Í einum parlagi hendir ofta,at vætin turkar út, og sjónvarpið fær framíhjárættindi framum seksuellari samveru. Massasja er ein tann besti mátin at vera saman í parlagnum, sigur Joan Ørtin, sexologur. Erotisk [...] Erotisk massajsa tendrar upp aftur, hóast tað kann tykjast, at tú ert hálvgum deyð í neðra. Massajsa er ikki ein innbjóðing til sex á sama hátt sum fríggj ella eina hond millum beinini ? hóast alt endar [...] rúgvu um massasjutøkni. Umhvørvi Rúmið eigur at vera innbjóðandi. Eitt nú kanst tú seta blómur inn í rúmið, tendra stearinljós og hava friðarligan tónleik frá. Tónleikurin hevur eina stóra ávirkan á, hvussu
I wanna go home. Hesi ódeyðiligu orðini sang Bobby Bare í 1963, og síðani hava fólk kring allan heimin sungið við. Detroit City, sum sangurin kallast, er ein av kendastu country-sangum [...] eisini heimligur her á okkara leiðum. Bobby Bare royndi í fimmtiárunum at vinna fram innan tónleikin, men tað var ikki fyrr enn fyrst í seksti árunum, at hann av álvara fekk sítt gjøgnumbrot [...] er eisini virkin tónleikari, og hann byrjaði tíðliga at syngja saman við pápa sínum. Miðskeiðis í sjeyti árunum høvdu teir eitt stórt hitt við sanginum Daddy What If, og tá var yngri Bobby bert fimm
Eg vænti, at øll uttan undantak eru samd við mær í hesum, tí óansæð, hvar vit standa átrúnarliga, so er lívið tað dýrabarasta vit hava. Tí er tað so sera syrgiligt at hoyra, at enn eitt ungt lív er mist [...] mist, tað má handlast nú. Vit kunnu ikki fáa tey aftur, sum deyð eru, men tað er møguligt, at bjarga lívum. Eg meini, at tað er tí upp á hægstu tíð, at okkurt verður gjørt við CTD. Eg haldi ikki, tað er [...] tíð at togast um eitt so álvarsligt mál sum málið um CTD. Politiski myndugleikin eigur at seta tiltøk í verk beinanvegin, so at heilsumynduleikarnir hava klárar og greiðar linjur at halda seg til. Tann tilvildin
krónur í olju. Í tíggju dagar fiskaði skipið 140.000 pund av fiski, sum teir seldu fyri 350.000 krónur Skiparin, sum Sosialurin tosaði við herfyri, sigur, at hóast hetta ikki var nakar bummtúrur í veiðinøgd [...] spart einar 4.000 litrar av olju um samdøgnið, um teir sluppu at partrola. Tað eru neyvan allir, sum í fyrstu syfti høvdu vilja lagt um til partrol, tí hesi skip - og skiparar - hava ikki traditión fyri [...] gjørt hesa royndina fyri at vita, hvussu úrslitið verður. Hetta hevði verið eitt val millum lív ella deyð hjá fleiri av hesum skipum, segði hann. Longu nú frættist, at fleiri lemmatrolarar liggja, tí tað
íbúðarbygningar brenna í Hong Kong í dag, og í minsta lagi 36 fólk hava latið lív í eldinum. 29 fólk eru flutt á sjúkrahús. Hvar 279 fólk eru, er ikki greitt enn. Tað upplýsir sløkkiliðið í Hong Kong sambært [...] Bygningarnir liggja í Tai Po-økinum í norðara parti av Hong Kong. Løgreglan segði fyrr í dag, at tey hava fingið fráboðanir um fólk, sum vóru fangað inni í bygningunum. Eldurin kyknaði í bústaðarbygningunum [...] teimum 29, sum eru flutt á sjúkrahús, eru sjey í lívsvanda, skrivar miðilin South China Morning Post. Fyrr á degnum varð boðað frá, at 13 fólk vóru deyð í eldinum. Í minsta lagi fýra stórir íbúðarbygningar eru
