grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar. [...] eins og miðling. • Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið. • Fangandi og [...] heiðurin, er 14. september 2026. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið við telduposti til gransking@gransking.fo Hvør kann verða heiðraður fyri góða miðling Talan kann verða um granskara, miðlafólk
eftir uppskotinum longd til 1. oktober. Uppskotssetararnir vænta, at millum 400 og 500 húski fara at fáa rætt til hækkaða orkuískoytið. Meirútreiðslan hjá landskassanum er mett til 3,8 milliónir krónur. [...] inntøkumørkunum. Felagsskapurin vísir á, at ein familja ikki brádliga verður væl fyri, tí ársinntøkan liggur eitt sindur oman fyri eitt ásett mark. Sama fyrivarni verður tikið við ognarmarkinum. Ein familja [...] orkuískoyti, inntøkumørk og ognarmørk. Tølini fevna bara um tey, sum formliga hava søkt. Fólk, sum ringja til Almannaverkið, fáa vegleiðing og síðani velja ikki at søkja, verða ikki skrásett. Tað veruliga talið
Gjaldstovan eisini tikið leiðsluna fyri Kt-landsins, Kt-trygd, Talgildu Føroyum, innkeypi og vitlíki. - Nú leggi eg eina drúgva yrkisleið aftur um meg, og eg eri eg takksamur fyri tey mongu árini, har eg havi [...] - Sum landsstýrismaður vil eg takka Leif fyri gott samstarv í míni tíð sum bæði landsstýrismaður og løgmaður. Tað eru fáir almennir stjórar, sum sita í sama sessi í fleiri áratíggju, og ber tað boð um [...] skipanin hava havt á Leif. Við honum veit man, at tær uppgávur ella avbjóðingar, sum verða lagdar til Gjaldstovuna, verða loystar, og eiga hann og stovnurin sín stóran part í menningini av tí framkomna
morgun, eru innskrivað til bachelor, 50 til master og 20 á hjánámi ella parttíðarlestri. Í talu síni til tey lesandi segði Martin Tvede Zachariasen, rektari m.a., at eitt avgerandi mál fyri Setrið og Føroyar [...] sama hátt skulu kunna koma á Fróðskaparsetrið við Erasmus+. Eisini segði rektarin, at sannlíkindi eru fyri, at nøkur teirra fara at fáa gagn av tí nýggja felagsbygninginum, sum er í umbúna, og sum vónandi
eitt telefonnummar. Telefonnummarið ger, at eitt uppkall kemur til rætta telefon, meðan IP-adressan ger, at upplýsingar á netinum koma til rætta netsamband. § 4 í uppskotinum sigur í stuttum, at fjarsk [...] løgreglan fáa upplýst, hvør IP-adressa varð nýtt, og nær sambandið fór fram eru sannlíkindi fyri at finna fram til brotsfólkið nógv størri. Hinvegin eru hesir upplýsingar ikki tøkir men strikaðir, steðgar [...] talan er um inntriv í loyniliga partin av samskiftinum, skal rætturin taka støðu til, um inntrivið er neyðugt og hóskar til álvaran í málinum. Tað eru sostatt tvey ymisk stig: Fyrst verða avmarkaðu talgildu
spik við til sínar liðfelagar. Úr Vestmanna verður sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni. - Sum tøkk fyri túrin fingu [...] Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum. Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu. - Veðrið
sum stórir hvalastovnar eru út fyri vesturstrondini. Hvalur hf. leggur sostatt fyribils søluna av hvalakjøti til Japans til viks og fer undir at kanna ein nýggjan marknað fyri úrdráttir úr hvali. Kelda: [...] hvalastovnum kunnu fara at síggja hval sum eina keldu til føðslu og jarn, serliga har jarnmangul er ein stórur heilsutrupulleiki. Hann nevnir lond sunnan fyri Sahara í Afrika sum dømi. Har er jarnmangul útbreiddur
verkætlanina er endað. Eftir viðgerð hjá bretska eftirlitsstovninum fyri frálandavinnu og umhvørvi verður málið lagt fyri ráðharra til endaliga avgerð. Rosebank liggur umleið 130 kilometrar í ein útnyrðing [...] svarar sambært felagnum til umleið tíggju prosent av væntaðu oljuframleiðsluni á bretska landgrunninum. Oljan verður ikki førd um Hetland, men gassið skal leiðast í rørleiðing til oljustøðina í Sullom Voe [...] oljufeltið í økinum, sum enn ikki er útbygt. Samlaða nøgdin av olju og gassi verður mett at svara til meira enn 350 milliónir tunnur av olju. Økið liggur bara 15 kilometrar frá føroyska sjómarkinum. Adura
verður tikin. Gongdin í málinum Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon hevur leingi arbeitt við at fáa umstøður til súkkluvenjing. Afturi í 2015 varð játtan givin til eina stutta breyt innanfyri gøtuna um [...] brúkarar og borgarar sleppa til orðanna, hevur Tórshavnar Kommuna skipað fyri tveimum fundum við partar í rossaumhvørvinum í Havnardali og við Oyggjarvegin umframt Sersambandinum fyri súkkling og triathlon. [...] mælti til, at breytin varð flutt niðan til har, sum vindmyllurnar eru, tí tey mettu, at lendið har er so nógv ávirkað av vindmyllum frammanundan, og tí hevði minni ávirkan á økið. Hoyringsfreistin til tilmæli
Nógv verður gjørt burturúr, tá træseglskipini koma til Leirvíkar fríggjadagin hin 21. august, og eitt nú verður undirhald til øll á havnarlagnum. - Komið til eina hugnaliga løtu við mati, aktivitetum og undirhaldi [...] Ókeyps atgongd verður eisini til dansin, har til ber at keypa sær okkurt leskandi, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat. Í Eysturkommunu hava tey gjørt eina skrá fyri seglskipavitjanina, og her [...] her verður sagt, at skipini leggja til bryggju í Leirvík klokkan 17. - Klokkan 17 fara skótarnir at skipa fyri undirhaldi fyri børnum, og millum klokkan 16 og 21 verður høvi at vitja Báta-og Listasavnið