Týsdagin 11. juni kl. 17 verður almenn bókaframløga á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 í Hoyvík. Bókin hevur heitið: Múrurin og miðaldar bispasætið í Kirkjubø. Talan er um eitt greinasavn við 17 greinum skrivaðar [...] Stórabretlandi. Evnini í greinunum fevna sera breitt. Í bókini eru greinar við úrslitum frá nýggjastu granskingini. Nakrar greinar samanbera fornminnini í Kirkjubø við onnur fornminni í Stórabretlandi og [...] fornminnunum í Kirkjubø. Tað vóru Símun V. Arge sáli og Morten Stige, listsøgufrøðingur úr Norra, sum byrjaðu arbeiðið at savna inn og ritstjórna greinasavnið eftir ein grundifund í Føroyum í 2011. Nakað
Klokkan 16 í morgin byrjar dysturin í 1. deild millum FC Hoyvík og FC Suðuroy á Hoyvíksvøllinum. FC Hoyvík er aftast í deildini við bert fýra stigum, meðan FC Suðuroy er næstfremst í deildini við 19 stigum [...] hjá trimum altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Oddsini upp á heimasigur til FC Hoyvík liggja millum 8,50 og 8,80. Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,75 og 4,80. Oddsini upp á útisigur
stur í Danmark, men mamman er føroysk, og nú er 19 ára gamla gentan, við ættarbondum úr Hoyvík, partur av føroyska A-landsliðnum. Petra Hoydal er tó ikki heilt ókend í føroyskum landsliðshøpi. Í fjør spældi [...] spældi hon tríggjar dystir fyri U19-landsliðið, og fyrr í ár komu tveir dystir afturat á loggin, tá U19-genturnar vóru til EM-undankapping í Turkalandi. Men hvør er Petra Hoydal sum fótbóltsspælari? Undan [...] fyrstu ferð er úttikin til A-landsliðið, skrivar Fótbóltssambandið. Kvinnulandsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til EM-undankappingardystirnar móti Andorra og Grikkalandi, sum vera á Tórsvølli fríggjadagin
størri ár eftir ár og í ár er einki undantak. 47 veitarir verða umboðaðir í ár og tað er tað mesta higartil. Veitarirnir umboða tað besta av tí, sum Bygma Balslev hevur at bjóða fakfólki í byggivinnuni. Tilfar [...] Mortensen, borgarstjóri, setur messuna fríggjadagin 31. mai klokkan 14 í tjøldunum norðanfyri bygningarnar hjá Bygma Balslev í Hoyvík. Messan er opin til kl. 19. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## Bygma [...] eina rúgvu av øðrum spennandi vørum. Nógv serstøk messutilboð plaga at vera og tað verður eisini í ár. Í 2022 vóru áleið 3000 vitjandi til messuna. Eins og undanfarin ár bjóðar Bygma Balslev bæði mat og
longu lið í bestu deildini. Tí vóru tað tey bæði, sum í løtuni liggja best fyri í royndini at vinna uppflyting, sum hittust á Vágseiði tíðliga seinnapartin. Talan er um feløg, sum áður hava verið í fremstu [...] røð, og í B71 minnast tey FM heitið í 1989, og á Vágseiði minnast tey aftur á FM heitið, sum VB vann í 2000. Tað er merkisvert, at FC Suðuroy er so ovarlaga á talvuni, tí FC Suðuroy er nýtt lið í næstbestu [...] næstbestu deildini. Tey bæði undanfarnu árini var FC Suðuroy í triðbestu deildini, har liðið í fjør var sannførandi uppflytari. Gamla landsliðskempan Pól Thorsteinsson er venjari á Vágseiði, og tað letur til
Um 01-tíðina í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at innbrot hevði verið í FK-handlinum í Hoyvík. - Vit hava handtikið tríggjar persónar í samband við innbrotið, harav tveir nýliga eru leyslatnir aftur [...] persóninum, sum situr eftir í varðhaldinum. Spurdur um nakað er tikið úr FK í Hoyvík, sigur løgreglan, at tey hava funnið ymisk ting millum hesar tríggjar persónarnar, sum eru tikin í handlinum. Sambært vak [...] aftur. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hin triði persónurin framvegis situr í varðhaldinum hjá løgregluni. - Vit kunnu ikki siga so nógv um málið í løtuni, og vit skulu eisini finna út av, hvat
stuttum fór at spæla við FC Hoyvík. Hann hevur annars verið í hinum høvuðsstaðarfeløgunum – HB, AB og B36 – men í fjør spældi hann ikki. Leygardagin um eina viku fær FC Hoyvík vitjan av FC Suðuroy, og tá [...] soleiðis hevur tað als ikki gingið. Í kvøld tapti FC Hoyvík 2-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Hetta var triði dysturin síðani sigurin ímóti AB, og FC Hoyvík hevur tapt allar tríggjar dystirnar [...] 5. mai vann FC Hoyvík ársins fyrsta sigur. Tað var á heimavølli ímóti AB, sum fór til hús við 1-0 tapi. Tá varð vónað, at tað nú fór at gleppa, og at FC Hoyvík fór at skava so frægt av stigum saman, at
Lærarafelags gevur bókina út. Um rithøvundin: Elin Michelsen er fødd í 1973 í Havn og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir upp [...] síðan. Rimarúmið var fyrsta bókin eftir Elina, Vanvarði onnur bókin, og Feigdarfræ er síðsta bókin í tríverkinum um huldugentuna Tóru. Bókaframløga: Mikukvøldið 22. mai kl. 19 skipar Bókadeild Føroya
Fossabrúgv minkaði um munin, tá ið hann fyri aðru ferð í ár var málskjútti í næstbestu deildini, og so var tað, at Petur Guttesen í næstsíðsta minutti javnaði. Í 11. umfari fer NSÍ, sum er á sjeynda plássi við [...] deildini. Hann spældi ein dyst í næstbestu deildini í 2020, og so hevur hann í ár spælt átta dystir, veit FaroeSoccer at siga. Fimm minuttir vóru farnir, tá ið 18 ára gamli Ragnar Steinhólm legði NSÍ á odda [...] odda 1-0. Hetta var aðru ferð í ár, at Ragnar var málskjútti í 1. deild. Hann skoraði eisini, tá ið B36 fyri einari viku síðani vann 3-2 í Runavík. Tíggju minuttir seinni økti Kári Johannesen til 2-0. Hetta
Tað gongur ikki væl hjá FC Hoyvík, sum í fjør flutti upp úr 2. deild og í 1. deild. Eftir fyrsta triðingin av hesum kappingarárinum var FC Hoyvík næstaftast við fýra stigum. Í dag varð farið undir annan [...] uppleggið átti Filip í Liða, sum nú er liðformaður á Argjum. Hóast tað vóru 10 í FC Hoyvík og 11 í AB, so vórðu ikki fleiri mál skorað, fyrr enn tað restaðu 12 minuttir. Tá økti innskifti Martin í Stórustovu um [...] hjá AB higartil í ár. Nú hevur AB vunnið 15 stig, og er við at nærkast heiðursmerkjaplássunum. Um eina viku fær AB vitjan av grannunum í B36, og tá fær FC Hoyvík vitjan av teimum næstbestu í NSÍ.