Við støði í royndunum at gera tunlar í Føroyum, talar nógv fyri, at ein tunnil í longdini er besta samfelagsliga loysnin, tí hon tryggjar bestu ferðamøguleikarnar til og frá Suðuroynni. Í Suðuroynni eru [...] nan í Skúvoy og tálma atkomuni við ljósregulering á arminum í rundkoyringini. Ein fyrimunur við hesi loysnini kann vera, at arbeiðstakarin hevur møguleika at gera byggipláss í Skúvoy og fara inn í fjallið [...] vísa, at ventilatión í longum tunlum er ein avbjóðing, og at ein ventilatiónsskakt inni í tunlinum, umframt tunnilsmunnarnir, hevur týdning fyri, um tunnilin kann góðkennast til ferðslu báðar vegir. Júst
kendur tannlækni í Havn, varð fødd í 1914. Seinastu árini hava eingi reyð bløð verið at sæð á reyðbókini, sum er deyð, og tí varð hon í kvøld skorin niður. Trónd Hansen plantaði ymisk trø í Havnini, millum [...] einum nátúrligum umhvørvi í miðbýnum í Havn – hon hoyrir heima í skógi og fríari náttúru. Í miðbýnum hevur hon helst havt tað hart, viðhvørt ov nógv vatn, viðhvørt ov lítið – og samanlagt hevur alt hetta møguliga [...] vavd inn í strips, ljósperur, leidningar og neglt hevur verið í hana. – og samanlagt hevur hetta helst gjørt lív hennara trupult. ##med2## Býráðið skrivar á heimasíðuni, at reyðbókin ikki stendur í einum
Í gjár varð eitt lík funnið, eftir at stór leiting hevur verið seinastu dagarnar eftir trimum tilkomnum fólkum, sum vóru fyri einari vanlukku í Tokagjelselva við Hardanger í Noregi - og í dag veit norska [...] og tey høvdu eisini ein hund við sær í jolluni. Stutt niðan fyri, har tey skuldu fara yvir um trongan í ánni, er ein stórur og 15 metrar høgur fossur. Tað var onkur í familjuni, sum sá, hvussu streymurin [...] sum er funnið í dag, er sent til Bergen til líkskurð og eyðmerkingar. - Vit halda fram at leita eftir tí triðja persóninum og hundinum, sum eisini er saknaður. Vit leita í Movatnet og í Hardangerfjørðinum
Fýra fólk eru deyð og 44 eru særd í mótmælisgongunum móti Nicolas Maduro, forseta, í Venesuela. Tað siga tveir NGO-felagsskapir, sum fylgja við í støðuni í landinum týsdagin. Tey fýra offrini hava øll [...] skrivar flokkurin á sosiala miðlinum X. Sambært flokkinum varð hann noyddur við av monnum í svørtum klæðum. Fleiri staðni í Venesuela vóru mótmælisgongur mánadagin eftir eitt umstrítt forsetaval, sum var sunnudagin [...] av valúrslitinum, boðar OAS frá. Samtakið vísir millum annað á, at valnevndin í Venesuela, sum er hægsti valmyndugleiki í landinum, hevur fleiri ferðir fyrr víst seg at vera partísk til fyrimuns fyri Maduro
stórhending í Havn, at ein bilur kom í land, tí havnarfólk høvdu ikki sæð bil áður. Hestavognar vóru í Føroyum tá, men teir vóru kortini ikki so nógvir í tali, og valla hava nógvir hestavognar verið í Føroyum [...] »motoriserað« akfar í Føroyum. Á heysti í 1921 fekk hann eina motorsúkklu til landið, og hon varð nógv umrødd í bløðunum tá. Eingin av teimum, sum var á Kongabrúnni henda mai-dag í 1922 dugdi at koyra [...] havnarviðurskiftini í Havn ikki so fræg ? havnarútbyggingin varð ikki framd tá ? so skipið fekk ikki lagt at bryggju. Tískil varð bilurin førdur í land á einum prámi og skipaður upp á Kongabrúnni í Havn. Tað varð