin sama veg. Út fyri tvey gul kort, sum vóru í heldur bíligara endanum, men sum altso góvu eitt reytt tilsamans ? hetta
ongantíð ivi um, hvat var stinnara liðið. KÍ hevur stóra breidd, og tikið mann fyri mann eru teir sjálvandi væl betri fyri enn Sumba. Men hesa ferð fleyt spælið ikki heilt, sum tað t.d. gjørdi á Toftum [...] Undan kappingarárinum vóru tað fleiri, sum roknaðu sumbingar fyri kanónføði. Nú kappingin er hálvrunnin, kunnu vit bara staðfesta, at soleiðis hevur tað ikki gingið. Sumba er í løtuni ikki upplagdur n [...] Toftum. Kanska var torført at halda rætta hugburðin, nú stutti summarsteðgurin stóð fyri framman. Samanspælið hekk ofta saman, men tað var torført at koma ígjøgnum tøttu verjuna, og tá tað eydnaðist, so vóru
Sætti partur viðger, hvussu Føroyar í fullveldisstøðu verða fyri viðvíkjandi altjóða rætti, og hvønn týdning sjálvsavgerðarrætturin hevur fyri støðu føroyinga í dag, tá ið um ræður skipan av føroyskum fullveldi [...] verða mannagongdir fyri sáttmálagerð- og staðfesting av fullveldissáttmálanum viðgjørdar. Her verður greitt frá teimum fyriskipaðu mannagongdunum í ávikavist Føroyum og Danmark fyri sáttmálagerð og staðfesting [...] útreiðslur ríkisins í Føroyum hava fyri tann føroyska búskapin, og hvussu tað fer at ávirka búskapin, um hesar útreiðslur minka burtur. Viðvíkjandi gjaldoyranum verður víst á, at fyri Føroyar hevði verið hent um
sum hava brúk fyri einum góðum samferðslukervi. Men eisini aðrar vinnugreinar hava brúk fyri einum góðum samferðslukervi, um tær skulu fóta sær. Eitt gott samferðslukervi er fortreytin fyri, at vit kunnu [...] ðurin í landi okkara er niðurslitin og ótíðarhóskandi. Hetta merkist dagliga hjá teimum, sum hava fyri neyðini at koma yvir firðir og sund. Ferðamynstrið er so nógv broytt tey seinnu árini. Skipini eru [...] eingin ivi um, at íløguupphæddirnar vera øgiligar. Landskassaskuldin Samstundis sum landið stendur fyri stórum íløgum í infrastrkturin hevur landskassin stóra skuld. Bankakanningin, eftirfylgjandi kanningar
midnátt, í gjár fyri tveimum vikum síðani, kom Sjúrðarberg á Klaksvík við knøppum 500 tonsum av heilfrystum botnfiski úr Barentshavinum. Túrurin hewvði vart í 74 dagar. Teir fóru av Klaksvík 20. juni og vóru [...] Gilstón, sum frammanundan eisini hevur itið Olympic Champion og Karina. Báturin var fyrr í ár umvældur fyri tólv milliónir krónur. Sum skilst, so var skipið ikki í serliga góðum standi, tá nýggju eigararnir [...] rækjutrolið við, men tað var ongantíð sligið uppundir. Teir royndu bara við botntrolinum, og veiðan var fyri tað mesta toskur. Hetta kvøldið, tá skipið kom inn eftir vánni í Klaksvík, var hann øgiliga tungur